mánadagur 22. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 181 - 22. september 2008
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma,
omma og langomma okkara
Anna Paulina Brattaberg
andaðist og fór til gravar.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til heilafelagið.
Tøkk fáa heimahjálpirnar og sjúkrasystrarnar eins
og Eldrabýlið fyri tíðina, hon var har.
Tøkk til Suðuroyar sjúkrahús fyri góða hjálp.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, organist og sangarar
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu.
Børnini
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma,
vermóðir og omma
Jana Vinnersted
úr Slagslunde,
ættað av Sandi
andaðist og varð jarðað.
Teddy
Mik og Gitte við familiu
Stina og Johann við familiu
Dagurin
23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti eftirmaður Pæturs á pávastóli í Róm. Halgisøgur siga, at hetta
er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim. 4, 21, men tað vita teir ikki við vissu. Dagurin eitur eisini heystjavndøgur.
Mánadagin 22. september
gevur Postverk Føroya út
nýggj frímerki
- eitt smáark við tíggju
frímerkjum, sum ímynda
trøllakampar og tvey frí-
merki,
ið
avmynda
gamlar krossar.
Arkið
við
trøllakampum
hevur
Edward Fuglø teknað,
meðan
hini
bæði
frímerkini hevur Anker
Eli
Petersen
lagt
til
rættis.
Virðini á frímerkjunum
eru 6,00, 8,00 og 10,00
kr, hetta tí at postgjøldini
verða broytt tann 9.
oktober 2008.
Nýggj føroysk
frímerki
IKTUS er heitið á
nýggjari føroyskari
sjónvarpsrás, sum fer
at senda fyrsta dagin
á nýggjum talgiltum
sendineti
Kunnandi fundur verður
fyri øll áhugað í Kelduni í
Skálafirði leygardagin 27.
september kl. 16-17.
Á fundinum verður ein
stuttur filmur sýndur á
stórskíggja, sum kunnar um
nýggju rásina, og vísir brot
úr ymiskum sendingum.
Greitt verður síðan frá enda-
máli, ætlan og møguleikum
við IKTUS, sum eitt tvør-
kirkjuligt forum, har allar
evangeliskar kirkjur og sam-
komur kunnu luttaka í send-
ingum. Umboð frá áhugað-
um kirkjum og samkomum
kunnu eftir fundin skipa
seg í arbeiðsbólkar umboð-
andi ymisk økir í landinum,
sum hava til endamáls at
lata tilfar til nýggju rásina.
Aftaná
fundin
verður
høvi at seta spurningar, at
síggja upptøkutól, ein upp-
tøkubuss og at fáa sær ein
kaffimunn.
IKTUS, kristiligt sjón-
varp, varð stovnað í mai
2008, og nakað seinni sást
búmerki, sum er ein fiskur,
á skerminum hjá teimum,
sum leitaðu sær rásina fram.
Nakrar
royndarsendingar
hava verið, t.d. frá Fjarða-
festivalinum 2008, har sent
varð beinleiðis allar tríggjar
dagarnar á talgiltu rásini
IKTUS og samsent á Rás 1
hjá Televarpinum. Í løtuni
arbeiða uml. 5 fólk við
ymiskum fyrireikingum, t.d.
við at byggja upptøku- og
sendistudio, at gera upp-
tøkur, klippa og annars at
leggja alt til rættis.
Ætlanin er at byrja nakrar
regluligar sendingar í okto-
ber, og so við og við at
víðka um senditíðina, í takt
við at kirkjur, samkomur og
onnur áhugað byrja at lata
meira tilfar og luttaka í
beinleiðis sendingum.
IKTUS sæst, sum er, í
miðstaðarøkinum
og
á
Skálafjørðinum á sendinet-
inum hjá R2Net - á 578
Mhz (kanal 34) - frá Nóls-
oynni, og um stutta tíð verð-
ur sendinetið víðkað við
sendarum á Gøtueiði og
Brúnaskarði, og síðan á t.d.
Oyrnafjalli í Suðuroynni.
Tað eru í hvussu er fýra
háttir
at
síggja
rásina
IKTUS. Tann fyrsti er við
einum sjónvarpi, sum hevur
DVB-T móttakara innbygd-
an, tað hava fleiri nýggj flat-
sjónvørp. Tann næsti háttur-
in er við einum leysum
DVB-T móttakara, t.d. Tele-
varpsmóttara. Tann triði er
við einum hardiskupptakara
við innbygdum DVB-T mót-
takara og til seinast við ein-
ari farteldu við innbygdum
DVB-T ella leysum DVB-T
USB stikki. Allir háttirnir
hava sjálvandi brúk fyri eini
UHF antennu, sum t.d. Tele-
varpshyggjarar longu hava.
IKTUS er ein sokallað
free-to-air rás, t.v.s. hon
krevur einki kort, er ókeypis
at síggja, og verður fíggjað
við stuðlum og gávum.
Fyrireikararnir vóna at
síggja nógv fólk til fundin,
sum verður komandi leygar-
dag, annars fæst meira at
vita á heimasíðuni: www.
iktus.fo
Nýggj føroysk sjónvarpsrás
Brúdleyp
Maibrit og John Marni Forná giftast leygardagin 27. sep-
tember í Keypmannahavn. Adressan er: Lergravsvej 52, 1.
t.v., 2300 København S.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 23. september fyllir Anna Jacobsen, Hoyvíks-
vegur 31, Tórshavn 90 ár. Dagurin verður hildin leygar-
dagin 20. sept frá kl. 10-16. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mikudagin 24. september fyllir Poli Jacobsen, Miðvágur,
90 ár. Dagurin verður hildin á Ellisheiminum á Sýnini frá
kl. 16-19.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 23. september fyllir Jóan Pauli Johannesen,
vanliga nevndur Palli í Jákupsstovu, Vestmanna, 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin ið Miðhøllini í Vestmanna
skúla sunnudagin 21. september frá kl. 16-20.
70 ára føðingardagur
Mikudagin 24. september fyllur Jógvan Elis Danielsen, kokk-
ur, Alfehøjvej 66, 4684 Holmegård (við Næstved) 70 ár.
60 ára føðingardagur
Leygardagin 25.oktober verður Thordis Skaalum, Sørvágur
60 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Miðvági
25. oktober kl. 19.00. Tey, ið vilja verða við til at gleða meg
og gera dagin hugnaligan, vinarliga ringi til tlf. 333119
ella 227216 í seinasta lagi 10. oktober. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
50 og 55 ár
Leygardagin 11. oktober kl. 19.00 halda Hervør og Dánial
Jákup Jørgensen úr Miðvági 50 og 55 ára føðingardag.
Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tey, ið
vilja gleða okkum okkum við at koma, verða biðin um at
siga frá innan 27. september á telefon 33 32 04 og 22 96
04 ella á telduposti: herdan@post.olivant.fo