mánadagur 22. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 181 - 22. september 2008 ]
Gunnar Dahl-Olsen
aftur á toppinum
Talan var um mest sum ótolandi
umstøður, tá veteranurin, Gunnar Dahl-
Olsen enn einaferð vann sær FM-heitið í
landavegssúkkling
Súkkling
Tíðindaskriv
Tað var sera vánaligt veður leygardagin, tískil var tað
ikki serliga hugaligt at byrja kappingina. Men á
Toftum, har kappingin byrjaði, var veðrið so mikið
hampuligt, at gjørt var av at byrja kappingina.
Undirtøkan til kappingina, sum vanliga er um 10 til
15 luttakarar, var sera vánalig. Bert fýra súkklarar
vóru við. Hinvegin vóru teir bestu súkklararnir í
Føroyum við, so millum teir kundi kappingin álíkavæl
gerast góð.
Av Toftum til Funnings fylgdust súkklararnir. Men í
brekkuni niðan á Eiðisskarð hildu Guðmundur Joensen
og Torkil Veyhe eina so mikið høga ferð, at Sverri
Mohr Edvinsson ikki kláraði at fylgja við. Longri uppi
í brekkuni kláraði Gunnar Dahl-Olsen heldur ikki at
halda hesum báðu ungu súkklarunum.
Komnir niður av Eiðisskarði, súkklaðu Guðmundur
og Torkil undan Gunnari, men í Hósvík hevði Gunnar
súkkla teir inn aftur. Í brekkuni niðan ú Hósvík kláraðu
Guðmundur og Gunnar at rykkja seg leysar frá
Torkil.
Torkil Veyhe, sum helst er sterkasti súkklarin í
Føroyum, var tá so illa á holdum komin av ringa
veðrinum, at hann sjálvboðin valdi at gevast.
Guðmundur og Gunnar fylgdust víðari niðan á
Oyggjarvegin og til Havnar.
Á Oyggjarvegnum var veðrið sera vánaligt. Nógv
regn og vindur, við hvøssum hvirlum. Tað einu løtuna
fingu Guðmundur og Gunnar eina so mikið harða
kvirlu á seg, at teir vóru sendir i leysum lofti eftir
vegnum. Báðir duttu, teir fingu tó ikki álvarsligt mein,
men súkklaðu víðari.
Tað gjørdist ein endaspurtur millum Guðmund og
Gunnar, sum Gunnar vann, harvið bleiv Gunnar Dahl-
Olsen, sum nú er 43 ár, aftur føroyameistari í
landavegssúkkling.
Sverri, sum súkklaði meginpartin einsamallur, mátti
fáa hjálp á Oyggjarvegnum. Ein bilur koyrdi við
síðuna av Sverra har sum hvirlurnar vóru ringast, á
henda hátt slapp Sverri undan teimum ringastu
hvirlunum á Norðadalsskarið. Sverri gjørdist sostatt
nummar trý í kappingini.
Veðrið var ikki tespiligt, men kortini stríddu Gunnar
Dahl-Olsen og Gudmundur Joensen seg til Havnar, har
tað tó eydnaðist Gunnari at spurta seg til gullið
Amager fekk av at vita
Tað var ikki við mýkindum, at Viborg vitjaði hjá FC Amager
í donsku 1. deild um vikuskiftið. FC Amager hevur annars
fingið eina væl og virðiliga góðkenda byrjan upp á
tilveruna, men sunnudagin gjørdist talan um sannan bank.
Ikki minni enn 7-1 vann Viborg. Støðan í hálvleikinum var
2-0 til, men eftir steðgin gekk skjótt. Klokkan var bara
komin upp á 68 minuttir, tá 1-7 stóð á máltalvuni, og hóast
Viborg eftir hetta setti ferðina niður, so mundu tey flestu av
heimaáskoðarunum tá vera farin heim.
Ramos leingist heim
Enska blaðið Sunday People vil verða við, at spanski
venjarin hjá Tottenham, Juande Ramos, leingist heim, og tí
er framtíðin hjá venjaranum í Tottenham í iva. Tað sigst
verða vánaliga enska veðrið, málið og tann øðrvísi maturin
sum gera, at Ramos ikki strívist í London. At úrslitini heldur
ikki hava verið til vildar higartil í hesum kappingarárinum,
hevur neyvan gjørt støðuna betur.
Níggjunda ári á rað
endaði FM-steypið í
Klaksvík. Kvinnurnar
hjá KÍ verða ikki
tiknar í Føroyum,
og nú verða avrikini
sett í mun til drúgvu
meistararøðirnar
hjá útlendskum
stórfeløgum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eingin yvir og eingin við
síðuna av. Tað má vera
niðurstøðan, tá tosast skal
um fótbóltsavrikini hjá KÍ-
kvinnunum.
Heldur ikki í 2008 eydn-
aðist nøkrum øðrum liði at
standa teimum kurl, og
leygardagin kundu tær so
aftur lata seg krýna sum
meistarar.
Mótstøðan
á
degnum
kom av Skála, men hóast
hesar hildu KÍ frá fatinum
fyrstu trý korterini, so var
tað ikki nóg mikið. Eftir
steðgin settu gyltu kvinn-
urnar nevnliga trumf á,
soleiðis at talan gjørdist um
sannførandi 4-1 sigur.
Kvinnurnar
høvdu
á
degnum pyntað seg í gyltar
KÍ-búnar, og fagnaðurin
var sjálvandi stórur, tá
Malena Josephsen at enda
kundi taka ímóti stóra
steypinum, sum enn eina-
ferð er ogn hjá KÍ. At
menninir
hjá
felagnum
dagin eftir skuldu spæla
tað, sum líktist lagnudysti,
løgdu tey í Klaksvík ikki so
nógv í hendan dagin, tí á
kvinnufrontinum er eingin,
sum kemur í nær námind
siðvenjuni hjá Klaksvík.
AB vann silvur
Bert ein annar dystur varð
avgreiddur leygardagin. Á
Argjum vann AB 2-1 á B36,
og við hesum tryggjaði AB
sær silvurið, samstundis
sum B36-kvinnurnar stóðu í
teirri óvandu støðu, at lands-
kappngini ikki gav teimum
nakað heiðursmerki.
Bronsuna kundi Víkingur
taka sær av uttan at spæla.
Tær skuldu av røttum spælt
í Vági, men trupulleikar við
Smyrli bóru við sær, at tann
dysturin varð av ongum. Á
pappírinum
hevur
hesin
dystur ongan týdning, og tí
er í løtuni ógreitt, um dyst-
urin yvir høvur verður av-
greiddur, ella um hann slepp-
ur at fara í gloymskuna.
Celtic, Dynamo Kiev og KÍ
Bæði hattar og troyggjur høvdu gyltar litir, tá KÍ-kvinnurnar níggjunda árið á rað kundu skrúva
propparnar av sjampanjuni
Mynd: Norðlýsið
KÍ kvinnur føroyameistarar 2008. Aftan frá vinstru: Olga Fríðunn Olsen, Paula Mikkelsen, Marjun Joensen, Adelheid Olsen, Olga
Kristina Hansen, Tove Sólheyg, Ragna Patawary, Elsa Maria Simonsen og Alexander Djordjevic, venjari. Framman frá vinstru:
Malene Josephsen, Ann Olsen, Sigrid Jacobsen, Vár-Jenny Lydersen, Ása K. Thomsen, Sølva Andreasen, Rannvá Andreasen og
Doris í Garði
Mynd: Norðlýsið