Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 22. september 2008 31 Nú førir Tjóðveldi áhald­ andi fram í fjølmiðlunum, at Javnaðarflokkurin ikki hevði dirvi at „rudda“ upp eftir ABC samgonguna. Vilja bert loyva okkum at koma við nøkrum faktuell­ um rættingum. Sum dømi kunnu vit nevna útlendingalógina. Tá ið CHE samgongan var skipað, legði landstýris­ kvinnan hjá Javnaðarflokk­ inum lógina fram, fekk breiða undirtøku fyri henni, og Javnaðarflokk­ urin fekk málið loyst. Hetta gjørdi Javnaðar­ flokkurin, tí vit hildu tað var rætt og neyðugt, hóast harðan ágang frá fakfeløg­ um og nógvum av trúgvu stuðlum floksins. Tjóðveldi slongdi út, at fiskidagarnir skuldu skerj­ ast við 50% komandi fiskiár. Sama morgun sum 3. viðgerð var, kom Tor­ bjørn Jacobsen við eini framløgu fyri nøkrum fáum tilvildarligum ting­ fólkum. Henda framløga kundi verið tað, ið gjørdi, at fólk skiltu hetta stór­ politiska málið. Tilmælið frá minnilutanum i vinnu­ nevndini, har Javnaðar­ flokkurin ikki hevði umboð, var at skerja fiskidagarnar við 20%. Har var ongin frágreiðing um, hví man fór úr 50% niður á 20%. Men tá atkvøðast skuldi, vísti Tjóðveldi hvørki dirvi ella virðing fyri samgonguni. Tí, øll tingmanning Javnaðar­ floksins atkvøddi fyri. Men hvat gjørdi Tjóðveldi ? Ein atkvøða fyri og restin blankt. Í samband við avtalaða niðurskurin av blokkinum royndi Javnaðarflokkurin, í ljósinum av búskaparstøð­ uni, at fáa eitt tjak í sam­ gonguni um, nær blokkurin skuldi skerjast. Á fyrstu síðu í samgonguskjalinum stendur, at atlit skal takast til búskaparstøðuna. Men gakk ­ at síggja veruleikan hjá vanliga føroyinginum, tað er ógvuliga trupult fyri leiðsluna í Tjóðveld. Har var onki at tosa um, hóast fleiri limir í Tjóðveldinum søgdu, at tey vóru ímóti at lækka blokkin beint nú. Síðan boðaði Sjálvstýris­ flokkurin frá, at teir hildu ikki tað vera rætt at minka blokkin, sum búskaparstøð­ an nú er. Hevði CHE sam­ gongan yvirlivað, so eru vit vís í, at Tjóðveldi hevði lurtað eftir teimum. Tað tóktist, sum virðingin hjá leiðsluni í Tjóðveldinum alt samgonguskeiðið, var størri fyri Sjálvstýris­ flokkinum enn virðingin fyri sjónarmiðum Javnaðar­ floksins. Alt tos um, at Javnaðar­ flokkurin hevur ikki dirvi, er tað reina uttanumtos. Munurin millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin er, at vit hava virðing fyri og álit á teimum, ið vit samstarva við. Vit høvdu torað at sagt, at skerjingin av blokkinum kann bíða eitt ár ella tvey. Vit høvdu jú eina avtalu, eitt samgonguskjal, ið vit ætlaðu at halda. Ein høpisleys skerjing av blokkinum við 117 millión­ um, meðan heilsuverk og almannaverk mátti bløða fyri skerjingina, tað hevði verið ringt at fingið nakran føroying at skilt, eisini tey ið velja Tjóðveldi. Samanumtikið halda vit, at leiðslan í Tjóðveldi eig­ ur at taka í egnan barm, og nýta orkuna til at fáa sam­ støðu innanhýsis í egnum flokki, millum annað í málinum um blokkniður­ skurðin, fiskivinnu­ og landbúnaðarpolitikkinum. Javnaðarflokkurin vísir dirvi, virðing og álit Tingbólkur Javnaðar­ floksins Lat meg gera púra greitt, at Tjóðveldi varð sagt upp av politiskum og ikki av formalistiskum orsøkum. Uttan mun til skrivstovur og alt annað, so snýr málið um uppsøgnina av Tjóð­ veldinum seg um, at eg sum løgmaður ikki longur havi álit á Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisins. Tá er bert eitt at gera, og tað er at siga samstarvið upp. Alt samstarv byggir jú í botn og grund á álit mill­ um partar, og er hetta álit ikki til staðar, so ber ikki til at samstarva. Ber ikki til at samstarva, so ber heldur ikki til at fremja úrslit og náa málum. Sjálvandi kann verða spurt, hví eitt álit fer. Í hesum førinum er talan um, at álitið okkara millum støðugt hevur verið niður­ brotið frá byrjan av í sam­ gonguskeiðnum. Tað er bara spell, tí eg hevði avgjørt aðrar ætlanir. Eg valdi meira ella minni persónliga at broyta samgongu eftir valið, og er hetta væl besta prógv um, at eg vísti Høgna Hoydal fult álit. Álitið var har frá byrjan, men er nú burtur. Fjølmiðlar hava nú í lítla viku gjørt nógv burturúr skrivstovumálinum. Tað kann sjálvandi vera áhuga­ vert og kanska undirhald­ andi fyri nøkur. Men vit mugu ikki gloyma burtur í øllum meldrinum, at orsøk­ in til uppsøgnina var tørv­ andi álit, har skrivstovan var ein av týðandi brikkunum í spælinum. Men vil Høgni Hoydal halda lív í skrivstovumál­ inum, so haldi eg, at hann skal leggja sak ímóti mær ella fáa málið sett á skrá í landsstýrismálanevndini. Tað vil eg faktisk fegin hava av fleiri orsøkum. M.a. tí, at tað hevur staðið á hjá fjølmiðlum og eisini ávísum løgfrøðingum at hava rætta grundarlagið fyri teirra tulkingum. Eg havi kannað málið hjá mínum løgfrøðiliga ráðgeva, og Høgni Hoydal hevur umbiðið eitt notat frá sínum løgfrøðingi. Ein triði er so frammi í útvarp­ inum í dag. Hetta hevur neyvan gjørt uppfatanina hjá borgaranum greiðari, kanska tvørturímóti. Tað er vanlig kent, at tá politiskar grundgevingar tørva, so er rættiliga um­ ráðandi at fáa sett fokus á løgfrøðiligar grundgev­ ingar – flyta málið úr politiska rúminum og inn í formalitetirnar. Men uttan mun til, hvat hendur í rætti ella hjá einum kanningarstjóra, so broytir tað ikki mína støðu viðvíkjandi álitinum. Málið er av politiskum og ikki formalistiskum slag. Málið snýr seg snøgt sagt um álit. Hetta er fokið, og tí er Tjóðveldi uppsagt. Politikkur og ikki formalitetur løgmaður Jóannes eidesgaard viðmerkingar Í sambandi við málið um fiskidagarnar gjørdi Høgni Hoydal fleiri ferðir greitt, bæði frá tingsins røðara­ palli og í fjølmiðlunum, at hetta mál var at rokna sum ein kabinettspurningur. Stóð ein samlaður tingbólk­ ur ikki aftan fyri uppskotið frá teirra egna landsstýris­ manni, var Tjóðveldi ikki at rokna sum ein stjórnar­ berandi flokkur, og hetta tí sjálvsagt skuldi fáa avleiðingar. Tá málið kom til enda­ liga viðgerð í tinginum, vísti tað seg, sum øll vita, at Tjóðveldi ikki megnaði at standa saman. Saman við andstøðuni legði ein av tinglimum floksins fram eitt mótuppskot, sum varð samtykt. At úrslitið av hesum fór at verða, at Tjóðveldi fór úr samgong­ uni, mundi fáur ivast í ­ væl at merkja, um orðini hjá formanninum skuldu takast fyri fult. Men tað vísti seg seinri, at hesum var eingin orsøk til. Eftir hendingina í tingi­ num skuldi floksleiðslan formliga taka undir við floksformanninum, men tað hendi ikki. Floksleiðsl­ an vildi ikki nýta hetta sum orsøk fyri at slíta nakra samgongu. Høgni Hoydal kom so­ statt í eina keðiliga støðu, og skuldi hann taka orðini í seg aftur, mátti ein synda­ bukkur finnast, og tað er nú blivið løgmaður. Tí nú er frágreiðingin frá tjóð­ veldisformanninum, at løgmaður hevði bønað og biðið hann um ikki at fara úr samgonguni, og hesum eftirlíkaði hann. Veruleikin er bara ikki so. Løgmaður hevur ikki bønað og biðið Høgna um ikki at slíta samgonguna. Øll væntaðu vit sjálvandi, at floksleiðslan hjá Tjóð­ veldinum tók undir við for­ manninum og fór úr sam­ gonguni. Men Høgni hevði forroknað seg. Veruleikin bleiv tann, at Høgni tapti eina innanhýsis uppgerð í flokkinum, sum hann var alt annað enn erpin av, og sum hann nú roynir at turka av uppá løgmann. Høgni roynir at turka innanfloks ósigur av upp á løgmann løgtingskvinna kaTrin dahl Jakobsen Í februar í ár var Ættleiðingarfelagið á fundi við meg. Felagið fekk tá tilsøgn um, at stuðulin til ættleiðing fór at verða hækkaður munandi. Men sjálvandi treytað av, at politisk undirtøka fekst fyri uppskotinum. Formaðurin í felagnum sigur seg nú harmast og ótolnast, hvar uppskotið blívur av. Politisk undirtøka er frá øllum flokkum fyri at hækka stuðulin. Lógaruppskotið er gjørt og hevur verið til hoyringar og lógartekniskt eftirlit, og tað skuldi verið lagt fyri á landsstýrisfundi nú mánadagin tann 22. í hesum, og hagani borin niðan í løgtingið. Men nú samráðingar eru um skipan av nýggjari samgongu og landsstýri kunnu lógaruppskot ikki avgreiðast. Tó tað er so bara ein spurningur um at fáa skipað landsstýrið av nýggjum, so vænti eg, at komandi Ættleiðingarfelagið kann gleða seg landsstýrismaður hans Pauli sTrøm