Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 182 - 23. september 2008 Hóast tað í gjár­kvøld­ ið ljóðaði, at ABC­ flokkar­nir­ ætlaðu at samr­áðast út í eitt til eitt úr­slit fyr­ilá, fór­u fólk til hús stutt eftir­ klokkan níggju í mor­gun SAMRÁÐINGAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað bendir alt á, at sam­ ráðingarnar um býti av málsøkjum ikki hava gingið so væl, sum floksfor­ menninir vónaðu undan, at samráðingarnar byrjaðu stutt eftir klokkan 13 í gjár. Hinvegin væntaðu teir drúgvar samráðingar, men søgdu seg ætla at samráðast út í eitt, til semja varð fingin um býti av málsøkjum. Tað hevur ikki verið møguligt at fingið orðið á floksformenninar í morgun, og tí ber heldur ikki til at siga, hvussu stendur til við samráðingunum og hvat møguliga er knúturin, sum er so drúgvur at loysa, at samráðingarnar máttu leggjast niður. Tað skiltist á lagnum, at allir tríggir floksformenninir fegnir tóku við løgmans­ embætinum, og har vóru teir báðir nýggju, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen kanska meiri avgjørdir enn Jóannes Eidesgaard. Men sum nevnt er einki frætt frá samráðingunum annað, enn at flokkarnir eru farnir hvør til sín, men skulu hittast aftur klokkan 17 í dag. Drúgvar samráðingar Ger­har­d Lognber­g, sum vendi CHE­ samgonguni bakið, tá hon ikki vildi vita av Sandoyar­tunlinum, er­ hinvegin par­tur­ av ABC­samgonguni POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv umrøddu tunlarnir hava verið úti fyri einari kúvending, nú ABC­ flokkarnir hava skrivað nýtt samgonguskjal. Og Javn­ aðarflokkurin er aftur full­ mannaður, eftir at Gerhard Lognberg vendi seinastu samgonguni bakið. ­ Eg eri væl nøgdur við tað, sum stendur í sam­ gonguskjalinum. Man kundi altíð ynskt sær tað betur, men eg haldi, at tað er nøktandi fyri meg, sigur Gerhard Lognberg. Hann avdúkar, at tað stendur í samgonguskjali­ num, at tá Norðoyatunnilin er niðurgoldin, verður byrjað at gjalda inn til Sandoyartunnilin. ­ Hann verður skipaður í partafelagsformi eins og hinir undirsjóvartunlarnir, meðan Skálafjarðartunnilin verður privatur, kundi Gerhard Lognberg avdúkað, beint undan at tingmann­ ingarnar settust saman at tingast um býti av málsøkjum. Hann váttar sostatt, at hann er partur av samgong­ uni, sum hevur skrivað samgonguskjal, og sum enn tingast um málsbýtið. Skálafjarðartunnilin privatur Samráðingarnar gjørdust drúgvar um býti av málsøkjunum. Drúgvari enn floksformenninir væntaðu í gjár Nú røkist aftur fyri, at hjartaðmálið hjá Gerhard Lognberg, Sandoyartunnilin, aftur verður settur á breddan. Við tí fyrivarni, at ABC-flokkarnir finna fram til eina semju um býti av málsøkjum Partabrævakursir kava Um allan fíggjarheimin eru partabrævakursirnir falnir munandi, meðan bíðað verður eftir amerikansku bjargingarætlanini, har stjórnin ætlar at spræna 700 milliardir dollarar (um 3.500 milliardir krónur) á marknaðin. Í London fall FTSE 2,2%, í París fall Cac 40 við 1,9%, í Frankfurt fall Dax 1%. Og í Hong Kong fall HSI nærum 4%. Eisini USA merkti sviðan, tá Dow Jones í gjár fall 3,3%. Í Europa stóð ringast til hjá bankunum, og bæði Deutsche Bank og Royal Bank of Scotland fullu meiri enn 5% og sveitsiska UBS 4,2%, skeivar BBC.