mánadagur 22. september 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 22. september 2008
29
viðmerkingar
Tygum hava heitt á
undirritaða um at gera eitt
upprit viðv. heimildunum
hjá løgmanni mótvegis
teimum einstøku lands
stýrismonnum. Hetta við
atliti til tey viðurskifti sum
eru uppstaðin í sambandi
við tí sonevnda “skrivstovu
málinum”, sum hevur verið
frammi í fjølmiðlum.
Tygum hava ynskt at fáa
greinað heimildirnar hjá
løgmanni at geva boð til
ein landsstýrismann, har
undir um hann ella starvs
fólk hansara hava heimild
til at taka avgerðir inni á
málsøkinum hjá landsstýri
manninum uttanum við
komandi landsstýrismann.
Eisini hava tygum ynskt at
fáa eina lýsing av, hvat
liggur undir málsøkinum
hjá løgmanni og landstýris
manninum í uttanlands
málum, tá ið tað kemur til
hølini í Tinganesi.
Yvirskipaða lógarverkið
viðvíkjandi løgmanni,
landsstýrismonnum og
heimildum hjá teimum er í
stýrisskipanarlógini fyri
Føroyar, §§ 27 – 39.
Eftir § 27 í stýrisskipan
Føroya, er ásett, at í lands
stýrinum sita løgmaður og
minst tveir landsstýris
menn. Í § 27 stk. 2 er ásett,
at løgmaður ásetur, hvussu
nógvir landsstýrismenninir
skulu vera og tilnevnir teir.
Í stýrisskipanarlógini §
33 er ásett, at løgmaður
býtir málsøki landsstýrisins
millum landsstýrismennin
ar. Teir sita fyri síni máls
øki hvør sær.
Føroyska stýrisskipanin
byggir á ta sonevndu
ministerialskipanina, har
avgerðir landsstýrisins
verða tiknar av hvørjum
landsstýrismanni sær.
Løgmaður avger hvørjir
eru landsstýrismenn, og
hvørji málsøki viðkomandi
umsita, men annars er løg
mansins starv eftir stýris
skipanini at taka sær av
teimum uppgávum, sum
beinleiðis eru lagdar til
hansara eftir stýrisskipanar
lógini og at samskipa og
hava eftirlit við, at starv
landsstýrismanna fer fram
á lógligan og forsvarligan
hátt.
Løgmaður hevur sostatt
onki beinleiðis vald yvir
landstýrismonnunum og
kann ikki grípa inn í teirra
málsøki. Løgmaður kann,
um hann er ónøgdur við
arbeiðið hjá einum lands
stýrismanni, ikki sjálvur
fara inn og broyta avgerðir
nar. Tað, sum løgmaður
kann gera, er at flyta við
komandi málsøki frá lands
stýrismanninum til annan
landsstýrismann, ella seta
landsstýrismannin frá. Fyri
at nýta myndamál kann
sigast, at landsstýrismað
urin er skipari á sínum øki,
og løgmaður er at meta
meira sum reiðarin, t.v.s. at
hann kann flyta viðkom
andi á annað skip, ella
avseta hann sum skipara.
Viðkomandi málsøki hjá
landstýrismonnunum hevur
løgmaður við fráboðan nr.
3 frá 18. februar 2008, og
sum seinast er broytt við
fráboðan nr. 80 frá 30.
august 2008, tilnevnt tyg
um sum landsstýrismann í
Uttanríkismálum. Í nevndu
fráboðan er í kap. 3 §§ 8 –
13 ásett nærri, hvørji
málsøki og heimildir fylgja
við tilnevningini. Uttan
ríkisráðið er eitt nýtt aðal
ráð, har umsitingin fyrr
hevur ligið hjá løgmanni
sjálvum. Í sambandi við
uppbýtið er gjørd eina av
tala tann 15. februar 2008
millum løgmann og lands
stýrismannin í Uttanríkis
málum um starvsfólkini og
hølir hjá Uttanríkisránum.
Í hesari avtalu er ásett
hvørji av starvsfólkinum á
løgmansskrivstovuni fylgja
við yvir til nýggja Uttan
ríkisráðið, og eisini at
Uttanríkisráðið í Føroyum
hevur bústað í Sjó og
Vektarbúðini. Undantikið
vóru nakrar ávísar
skrivstovur.
Nevnt hevur verið í tí
samskiftið, eg havi fingið
atgongd til í málinum, at
løgmaður varðar av
ognununum í Tinganesi.
Eg havi roynt at kann eftir,
um nærri ásetingar eru um
hetta og onki funnið, sum
undirbyggir pástandin. Í
fráboðan frá løgmanni um
býtið av málsøkjum er
eingin áseting undir
heimildini hjá løgmanni,
sum ásetir, at hann hevur
hetta sum serstakt øki.
Hinvegin framgongur av
málsøkjabýtinum, at
landsstýrismaðurin í
vinnumálum hevur sum
umsitingarøki m.a. fastar
ognir hjá landinum, sum
ikki liggja hjá øðrum
landsstýrismanni.
Í løtuni verða ognirnar í
Tinganesi nýttar av trimum
aðalráðum umframt løg
mansskrivstovuni. Fyri
ongin av hesum aðalráðum
havi eg funnið nakað
ítøkiligt um umsitingina av
sjálvum ognunum við
undantak av áðurnevndari
avtalu, sum var gjørd
millum Uttanríkisráðið og
løgmansskrivstovuni.
Tó skal viðmerkjast at í
fíggjarlógini framgongur
av játtanin til løgmans
skrivstovuna, at upphædd
er sett av til útreiðslur av
ognunum í Tinganesi. Av
fíggjarlógini framgongur
samstundis, at løgmans
skrivstovan umsitur ávísar
felags funktiónir fyri
ráðini, sum eru í Tinganesi.
Uttan mun til hvør ann
ars eigur eini hølir, er tað
tann til einhvørja tíð ver
andi brúkari (tvs. viðkom
andi aðalráð), sum hevur
ræðisrættin til hølini. Í so
máta vildi tað rættsliga
ongin munur verið á um
talan var um ein bygging,
ið tilhoyrdi eitt privat
felag. Eigarin kann ikki
seta nakran út sjálvur. Á tí
privata økinum hevði verið
neyðugt við samráðingum,
og í síðsta enda, um ongin
semja fekst, nakað sum
dómsvaldið hevði tikið
støðu til.
Niðurstøðan av omanfyri
standandi er, at fysisku
karmarnir hjá Uttanríkis
ráðnum verða umsitnir av
landsstýrismanninum í
Uttanríkismálum inn til
annað er avtalað.
Fæst ongin avtala, hevur
løgmaður ikki heimild til
at taka ræðið av landsstýris
manninum. Er løgmaður
ónøgdur við, at landsstýris
maðurin ikki vil gera tað,
sum løgmaður hevur ásett,
má hann koyra viðkomandi
landsstýrismann frá og seta
ein annan landsstýrismann,
sum vil akta.
Eisini verður spurt um, í
hvønn mun tað er rætt, at
starvsfólkið hjá løgmanni
fara inn og tøma eina skriv
stovu hjá starvsfólki hjá
Uttanríkisráðnum eftir
boðum frá løgmanni.
Upplýst er í hesum
sambandið at løgmaður,
sunnudagin 31. august
boðaði tygum sum lands
stýrismanni frá, at hann
hevði givið løgmansskriv
stovuni boð um at rudda
ávísa skrivstovu í Uttan
ríkisráðnum. Náttina mill
um sunnudag og mánadag
hava fólk frá løgmans
skrivstovuni skift lásið á
skrivstovuni hjá einum
starvsfólki í Uttanríkisráð
num. Eisini verður stað
fest, at øll skjøl, sum vóru
á skrivstovuni, m.a. trúnað
arskjøl, sum vóru læst inni
í ymiskum skuffum og
skápum, vóru tikin út úr
skrivstovuni.
Sum nevnt omanfyri, at
einki málsøki liggur hjá
løgmanni, sum viðvíkir
ognunum í Tinganesi, og
undir øllum umstøðum eru
tann verulig ræðisrætturin
yvir teimum hølum, sum
fyrisitingin nýtir, undirlagt
avvarðandi landsstýris
manni, í hesum føri lands
stýrismanninum í
Uttanríkismálum.
Løgmaður hevur ikki
nakra heimild til sjálvur at
útinna vald á økinum hjá
teimum ymisku landsstýris
monnunum. Løgmaður
hevur heldur ikki heimild
til at heita á síni starvsfólk
um at útinna eitt vald, sum
hann ikki sjálvur hevur.
Sum greitt frá omanfyri,
hava vit ministerialskipan í
Føroym, sum merkir, at øll
boð skulu fara eftir tí rætta
kommandovegnum. Ráðini
virka øll sjálvstøðugt, og
merkir hetta, at áheitanin
má sendast frá leiðsluni í tí
ráðnum, sum ynskir at fáa
nakað gjørt, til leiðsluna í
tí ráðnum har hettar skal
fremjast. Mannagongdin
má tí vera í tílíkum føri, at
aðalstjórin á løgmanskriv
stovuni, sum er biðin um at
gera hetta, má venda sær
til aðalstjóran í Uttanríkis
ráðnum, ella tann undir
honum, sum hevur málið
um hendi í áheitan síni. Vil
viðkomandi ikki ganga
áheitanini á møti, má
embætismaðurin á løg
manskrivstovuni venda
aftur til sítt bakland, t.v.s.
løgmann og greiða frá, at
ynski hansara ikki verður
gingið á møti.
Løgmaður hevur tá sínar
heimildir at falla á, t.v.s. at
hann kann framføra sítt
ynski yvir fyri viðkomandi
landsstýrismanni um at fáa
avgerðina gjøgnumførda,
og um hesin ikki vil, antin
seta viðkomandi lands
stýrismann frá ella flyta
málsøkið frá honum.
Tá ein løgmaður fer út
um sínar heimildir, hava
embætismenn hjá honum
skyldu til at ráðgeva hon
um um hesi viðurskifti og
hava sum tænastumenn
skyldu til at tala at, um so
er, at hann fer út um sínar
heimildir.
Í tíðindastubba í kvøld
verður Anfinn V. Hansen,
adv. endurgivin fyri at hava
skrivað Høgna Hoydal eitt
partsinnlegg har niður
støðan er at:
“Tað stendur ongastaðni,
at løgmaður umsitur ognir
nar í Tinganesi. Løgmaður
kann geva einum lands
stýrismanni boð um at
rudda eina skrivstovu, men
hann kann ikki effektuera
boðini, sigur Anfinn V.
Hansen, sum var við til at
gera stýriskipanarlógina og
nú hevur gjørt eitt
løgfrøðiligt upprit fyri
Høgna Hoydal, frákoyrdan
landsstýrismann í
uttanríkismálum.”
Til hetta er frá míni síðu
at viðmerkja:
Í stýrisskipanarlógini §
33 stk. 1 ásett at
“Løgmaður býtir málsøki
landsstýrisins millum
landsstýrismenninar. Teir
sita fyri málsøkjum sínum
hvør sær”
Hesin rættur løgmans er
stýrisskipanarliga abso
luttur, sum merkir, at rætt
ur hansara at býta málsøk
ini hvørki kann verða
skerdur við løgtingslóg ella
at hann sjálvur skerjir hann
við avtalum við onnur.
Løgmaður er altíð fríur at
broyta málsøkisbýtið eftir
egnum tykki.
“Avtalan” frá 15. februar
2008 um býti millum lms
og ur er tí ikki ein formlig
avtala í løgfrøðiligum
týdningi, men bert ein
politisk hensigtserklæring
sum løgmaður kann halda
seg til so leingi hann held
ur tað verða passandi og
fyritreytirnar halda, ella
við fullum rætti siga sum
Jens Otto Krag, forsætis
ráðharri á sinni: “Man har
et standpunkt til man tager
et nyt”.
Stýrisskipanarlógin § 33
stk. 1 setur ongi formkrøv
til hvussu málsøkini skulu
verða býtt. Av skilhalds
grundum hevur løgmaður
av sínum eintingum gjørt
eina skipan har hann í
Kunngerðablaðnum hevur
kunngjørt eina fráboðan
um býti av málsøkjum.
Formliga eitur hon í
løtuni “Fráboðan nr. 3 frá
18. februar 2008 um býti
av málsøkjum landsstýris
ins millum landsstýris
menninar, sum broytt við
fráboðan nr. 80 frá 30.
august 2008”. Tað sigur
seg sjálvt, at málsøkini
sum føringar umsita eru so
víðfevnd at tað er vónleyst
at úttøma øll hugsandi
málsøki í fráboðanini, og
hon verður tí supplerað av
siðvenjum og tulkingum.
Ítøkiliga málsøkið um
hvør umsitir skrivstovu
hølini í Vektarbúðini er
ikki beskrivað í fráboð
anini, tað er siðvenjuliga
ásett. Og at tulka soleiðis,
at av tí at onki er nevnt um
hvør eigur økið, so er tað
ávísur landsstýrismaður, er
ov grunn tulking.
Í fráboðanini § 50 stk. 2
er púra greitt sagt at “Løg
maður tekur í ivaføri
avgerð um tulking av hesi
fráboðan.” Løgmaður er tí
tann sum endaliga tulkar
hvussu málsbýtið er, og
ongin advokattulking fær
vika hesa støðu hansara.
At málsøkið “at umsita
ognirnar í Tinganesi” er
greitt eitt løgmansmálsøki
de facto av hesum grund
um peningurin til viðlíka
hald og umbyggingar av
øllum ognum í Tinganesi
eru avsettar á konto á
fíggjarlógini undir løg
mansskrivstovuni
húsavørðurin er starvs
settur á løgmansskriv
stovuni og varðir av øllum
ognunum í Tinganesi
at hendan ognarumsiting
av felagsognum, sum fleiri
ráð nýta, er ein partur av
lógarásetta samskipanar
arbeiði løgmans sbr. stýris
skipanarlógini § 33 stk. 2
jbr. fráboðanini § 3 stk.1.
at løgmaður sbr. siðvenju
higartil altíð hevur avgjørt
allar húsaspurningar í
Tinganesi.
Sjálvt um vit siga, at
omanfyri nevnda tulking er
skeiv, so er støðan tann, at
sum nevnt eru ongi formlig
krøv til hvussu málsbýti
verða framd, og tá ið løg
maður biður Uttanríkis
ráðið fara úr eini skriv
stovu merkir tað tí at hann
samstundis á óformligum
grundarlagi hevur broytt
málsbýtið soleiðis at hann í
málsbýtinum ræður yvir
henni.
Niðurstøðan er eftir mín
um tykki tí at løgmaður í
hesum máli allatíðina
hevur havt fullar løg
frøðiligar heimildir.
Upprit um heimldir løgmans mótvegis landsstýrismonnum
advokatur
Annfinn V.
HAnsen
Notat um hvør umsitir málsøkið ognirnar í Tinganesi
ráðgevi
sjúrður
rAsmussen