mánadagur 22. september 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 22. september 2008
33
Framúr góði filmurin
“Fimm dagar fyri valdið”
avdúkar tveir politikarar,
sum hava lært seg retorikk,
meðan tað er so sum so við
politiska innihaldinum
Ummæli
Birgir Kruse
Í bleiktrandi sjónvarpsljósi og
jøvnum tíðindastreymi kann
politikkur tykjast spennandi og
vælskipaður við góðum spuna
smiðum og hollum ráðgevum.
Allir av evstu rók í samfelagnum.
Veruleikin er ein annar. Poli
tikkur er eitt einsamt strev, ið
kostar nógva tíð og stórt persón
ligt offur. Tað prógvar nýggi
heimildarfilmurin við sniðfund
iga heitinum “Fimm dagar fyri
valdið”.
Tí hetta er ein filmur um tveir
menn, Jóannes Eidesgaard og
Høgna Hoydal, ið vilja vald,
kosta hvat tað kosta vil. Hvør
dagur er ein bardagi fyri valdi.
Sum flugan á vegginum fylgja
vit teimum í fimm teir mest
avgerandi dagarnar fyri løgtings
valið í januar. Og hesar fimm
dagarnar falla nógvar grímur.
Millum annað at besti sparr
ingspartnari hjá Jóannesi er
konan Anita, og at Høgni kennir
seg best heima í egna
fílabeinstorninum, sum hann
tekur til. Vit eygleiða eisini ein
bannandi, men skemtingarsaman
Jóannes, meðan Høgni er framúr
siðiligur, næstan turrisligur. Men
so roykir hann so illa.
Upptøkutólini eru sum flugan á
vegginum og tey, ið spyrja,
hoyrast bara hendingaferð. Teir
eru Dánjal Højgaard og Tórður
Mikkelsen. Uppskriftin er hin
góða gamla hjá Niels Juel Arge
at klippa seg úr samrøðuni og
gera seg ósjónligan. Einfalt og
effektivt.
Tað er Dánjal Højgaard, ið
eigur hugskotið handan filmin.
Hann prógvaði eisini sítt
nærverandi dugnasemi við
filminum “Svartur Sannleiki”
(1999) um Ingálv av Reyni.
Nærvera er lyklaorðið í øllum
hansara arbeiði.
Dag fyri dag verður nýggja
søgan um teir fimm valdsdagar
nar søgd paralell, javnfjart, við
báðum høvuðspersóninum í
miðdeplinum.
Krossklippingin riggar væl og
er ofta beinleiðis effektiv fyri
søguna. At gera politikk til
undirhald er ikki lætt. Ja, kanska
er politisk orrusta tað truplasta
og keðiligasta evnið at syfta, tá
umræður undirhald. Men tað
hepnast framúr.
Stórsta styrkin er góði tekst
urin, ið knýtir drúgvu og hend
ingaríku søguna saman, og so
turri upplesturin hjá Pálli
Danielsen. Upplesturin er
somikið góður, at tú gloymir, at
hann er har. Tað er styrkin við
góðum upplestri. Ikki at taka frá,
ella leggja afturat, men bara at
bera søguna fram. Einki annað.
Tá fær filmaða søgan eitt “flow”,
tey rópa. Og “flow” hevur søgan
um teir fimm dagarnar, ið
filmaði valdsdysturin hjá Høgna
og Jóannesi varir.
Verri er statt við politiska
landslagnum í landinum. Mangan
verður tosað um spunasmíð,
revakøkur og rossahandlar á
hægsta stigi. Hesin filmur
avdúkar, hvussu syndarliga illa
politiska apparatið hjá flokk
unum riggar. Tað er ikki bara
innihaldsleyst, tað er beint fram
høpisleyst.
Besta brotið at prógva hetta er
fyrst ein bussfundur hjá
Javnaðarflokkinum á Kambsdali
og so ein busstúrur hjá Tjóðveldi
í Sandoynni, har tveir lokalir
høvuðkambar fara upp at kóla,
meðan vit øll fylgja við. Óbetali
ligt. Og so ein taktisk samrøða
millum Jóannes og Kristian
Magnussen. Óbetaliligt.
Í skemtiligu deildini er besta
brotið, tá Hendrik Old skriðar
sær í rygginum upp móti dura
karminum á Apotekinum.
Óbetaliligt.
Og so mátti tað koma. Klippið
frá valfundinum í Miðlahúsinum,
tá Jóannes nevnir kúbeinið úr
amboðskassanum hjá Høgna. Tá
flenti allur salurin, eisini báðir
høvuðspersónarnir. Ein praktfull
biografuppliving.
Skilligt er at politikararnir, ið
allir eru menn, hava lært seg
hugtakið retorikk. Teir skriva og
finna uppá tey fagrastu orðini.
Bara Anita, kona Jóannes, talar
at. Við hesum filminum kunnu
vit siga at retorikkurin vann, men
innihaldið tapti.
Eitt sindur óvanligt, at ein sjón
varpsfilmur, sum Kringvarpið
hevur gjørt, verður sýndur, sum
var tað ein biograffilmur. Men
undirtøkan var stór, og politiska
støðan gav filminum nýggjar,
óvæntaðar dygdir. Serliga tí at
høvuðspersónarnir, Jóannes
Eidesgaard og Høgni Hoydal,
sótu á fremsta beinki í Norður
landahúsinum.
Hetta er styrkin við biograf
sýningum – menniskjansliga
samveran, at hitta fólk, skifta orð
um brot og vendingar í filminum
og so at flenna í felag, tá okkurt
stuttligt verður sagt.
Við at sýna filmin á henda
hátt, fingu vit eina kærkomna
biografuppliving. Í somáta eru
Føroyar kargar. Sera kargar.
Filmar eiga at síggjast í biografi.
Eisini eygleiðandi heimildar
filmar sum “Fimm dagar fyri
valdið”.
Retorikkurin vann
– innihaldið tapti
fyri valdið” er at geva
áskoðaranum eina aðra mynd av
hesum báðum politikararnum,
enn hana, vit vanliga síggja. Um
hetta skal eydnast, treytar tað
sjálvandi, at áskoðarin gongur
við eini kenslu av, at okkurt
(nógv?) er fjalt fyri honum. Og
tað ivist eg í, um føroyski
áskoðarin ger. Til tað er frástøðan
millum vanlig fólk og føroyskar
politikarar ov lítil. Til tað er tað
ivasamt, um føroyskir politikarar
tykjast fólki nóg gátuførir.
Hinvegin trúgvi eg, at tað kom
óvart á áskoðaran at síggja,
hvussu illa tvey politisk floks
apparat virka. Her var upptøku
tólið stillisliga náðileyst í
mátanum tað avdúkaði, at stórur
partur av politisku strategiini var
latin til tilvildina, at ikki ein tann
einasti professionelli ráðgevin
ella spindoktarin var uppi í
politiska leikinum heldur ikki
til allarseinast, har tað í staðin
var kona løgmann, Anita, í kom
við góðum ráðum.
Aktuella orrustan millum teir báðar høvuðspersónarnar í filminum, Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, var
gloymd eina løtu í gjárkvøldið í Norðurlandahúsinum