mánadagur 22. september 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 181 - 22. september 2008
Filmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað var ein hugalig løta, tá nýggi
filmurin hjá Kringvarpinum
”Fimm dagar fyri valdið” slapp
at fylla stóra løriftið í
Norðurlandahúsinum í heilar 100
minuttir í gjárkvøldið. Hugaligt,
tí her fingu nøkur av okkara
dugnaligu fjølmiðlafólkum fyri
einaferð skyld høvi til at vísa,
hvat tað kann føra til, tá tey av
álvara sleppa at brúka tíð uppá
tað, tey duga best.
Tekniskt er filmurin framúr
væl gjørdur. Kínt er fyri hvørjum
smáluti líka frá val av tónleiki til
seinastu klipping á ein hátt, so
søgan á løriftinum mest sum
fortelur seg sjálva. Sum áskoðari
kennir tú teg í óvanliga góðum
hondum og lítur á, at her kann
onki ganga galið.
Bragd
Og tað ger tað heldur ikki
tekniskt sæð. Tvørturímóti má
tað sigast at vera eitt bragd at
gera eina so hendingarfátæka
søgu so spennandi, at tú ongantíð
byrjar at keða teg. Sjálvt ein so
harmleys løta, sum ein valfundur
á Kambsdali fæst at tykjast heilt
dramatisk í krossklippingini
millum Høgna Hoydal, sum bíðar
eftir løgmanni, ið er ov seinur og
situr og bannar í bilinum, sum
koyrir skjótari og skjótari á veg
til Kambsdal. Bert fyri at nevna
eitt dømi.
Eisini eydnast tað sera væl at
dosera stuttligu løturnar í
filminum á ein hátt, so tær
ongantíð gerast plattar ella
pínligar. Her verður ongin
hongdur út, hóast eg hevði
varhuga av, at møguleikin var til
staðar meir enn eina ferð
Í staðin fáa vit eitt forkunnugt
innlit í, hvussu ymiskir teir báðir
høvuðspersónarnir eru av lyndi.
Jóannes Eidesgaard, meir og
meir samanbitin eftirhondini,
sum veljarakanningarnar gerast
daprari og daprari, og Høgni
Hoydal, sum hugsunarsamur
stúrir fyri føroysku framtíðini,
um vit fáa fýra ár afturat við eini
ABC samgongu.
Tankavekjandi er tað tó, at tað
ikki er upptøkutólið, sum ”flugan
á vegginum” ið manir fram
nakrar av mest áhugaverdu
løtunum í filminum. Heldur eru
løturnar, tá teir báðir
høvuðspersónarnir vísa mest av
sær sjálvum, væl lagdar til rættis
og kundu eins væl verið partur av
einum vanligum, men góðum,
portretti.
Í einum av hesum brotum
grunar Høgni Hoydal
sjálvrannsakandi yvir, at hann
dugir ov illa at handfara
konfliktir við seg sjálvan, at hann
hevur lyndi til at avbyrgja seg á
sínum kontóri heldur enn at fara
út millum fólk, og at hann ofta
kennir álitið á seg sum eitt stórt
tryst. Í sínum lagi situr Jóannes
Eidesgaard hinvegin og stúrir
fyri, hvussu hann skal handfara
støðuna, tá hann kanska verður
skúgvaður til viks í føroyskum
politikki og næstan beiskur
minnir á, at hann hevur ofrað alt
sítt borgarliga lív fyri politikkin.
Ikki nóg gátuførir
So áhugaverd hesi brotini enn
eru, so eru tey ikki úrslit av
tveimum politikarum, sum í eini
kroystari støðu avdúka meir av
sær sjálvum, enn teir høvdu
ætlað. Og kanska er tað nettupp
trupulleikin hjá filminum, at har
í veruleikanum ikki er so nógv at
avdúka.
Endamálið við ”Fimm dagar
Ov lítið
gátuførir
Filmiska handverkið í ”Fimm dagar fyri
valdið” feilar onki. Spurningurin er, um
søgan handan høvuðspersónarnar er nóg
gátufør, til at halda forvitninum uppi