mánadagur 22. september 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 181 - 22. september 2008
Leikurin “Nordost” er
sterkur og viðkomandi,
har tú viðhvørt kenn
ir teg sum part av
hesum óhugnaliga og
meiningsleysa drama
Ummæli
Eyð Matras
Fríggjakvøldið klokkan 20.00
vórðu dyrnar latnar upp til týska
leikin Nordost, eftir Thorstein
Buchsteiner. Og var tað við
spenningi, at fólk høvdu trokað
seg framat dyrnum at síggja
henda nógv rósta og virðislønta
leik.
Men tey, sum stóðu fremst,
vórðu ivaleyst vónbrotin, tí tað
gjørdust tey, sum komu seinast
til sjónleik hetta kvøldið. Enn
einaferð var alt vent á høvdið á
Meiarínum. Ótrúligt. Aftur ein
nýggjur vinkul á hesum evarska
lítla teatri, kallað Tjóðpallur
Føroya. Spennandi.
Nordost er dokumentarleikur um
gíslatøkuna á Dubrowka
leikhúsinum tann 23. Oktober í
2002, tá ið 42 tjetjensk
yvirgangsfólk hertóku leikhúsið
og tóku 850 áskoðarnar sum
gíslar. Eini 150 fólk doyðu.
Leikurin er um tríggjar kvinnur
staddar í trimum ymiskum
heraðshornum. Tvær í Moskva
og ein í Tjetjenia. Tær gerast
allar partur av einum ógvusligum
og ólukkiligum drama, tá
tilvildin førir tær saman til
russiska sangleikin Nord-Ost. .
Vit hitta Svørtu einkjuna Tsura,
sum fyrst misti mannin og síðani
alt annað, áðrenn neyðin og
hatrið til russarnar fær hana uppí
Svørtu Einkjurnar. Lettiska
læknan Tamara, ið er einkja eftir
russsiska hermannin Nikolaj.
Hann tók lívið av sær aftaná at
vera afturkomin úr Tjetjenia.
Triðja kvinnan, russiski
bókhaldarin Olga, sum droymir
um, at dóttirin skal gerast
balettdansarinna.
Hertøkan av leikhúsinum
byrjar, stutt eftir at seinni partur
av sangleikinum byrjar. Hetta
sær út at vera ein partur av
leikinum, tá 42 vápnaðir yvir-
gangkroppar í nýtímans búnum
tysja inn á pallin. Menninir eru
aftast. Fremst standa kvinnurnar,
við peikandi maskinbyrsum beint
móti áskoðarnum, og við bumbu-
beltum festum um miðjuna.
Søguna handan svørtu einkjuna
kenna vit. Og hon verður ikki
minni áhugaverd tá ið vit hitta
hana í sprell livandi líki á
Tjóðpalli Føroya. Innast inni vita
vit, hvør hon er. Onki menniskja,
í sínum besta blóma og við
framtíðarvónum bindir eina
bumbu um sína miðju. Hetta
gera bert spilt og oyðiløgd
menniskju.
Gunnvá Zachariasen hevur
leiklutin sum tann svarta einkjan
. Og hetta megnar hon framúr
væl. Leikluturin er trupul,
myndin kann lættliga gerast
svørt/hvít og yvirspælast. Men
Gunnvá klárar tað. Hon er á
markinum. Tú merkir hennara
innara rastloysi, spenningin, júst
sum eina tikkandi bumbu. Nær
man hon fara at eksplodera?
Mótsetningurin er læknin
Tamara, leiktur av Súsannu
Tórgarð. Lýsingin av hesum báð-
um persónum sum mótsetningar
er ógvuliga rørandi. Tað kalda og
oyðilagda menniskja mótvegis tí
heita og fjálga. Hon hevur valt
leking og plástur uppá sárið sum
sítt lívsstarv. Hetta fær ísakalda
klumpin í búkinum at brána.
Tann triðja , Olga, verður leikt
av Biritu Mohr. Ein góðslig
kona, sum brúkar næstan eina
heila mánaðarløn, tí hon so fegin
vil í leikhúsið. Hon, maðurin og
dótturin. Einasta ynski er at
síggja ein sjónleik, sum hevur
ein happy end. Myndin av tí
níggju ára gomlu dótturini í
hvítum balettskóm er knívs-
skorin. Og nú fert tú at gráta.
Leikurin er væl skrivaður,
knappur í vending, og við
spenningi fylgja vit hesum
trimum kvinnum, áðrenn tær
møtast í leikhúsinum. Kendist
kanska eitt sindur striltið at fáa
leikin í gongd, men tá ið tú
hevði vant teg við at síggja hinar
áskoðarnar, plaserað leikararnar
og góðtikið nógvu fremmandu
heitini, bar til at slappa av og
njóta leikin.
Og tó, hetta er ikki ein leikur,
har tú sleppir at flýggja inn í tín
egna hugaheim og rura teg í
blund. Tvørturímóti. Tú verður
skrykt upp úr innlivilsinum og
konfronterað við dokumentarisku
fakta. Og tú hugsar: Hvussu kann
hetta henda. Hví hendir tað, og
ikki minst, vónin - at tað má
finnast ein loysn, hóast tú kennir
endan.
Ria Tórgarð hevur leikstjórnað
Nordost, og hevur tað veruliga
eydnast henni at temja tríggjar
sterkar leikarar. Hon heldur
teimum í strømmum teymum
meðan sorgin, vónloysi og hatri,
galoperar innaní. Teimingin er
ótrúliga góð, og viðhvørt kennast
tær so nær, at hjartaslátturin
títtast og tú heldur andanum og
bíðar í spenningi, sjálvt eisini tá
onki hendir.
Pallmyndin er ráð og køld og
næstan nakin. Og sama er við
ljósinum. Og hetta er framúr
gott. Leikarnir hava ongan kjans
at fjala seg, ei heldur at lúgva.
Spælið verður rátt, erligt og beint
í fjesið. Og tó. Eg haldi, at
tunnir, stigar og annað virkaði
næstan sum órudd. Hetta hevði
onki, hvørki við leikin ella
leikarnar at gera.
Og bleiktrandi ljósið á læknan
var ikki ein ambulansi og ei
heldur flimrið frá einum drive in-
biografi. Hetta var eitt tekniskt
brek. Men tað virkaði.
Leikurin Nordost er hending frá
veruliga lívinum og í leikinum
spegla kvinnurnar sær í lagnuni
hjá hvørji aðrari og læra av tí tær
síggja. Og hetta fríggjakvøldið
gjørdist eitt sætt drama. Meir
dramatiskt enn tað tú nakrantíð
upplivir framman fyri skíggjan
og enn tá við Gekki á borðinum.
Á Tjóðpalli Føroya er onki hokus
pokus og ongar trillandi
milliónir. Men Tjóðpallurin
hevur vunnið. Við leikinum
Nordost hevur tað enn einaferð
eydnast at ríka okkum. Vit vera
bjóðaði við uppí kjakið. Og ikki
minst, vit eru eisini við í tí, sum
gongur fyri seg á sjónleikar
pallinum í Evropa. Og tað er ein
frálík spegilsmynd, sum vit eiga
at hyggja nærri at.
Nordost:
Hjartanemandi drama á Tjóðpallinum
Gunnvá Zachariasen megnar
framúr væl trupla leiklutin
sum svarta einkjan. Tú merkir
hennara innara rastloysi,
spenningin, júst sum eina
tikkandi bumbu, sigur
ummælarin og sjónleikarin,
Eyð Matras, millum annað um
leikin ”Nordost”, ið er at síggja
á Tjóðpallinum