mánadagur 22. september 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 181 - 22. september 2008
Mentan
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Føroya Studentaskúli er í fullari
ferð við framleiðsluna og fyri
reikingarnar til stóra sangleikin
Hair. Fríggjamorgunin var boðið
til tíðindafund í bygninginum hjá
Føroya Tele, ið eisini er høvuðs
stuðul. Á skránni vóru røður,
framførslur og ymiskt annað.
Mikkjal Hvannastein, ið er skúla
stjóri á Studentaskúlanum í
Hoydølum, helt fundin og eina
røðu, har hann greiddi frá
ymiskum, ið har til hoyrir.
Hair á Broadway
Søgan aftanfyri sangleikin Hair
byrjar í høvdinum hjá tveimum
djørvum og vónríkum ameriku
monnum og einum kanadiu
manni. Teir tríggir skrivaðu ein
slóðbrótandi sangleik um rákið
tá, uppreistur og frælsi. Í 1965
byrjaði verkætlanin og longu í
1968 var leikurin á Broadway, ið
er ein hin størsti heiðurin innan
sjónleik. Tað gekk ikki uttan
trupulleikar at fáa leikin so langt,
men drivið var á og tað vísti seg
at hann var somikið nýskapandi
og áhugaverdur. Millum annað
høvdu sangleikir í tí tíðini
millum 12 og 15 sangir, men
Hair hevði heilar 33 sangir.
Leikurin var framførdur á
Broadway í heili seks ár.
Líka síðan heimurin fekk
eyguni upp fyri hesum leiki
hevur áhugin bara vaksið. Runt
um í øllum heimspørtum hevur
hann verið at sæð. Nógv var
eisini gjørt burturúr 40ára
haldinum, ið væntandi fór lata
eyguni hjá amerikumonnum enn
meira upp fyri honum.
Hár á føroyskum
Flestu fólkini, ið eru innblandaði
nýta gerandisdagarnar í studenta
skúlanum í Hoydølum. Umframt
tey eru onnur, eittnú Tórshavnar
Musikkskúli og Tekniski Skúli í
Tórshavn, ið stendur fyri fyri
reikingum innan el og træ og
hárfríðkan.
Mikkjal Hvannastein kundi
siga frá skúlanum, at nógv tos
var um leikin millum næming
arnar á skúlanum. Heili 55
næmingar viðvirka og yvir
hundrað vóru við til hørðu
útveljingina. So millum næming
arnar, eisini teir, ið ikki bein
leiðis viðvirka, er nógvur
spenningur og stórt forvitni.
Hjá honum sjálvum samanbar
hann tiltakið hendan morgunin,
við eina rakett, ið fer avstað. Eitt
suð í búkinum, ótrúligur spenn
ingur. Sjálvur hevði hann ikki
verið við til nakra venjing, og
ánaði ikki hvat hann skuldi
vænta, men hann segði seg ikki
vera minni enn hugtiknan av tí,
sum hann hevði sæð. Fyri hann
birtust somu kenslurnar, sum tá
FAMEleikurin leikaði harðast á.
Fyri hesar 55 viðvirkandi næm
ingar, koma nógvu fyrireiking
arnar ikki at kosta nógva skúla
tíð, tríggir dagar fara tó við
Hair av álvara
í umbúna
Sangleikirnir, ið hava verið sera væl
umtóktir seinastu árini, ber ikki til
at komast undan, tá tosað verður um
føroyska list og mentan. Aftanfyri
leikir sum »Fame« og »Jósef og tað
ótrúliga litfagra dreymakotið«,
stendur Føroya Studentaskúli. Enn
einaferð kemur ein navnframur
umsettur sangleikur, nevniliga »Hair«