týsdagur 23. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 182 - 23. september 2008
Mánadag seinna
part boðaði Norður
landahúsið til tíðinda
fund viðvíkjandi Norð
urlendsku Filmsvikuni,
ið verður hildin 11.17.
oktobur. Nógv nýtt
føroyskt tilfar verður at
síggja, umframt filmar
úr Íslandi, Danmark,
Noreg, Svøríki, Finn
landi og ein úr Belgia.
Endamálið við films
vikuni, er at lata eyg
uni hjá føroyingum
upp fyri hini størstu
listagreinini í
heiminum
List
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Martin Nolsøe Simsonsen,
leiðari í Klippfisk, umtalaði
filmslistina, sum tí størstu
listagreinina, tí í størst vøkstri
og við flest møguleikum.
Ofta verður filmur ikki
bundin saman við orðinum
list, men heldur undirhald.
Nógvar ymiskar greinar eru
innan film, heilt frá skemti
filmum til álvarsamar doku
mentarfilmar til sjáldsamar
løgnar listafilmar – á hvør
sín hátt kunnu allir kallast
list. Úrvalið av filmum, ið
vanligi føroyingurin hevur
møguleika at síggja er sera
snævurt. Serliga tá hugsað
verður um norðurlendskar
filmar, sum í hesum døgum
eru í øgiligari menning.
Urd Johannesen, ið er verk
ætlanarleiðari og stigtakari,
var fyri ári síðan í Finnlandi,
har hon veruliga fekk eyguni
latin
upp
fyri
finskum
filmum og norðurlendskari
filmslist sum heild. Fleiri og
fleiri fáa sær útbúgvingar inn
an júst hetta økið og filmar í
hópatali verða framleiddir í
grannalondum okkara. Ísland
er av álvara komið við uppí
leikin, seinastu árini. Nú
verða umleið tveir íslendskir
filmar framleiddir árliga. Á
stevnuni í ár verður íslendski
krimifilmurin
frá
2006
»Mýrinn« sýndur. Filmurin
er viðurkendur á altjóða støði
og er mettur til meir enn 7
stjørnur av 10 møguligum á
heimasíðuni
IMDb.com.
Enska heitið er »Jar City«.
Hópur av
føroyskum tilfari
Tó ikki nógvir spælifilmar
eru lætnir úr føroyskum
hondum, liggur nógv tilfar,
ið hevur uppiborið at síggja
dagsins ljós. Martin Simon
sen, úr Klippfisk greiddi
frá, at í Dansistovuni í Norð
urlandahúsinum, har barna
filmar, verða sýndir tíðliga
um dagin, verður ymiskt
føroyskt tilfar víst.
Sendingin Agurk, ið fekk
stóra undirtøku, birti undir
nógvum ymiskum hugskot
um og filmsskúlin Klippfisk
veitir møguleikar hjá flest
øllum at menna síni evni.
Nógv evnisrík listafólk
hava brúkt tímar inni hjá
Klippfisk og fleiri av verk
um teirra verða at síggja í
filmsvikuni.
»Mítt Rúm«
Hetta er heitið á einum av
mest áhugaverdu útspølun
um á filmsvikuni. 24 ára
gamli Heiðrik av Heygum
stendur aftanfyri stuttfilmin.
Hann hevur seinasta árið ver
ið á Kort og Dokumentar
filmskolen í Keypmanna
havn.
Filmurin snýr seg um ein
drong, ið kennir ein longsul
eftir nærleika. Mamman
veit ikki hvat hon skal gera,
so hon keypir honum eina
teldu. Teldan megnar at upp
fylla tørvirnar hjá drongin
um. Filmurin er svartur og
hvítur, og hevur íblástur frá
filmum úr ’50árunum.
Hugskotið liggur í, at fólk
senda meira og meira upp
lýsningar um seg sjálvi út á
alnótina, og við hesum megn
ar teldan at skapa eina mynd
og skilja persónin aftanfyri
skýggjan. Filmurin hevur
føroyska talu, men enskar
undirtekstir, við tí fyri eyga,
at hava møguleika fyri at
verða nýttur uttanlands.
Framleiðslan er nærum
øll føroysk, men ikki lætt
var at finna fólk, tí so fá
eru, við neyðugu førleikun
um. Útgerð og tílíkt var
eingin trupulleiki at fáa frá
Klippfisk, ið hevur verið
honum ein dyggur stuðul.
– Eg hopi at eg kann inspir
era onnur ung, segði Heiðr
ik av Heygum at enda.
Filmsvikan
Stórar vónir eru fyri films
vikuni, og fyrireikararnir
vænta nógvar gestir. Men
mest av øllum at byrja nak
að nýtt. Smala úrvalið av
filmum, ið føroyingar eru
vanir við, verður víðkað
nógv og karmarnir veita nak
að nýtt og spennandi. Mill
um filmarnar gera karm
arnir í Norðurlandahúsinum
tað lættliga møguligt at kjak
ast og práta um tað, ið hevur
verið á skránni. Veruliga
endamálið er jú at lata eyg
uni upp fyri hesi listavinnu
og fyri stóra ríkidøminum,
ið er at finna her.
Filmsvikan er samstundis
sum skúlarnir eru í heyst
feriu, og hetta vænta fyri
reikararnir fer at lokka børn
og ung á vitjan. Gjøgnum
vikuna ferður farið frá
fyrsta degi har Føroyar eiga
høvuðsleiklutin, til Ísland
eigur hann annan dagin, síð
an Noreg, Svøríki, Finn
landi, Danmark og aftur til
Føroya.
Fyrsti filmurin verður
»Mítt Rúm« hjá Heiðrik av
Heygum, og verður sýndur
leygardagin 11. oktobur
klokkan 19:15.
Filmslistarlig vika í Norðurlandahúsinum
Nærverkið á JobMatch í Keypmannahavn
Á JobMatchstevnuni, sum verður á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fríggjadagin 26. og
leygardagin 27. september 2008, fer Nerverkið at dyrgja eftir nýggjum starvsfólkum. Vit hava ein bás á
framsýningini, har høvi verður at hitta starvsfólk frá ymisku deildunum, og kl. 13.00 báðar dagarnar
verður áhugaverd framløgu um nógvu ymisku starvsmøguleikarnar í Nærverkinum, sigur Nærverkið í
tíðindaskrivi. Nærverkið fær í komandi árum at hava tørv á nógvum starvsfólkum, og tey vóna, at
JobMatch fer at vekja áhugan hjá útisetum og dønum við røttu útbúgvingunum at koma heimaftur á
klettarnar.
Urd Johannesen, Martin Simonsen og Heiðrik av Heygum eru tríggir lyklapersónar á filmsvikuni
Heiðrik av Heygum lýsir eina framtíð, har teldur koma at
spæla alsamt størri leiklut, í filminum »Mítt Rúm«
Mynd úr filminum