mánadagur 22. september 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 22. september 2008
35
Stutt Sagt
London
nýggja
floghavn
Borgarstjórin í London,
Boris Johnson, hevur sett
umsitingina til at tekna eina
nýggja floghavn til býin.
Verður ætlanin veruleiki,
verða tær báðar verandi
floghavnirnar,
Heathrow
og Gatwick, latnar aftur.
Tann nýggja floghavnin
skal eftir ætlanini hava
fýra lendingarvallir vog
skal byggjast nærhendis
munnanum á Themsen-
ánn. Mett verður, mat tað
fer at taka seks ár at gera
ta nýggju floghavnina.
Samstundis skal ein jarn-
breyt til snartok byggjast
millum floghavnina og
London, soleiðis at tað fer
at taka ein hálvan tíma at
koyra hvønn vegin.
Boris Johnson sigur við
Time, at tá hug verður
eftir tí, sum verður gjørt í
øðrum stórum býum so
sum Hongkong og Wash-
ington, so vísir tað seg at
bera væl til at flyta sjálvt
tær størstu floghavnirnar.
Amerikanar
í tjøldum
Búskaparkreppan í USA
hevur havt við sær, at nógv-
ir amerikanarar hava mist
síni hús ella sína íbúð, og í
fleiri býum síggjast altsamt
fleiri og fleiri tjøld, har
heimleys fólk royna at
búleika sum frægast.
Tíðindamaðurin
hjá
norska blaðnum Aften-
posten skrivar, at nú eru
slíkir tjaldbýir at síggja
um alt USA, og talsmaður-
in hjá teimum heimleysu
sigur við blaðið, at tað er
eingin ivi um, at altsamt
fleiri amerikanarar verða
fátækir og heimleysir.
Í býnum Reno í statinum
Nevada fáa tey heimleysu
mat frá sonevndum suppu-
køkum, sum hjálpa teim-
um heimleysu og fátæku í
býnum. Nevada er serliga
meint raktur av kreppuni,
og eingin statur hevur
havt so nógvar tvingsils-
sølur sum har.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Teir, sum ætla sær at søkja at Iran, verða
handbrotnir, áðrenn teir fáa loyst tað fyrsta skotið av
Iranski forsetin
útlond
Sum agentur hjá
ísraelsku fregnar
tænastuni Mossad
beindi Tzipi Livni
fyri einum irakskum
vísindamanni
Í síðstu viku bleiv Tzipi
Livni vald til formann í ísra-
elska
stjórnarflokkinum
Kadima, og alt bendir tí á,
at hon skal taka við sum for-
sætisráðharri,
tá
Ehud
Olmert fer frá fyrst í næsta
mánað.
Tað er alment kent, at
Tzipi Livni var agentur í
ísraelsku fregnartænastuni
Mossad, tá hon var yngri,
og nú eru fjølmiðlarnir farn-
ir at róta í hennara fortíð.
Millum annað er komið
fram, at hon arbeiddi á Mos-
sad-deildini í París í áttatiár-
unum, og at hon var við, tá
Mossad drap ein irakskan
kjarnorkuvísindamann
í
franska
høvuðsstaðnum
í1983 við at geva honum eit-
ur.
Um
hetta
mundið
arbeiddi stýrið hjá Saddam
Hussein við at útvega sær
kjarnorkuvápn, og Mossad
hevði fingið til uppgávu at
forða tí.
Tzipi Livni hevur sýtt
fyri at gera nakra viðmerk-
ing til tað, sum er komið
fram um hennara tíð í Mos-
sad. Ein fyrrverandi leiðari
í fregnartænastuni, Ephraim
Halevy, sigur við bretska
blaðið Times, at at Tzipi
Livni var við í einari ser-
vandari deild hjá Mossad,
men hann vil ikki siga,
hvørjum uppgávum deildin
tók sær av.
Pakistanska stjórnin
lovar at geva teimum
hernaðarligu bólk
unum eitt hóskandi
svar upp á ta ógvus
ligu atsóknina at
Merriotthotellinum
Enn hevur eingin átikið sær
ábyrgdina av teirri ógvusligu
bumbuatsóknini at Merriott-
hotellinum í Islamabad um
vikuskiftið, tá 53 fólk lótu
lív, og meiri enn 260 vórðu
særd. Rehman Malik, sum er
ráðgevi hjá stjórnini í innan-
ríkisviðurskiftum, er kortini
ikki í iva um, at tað var annað-
hvørt Taleban ella al-Qaeda
ella kanska bæði í felag, sum
skipaðu fyri atsóknini.
- Atsóknir av hesum slag-
num hava altíð bent okkum á
leiðirnar á markinum millum
Pakistan og Afghanistan, sig-
ur hann við bretska kring-
varpið BBC. Í hesum økin-
um er tað ógvuliga avmark-
að, hvat teir pakistonsku
myndugleikarnir
hava
at
siga, og tí hava tær víðgon-
gdu rørslurnar næstan frítt at
fara har. Men nú lovar paki-
stanska stjórnin at fremja
neyðug hernaðarlig átøk í
marknaøkinum sum svar upp
á bilbumbuatsóknina um
vikuskiftið.
Var ikki málið
Tað eru tey,sum halda, at
tann sterka spreingingin var
als ikki ætlað Merriott-hot-
ellinum. Pakistanski forsætis-
ráðharrin,
Yousuf
Raza
Gilani, sigur við pakistanska
blaðið The Dawn, at tað upp-
runaliga bumbumálið var for
sætisráðharrabústaðurin, har
fleiri av landsins fremstu
politikarunum sótu og ótu
døgurða, tá spreingingin var.
Men
trygdartiltøkini
gjørdu, at bumbumaðurin
slapp ikki til bústaðin hjá for-
sætisráðharranum,
og
tí
snaraði hann lastbilinum og
rendi hann inn í portrið uttan
fyri hotellið, har hann spron-
gdi 600 kilo av spreingievni í
luftina.
Gilani, forsætisráðharri,
sigur, at herurin fer at svara
álopinum, men at teir, sum
vilja lata myndugleikunum
síni vápn, fáa høvi til tess
uttan rættarsókn. Hann sig-
ur eisini, at avvarandi hjá
teimum, sum doyðu í atsókn-
ini, fáa fíggjarliga hjálp frá
tí almenna. Tey særdu fáa
eisini, men minni.
Leita eftir dana
Nakrir danir vóru á Mer-
riott-hotellinum, tá spreing-
ingin var, og ein teirra er
ikki komin afturíaftur. Utt-
anríkisráðið í Keypmanna-
havn hevur váttað, at talan
er um ein mann, sum
arbeiddi fyri fregnartænast-
una hjá donsku løgregluni,
PET, og at hann var í Paki-
stan og hjálpti sonsku sendi-
stovuni har við trygdar-
viðurskiftum.
Danski
sendiharrin
í
Pakistan, Anders Hougård,
segði við kringvarpið DR í
morgun, at fólk hjá sendi-
stovuni leita framvegis eftir
tí horvna manninum. Sendi-
harrin segði, at umleið 250
sjúkrahús eru í økinum, og
at leitað verður allastaðni.
Donsku
fjølmiðlarnir
søgdu í morgun, at tað eru
ógvuliga smáar vónir um at
finna tann horvna PET-
mannin á lívi.
Livni var við til at beina
fyri irakskum vísindamanni
Fyrrverandi Mossad-
agenturin Tzipi Livni
Mynd: Polfoto
Merriott-hotellið fór illa av bumbuni og eldinum, sum breiddi seg sera skjótt orsakað av einum gassleka
Mynd: Polfoto
Pakistan fyrireikar svar
London
fær nýggja
floghavn
fyri Heath-
row og
Gatwick
Mynd: Polfoto