Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 22. september 2008 tíðindi Brot úr røðu hjá Jan Mortensen, stjóri á Føroya Tele Jan Mortensen Í størru grannalondunum eru sangleikir ella musicals ein hornasteinur í upplivingarvinnuni. Í okkara lítla samfelag eru slíkir sangleikir als eingin sjálvfylgja. Tað krevur talent, dirvi og ikki minst ágrýtni og áræði, at fáa slíkt at bera til. Júst hesar eginleikar hevur Studentaskúlin og Rútmiska Kórið í Hoydølum víst við leikunum »Jósef og Dreymakotið« og »Fame«. Tað var tí ikki nógv at ivast í hjá okkum, tá Rútmiska Kórið í Hoydølum vendi sær til okkara í vár. Sjálvandi vildu vit fegin stuðla uppsetanini av sang­ leikinum Hair, tí vit vita frá royndum, at sangleikirnir, sum Studentaskúlin fyrr hevur sett upp borga fyri dygd og pro­ fessionalismu. Vit eru sannførd um, at eisini hesin leikur verður vístur fyri fullsettum Norður­ landahúsi, og er enn ein tryggur vinnari hjá Studentaskúlanum. Tað eru vit sum takka fyri, at vit hesaferð fingu høvið til at vera ein partur av hesum. Vit kenna øll sangleikir frá ferðum uttanlanda ella frá sjónvarpinum. Føroya Tele sær tað sum part av sínari uppgávu, at bera alheimin til Føroya, ikki bara við okkara samskiftismøguleikum, men eisini á henda hátt vilja vit byggja brýr. Her eru vit við til at fáa nakað av kosmopolitiska alheiminum heim til Føroya. Sjálvur sá eg sangleikin Hair í London sum 16 ára gamal í 1975. Tá hevði eisini eg hár – langt hár. Og leikurin var ein so kollveltandi uppliving fyri ein ungan bygdadrong, at tað er ilt at seta orð á. Tí eri eg sera spentur uppá at síggja, á hvønn hátt Studenta­ skúlin fer at lýsa lív og levnað í ’68­unum. Ikki fyri at stuðla undir slíkum levnaði, men júst hetta ’68­ættarliðið kom sera væl fyri seg og hevur síðani givið sítt stóra íkast og íblástur til samfelagið. Vit ynskja Studentaskúlanum og Rútmiska Kórinum í Hoydølum góða eydnu við leikinum! sýningum. Men heldur má frítíðin líða. Longu venjingarnar og nógvu skúlatingini fella tungt hjá summum. Tó tykjast øll at vera spent og jalig viðvíkjandi øllum. Trend marknaðarførsla Føroya Tele sá beinavegin møgu­ leikan í tí, tá spurt var um at stuðla tiltakinum. – Tað hevur jú verið sera flott fyrr, bæði við Fame og Jósef, segði Annleyg Lamhauge. – Tað er modernað, trend, hippie, populert. Hug­ sjónin, ið merkti ungdómin í ’68 er við at gerast móti. Ætlanin er at seta sterkt fokus á leikin, teletíðarkortini fara at hava búmerkið hjá leikinum á, og kampanjur av ymiskum slagi vera at síggja. Málið er at náa yngru kundarnar. Forsølan er byrjað Eftir røðurnar vóru hildnar, sáttmálin undirskrivaðir, sang­ irnir sungnir og dansirnir dansaðir, vóru forkunnugar bakaravørur bjóðaðar og skúlastjórin endaði fundin. Kunngjørt var at forsølan byrjaði sunnunáttina á miðnátt á heimasíðuni hjá Norðurlanda­ húsinum, www.nlh.fo. Fyrsta sýningin verður fríggjadagin 14. novembur klokkan 19:30.