týsdagur 23. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 182 - 23. september 2008
Í morgin verður
árliga tiltakið
Markleys útbúgving í
Norðurlandahúsinum.
Byrjað verður á
morgni fyri næming
um í seinastu flokk
unum í miðnáms
skúlunum, og um
kvøldið er tiltakið
fyri øll onnur
útbúgvingaráhugað
ÚtbÚgving
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Útbúgving er sera avger
andi, bæði fyri tann einstaka
og samfelagið. Útbúgving,
styttri ella longri, er næstan
ein treyt, skalt tú fáa eitt
spennandi og mennandi lív.
Í okkara samfelagi er
náttúrutilfeingið ikki so
stórt, og tí er tað av alstórum
týdningi, at tey ungu fáa
útbúgvingar, um vit skulu
klára at halda livistøðinum
í altjóða kappingini.
Markleys útbúgving 2008
/ 2009 roynir at vera við til
at lata upp fyri teimum
mongu ókendu valmøgu
leikunum, sum finnast bæði
nær og fjar.
Árliga tiltakið verður í ár
hildið í Norðurlandahúsi
num í morgin, mikudagin
24. september. Um morgun
in
verður
tiltakið
fyri
næmingum
í
seinastu
flokkunum í miðnámsskúl
unum. Um kvøldið verður
tiltakið so eisini hildið fyri
øllum útbúgvingaráhugað
um, tað vil siga øll tey, sum
ikki eru við um dagin, og
øll tey, sum ikki ganga í
skúla, men ynskja at koma í
gongd við eina útbúgving.
Serfrøðilig vitan
Skráin fyri tiltakið er sera
fjølbroytt, og kann sigast at
har er okkurt fyri hvørt
oyra. Kanska serliga áhuga
vert verður tað at leggja
oyra til Jacob Lange, sum
er lestrarstjóri við Køben
havns Universitet.
Í høvuðsheitum er tað
serliga tvey ting, hann
kemur at greiða frá.
Eg komi í høvuðsheitum
at leggja dent á tvey ting. Tað
fyrsta er, at tað hevur
ongantíð verið lættari at fáa
eina útbúgving í Danmark.
Krøvini til miðaltøl eru
lækkaði, og tað er blivið
munandi lættari at sleppa inn
á skúlarnar í Danmark. Men
samstundi verða størri krøv
sett til, at tú hevur tær røttu
lærugreinarnar, sigur Jacob
Lange,
lestrarstjóri
við
Københavns Universitet.
Hitt, sum eg fari at
greiða frá, er skiftinum frá
at ganga í miðnámsskúla til
at skulla ganga á universiteti.
Tað er jú ein kollvelting at
koma úr miðnámsumhvørv
inum og í universitetsum
hvørvið, og tað er umráð
andi, kanska serliga fyri
føroyingar, at tú ert saman
við øllum tínum lestrar
feløgum,
og
ikki
bert
teimum »heimanífrá«, vísir
Jacob Lange á.
Hesi bæði evnini fer hann
at greiða frá í høvuðsheitum,
nevnliga nýggju og lækkaðu
krøvunum frá universitet
unum, og eisini frá skifti
num millum miðnám og
universitet.
At lesa úti og heima
Nógvir ymiskir fyrilestrar
verða á Markleys útbúgving,
og hesir fyrilestrar snúgva
seg bæði um lestrar og
starvsmøguleikar í Føroyum
og úti í heimi. Fyrilestrar
verða hildnir um lestrar
møguleikar í millum annað
Danmark, Noregi, Svøríki,
Íslandi, USA, Týsklandi,
Fraklandi, Spania, Stóra
Bretlandi og Avstralia.
Umframt hesar møgu
leikar verður eisini greitt
frá lestrarmøguleikunum í
Føroyum, og verða umboð
fyri Fróðskaparsetrið, Før
oya Handilsskúla og Føroya
Lærara og Pedagogskúla.
Men tað verður ikki bert
greitt frá møguleikunum, ið
eru fyri at lesa úti í heimi.
Tvey umboð fyri Megin
felag Føroyskra Studenta,
MFS, Rúna Jacobsen, sum
hevur lisið í Danmark og
Føroyum, og Ingun Mið
berg, sum hevur lisið í
Leeds, fara at greiða frá
mununum millum at lesa í
Føroyum,
Danmark
og
Stóra Bretlandi.
Tær fara eisini at greiða
frá skiftinum millum at lesa
á
miðnámsskúla
og
á
universiteti, umframt at tær
eisini fara at greiða frá
virkseminum hjá MFS.
Ráð til at lesa
At lesa er ikki ókeypis. Tí
verður eisini góður møgu
leiki fyri at kunna seg um
fíggjarmøguleikarnar kring
víðari lesnaði, og verða um
boð fyri EIK eisini við á
tiltakinum. Eisini fer eitt
umboð fyri Føroya Tele at
halda fyrilestur um tað at
leita eftir starvi, og hvat tú
skalt leggja dent á, tá tú leitar
eftir dreymastarvinum.
Talan verður sostatt um
eitt sera fjølbroytt tiltak,
har fyrilestrar verða fyri
hvørt oyra.
Markleys útbúgving 2008
/ 2009 verður hildið í
Norðurlandahúsinum
í
morgin, um morgunin fyri
miðnámsskúlanæmingum,
og um kvøldið, frá klokkan
19.30,
verður
Markleys
útbúgving fyri øll áhugaði,
og tiltakið er ókeypis.
Markleys útbúgving fyri øll
Markleys útbúgving er ætlað øllum lestraráhugaðum, og verður tí eisini um kvøldið í ár
Holger Arnbjerg er leiðari á Altjóða Skrivstovuni, og er ein av høvuðsfyrireikarunum til tiltakið
Vápnaleiting fullkomiliga miseydnað
Hóast løgreglan kannaði heili 686 fólk á Nørrebro í Keypmannahavn um vikuskiftið,
vóru bert hendinga vápn funnin. Harav var ikki eitt einasta skotvápn, sum ætlanin
við stóra átakinum var. Fólk eru vorðin meira varin við at ganga við skotvápnum
uppiá sær og í bilinum, er einasta viðmerkingin Hanne Bech Hansen, løgregluovasti,
hevur til miseydnaðu royndina. Tó leggur hon afturat, at tað bert er eitt sera stórt
vónbrot, at tey ikki megnaðu at finna nøkur vápn á ófriðargøtuni, skrivar BT.