Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 182 - 23. september 2008 Í gjár stákaðust nógv fólk í hølunum hjá Ebenezer í miðbýnum í Havn. Heilir 800 svartir sekkir, fullir av klæðum, skógvum og leikum skuldu pakkast, og so við og við byrjaði eitt fjall at taka skap. Hetta arbeiði hevur verið í fleiri ár og klæðini verða send til neyðstødd í Rumenia Hjálpararbeiði Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ikki minni enn eitt fjall av sekkum stóðu í einum enda á hølinum, meðan borð, full av klæðum fyltu restina. Fólk stákaðust, sorteraðu og løgdu saman. Hýrurin var góður og eingin tyktist at standa hendur í favn. Birgir Andreasen er sam­ skipari og hevur verið tað í fimtan ár. Sjálvur gleðir hann seg at fara longu leið­ ina enn eina ferð. Arbeiði hevur verið samskipað á hendan hátt í 15 ár nú, men eisini í ’80­unum vóru líkn­ andi ferðir gjørdar, hóast mikið torførari var at sleppa inn í Rumenia tá. Gjøgnum hesi nógvu árini eru bond knýtt millum føroysku toymini og fólkið á staðnum, so væl liggur fyri at samskifta og koma uppá pláss. Birgir Andrea­ sen hevði í morgun prátað yvir telefon til onkran á staðnum, og visti at siga frá at ikki einans føroyingarnir eru spentir um túrin í ár. Breiðar herðar bera Sosialurin fekk orð á Karin í Liða, ið var millum fólkini, ið arbeiddu hendan seinna­ partin. Hon greiddi frá at vanliga verður farið tvær ferð árliga til Rumenia við klæðum, men hetta er fyrstu ferð í trý ár, hetta er millum annað orsøkin til ógvusligu rúgvuna. 14 fólk fara avstað, fyrst við Norrønu til Dan­ markar seinnapartin hósdag­ in, síðan verður leiðin hildin fram við bussum til Rum­ enia. Túrurin er 17 dagar langur og komið verður aft­ ur mánadagin 6. oktobur. Komin til Rumenia verða evangelisk møti hildin á stað­ num og klæðini verða koyrd út til ymiskar samkomur har. Samkomurnar á staðnum kenna betri neyðina hjá fólk­ inum og hava betri fyritreytir fyri at býta út. Fleiri hava vent sær aftur til Føroya við tøkk fyri alt, ið er gjørt fyri tey. Hjálpararbeiði byrjaði við ymsum afrikanskum lond­ um, eisini hevur hjálp verið send til Kosovo, meðan kreppa herjaði har. Men fyri 15 árum síðan rættaði arbeiði sær móti Rumenia. Tørvurin á hjálp er stórur har, men alt munar. Einans 2­300 kr um mánaðin eru nóg mikið til at halda eini heilari familju frá hungursneyð. Samrøðan við Karin í Liða endaði við, at hon mátti fara til arbeiðis, neyð­ arróp vóru komin frá einum øðrum á staðnum: –Onkur manglar plastikkposar! Nógv fólk vóru um rúgvurnar, ið eru lætnar Ebenezer at bera víðari til neyðstødd. Rumeniahjálpin 2008 Bygdaráðið í Sunda Kommunu sigur, at ferðsluviðurskiftini í kommun uni eru so hættislig, at tey stúra fyri trygdini. Tí vil bygdaráðið hava Lands­ verk at gera ábøtur nógva staðni á vegnum, áðrenn tað endar galið Ferðslutrygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ferðsluviðurskiftini í Sunda­ lagnum eru so vánalig, at bygdaráðið í Sunda Komm­ unu ber álvarsligan ótta fyri trygdini. Tí vil bygdaráðið hava, at ábøtur verða gjørdar, áðrenn tað endar galið. Heðin Zachariasen, borg­ arstjóri í Sunda kommunu, sigur, at fleiri ferðsluóhapp eru á vegunum ígjøgnum kommununa, men tað hann veit, hevur higartil at kalla tíbetur bara verið talan um materiellan skaða. Hann sigur, at tískil hevur bygdaráðið biðið um fund við Landsverk at tosað um støðuna og at vita, hvat kann gerast. Lívshættisligt Borgarstjórin vísur á, lands­ vegurin ígjøgnum Sunda kommunu er ein høvuðs­ ferðsluæðr og tann vegurin í landinum, har eina mest ferðsla er. Men tað, sum loypir ótta á tey er, at tað eru so nógvir vegir bundnir í landsvegin, bæði vegir til og frá bygdun­ um framvið vegnum, men eisini vegir til og frá havnar­ løgum o.s.fr. ­ Vit halda ikki, at tað er nóg trygt við øllum hesum íbindingarvegunum í lands­ vegin, sigur Heðin Zacharia­ sen. ­ Vandin er sera stórur við øllum hesum íbinding­ unum, tí talan um rættiliga nógva ferðslu eftir landsveg­ um, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman. Samstundis vísir hann á, at ongar broytingar eru gjørdar seinastu nógvu árini, hóast ferðslan er økt sera nógv og sostatt er vandin fyri óhapp­ um eisini vaksin tilsvarandi. Vandin er ikki bara, tá ið bilar og fólk skulu av bygd­ arvegum og havnarløgum út á landsveg. Vandin er eisini, tá ið bilar skulu av landsvegnum inn í bygdir og oman á havnaløg, tí tá standa teir mitt á vegnum og bíða eftir líkindum og blokera sostatt fyri ferðsluni. ­ Eg haldi, at tað er lívs­ hættisligt, heldur Heðin Zachariasen. Færri íbindingar og undirføring Tí heldur Bygdaráðið í Sunda kommunu, at tað bara skal vera ein til og frákoyring úr Streymnesi út á landsvegin. Í løtuni eru tríggjar. Samstundis eru tvær íbindingar í landsvegin av havnarlagnum í Hvalvík, men vit halda, at tað eigur ikki at vera meiri enn ein. ­ Harafturat vilja vit hava eina breyt í miðjuni, sum bilar kunnu fara í at bíða, til líkindi eru at snara til vinstru til bygdirnar har. Vit vilja eisini hava, at ein lummi verður gjørdur í høgru síðu til teir bilar at bíða í, sum skulu til høgru. Eisini vil Sunda Komm­ una hava eina nýggja undir­ føring ímillum Oyrabakka og Norðskála, so at øll børn og vaksin, sum skulu í skúla, til handils, í dagstovn, á Posthús, ella onnur ørindi og til arbeiðis, sleppa frá at fara tvørtur um landsvegin. Ein undirføring er gjørd, men tey vilja hava eina, sum eisini persónbilar kunnu koyra ígjøgnum. Stúra fyri lívs­ hættisligari ferðslu í Sundalagnum - Vegurin ígjøgnum Sunda kommunu er lívshættisligur heldur bygdaráðið og tí vilja tey hava, at ábøtur verða gjørdar. Eitt, sum bygdaráðið vil hava, eru nógv færri íbindingar í landsvegin, men tey vilja eisini hava nýggja undirføring, sum bilar kunnu koyra ígjøgnum ímillum Oyrabakka og Norðskála Finskur byrsumaður skjýtur lesandi Ótti er fyri, at fleiri fólk eru deyð og uppaftur onnur særd, eftir at maður skjeyt við skørpum á einum skúla í vestara parti av Finnlandi. Løgreglan sigur, at skjúttin, sum er hildin at vera ein 22 ára gamal lesandi, varð avvápnaður, men tíðindamiðlar á staðnum vilja vera við, at hann skjeyt seg sjálvan. Hann hevði eitt automatiskt hondvápn og var ílatin brølapu á høvdinum, tá hann kom inn á skúlan, sum liggur í býnum Kauhajoki. Tað er ikki eitt ár síðani, at ein annar lesandi drap átta fólk á einum skúla í Tuusula. Finnland er eitt tað landið í heiminum, har íbúgvarnir eiga flest vápn. Miðlafrágreiðingar siga, at skjótingin byrjaði í morgun beint fyri klokkan 11 lokala tíð, sum er klokkan 8 her í Føroyum. Eini 200 lesandi vóru á skúlanum um tað mundið, skrivar bbc.co.uk