Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 182 - 23. september 2008 - Tað eru hvørki Lív ella íløgufelagið Roynd­in, sum skyld­a manningini á Topaz pening, men haraftur- ímóti eitt felag hjá Bjarta Mohr. Um felagið hjá honum yvirlivir ella fer á húsagang, veit eingin enn at siga, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag Topaz Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú íløgufelagið Royndin hjá tryggingarfelagnum Lív hevur gjørt av at gjalda manningini á stóra verk­ smiðjutrolaranum Topaz hýru og heimferð, hevur Føroya Skipara­og Naviga­ tørfelag, sum eisini hevur verið uppi í hesum máli, nakrar viðmerkingar á síni heimasíðu. Felagið vísir á, at óhepna málið um sjófólkini, sum onga hýru hava fingið frá reiðaranum Bjarta Mohr í meira enn eitt hálvt ár, tók eina vend, tá fleiri fakfeløg vendu sær til tryggingar­ felagið Lív, sum um íløgufelagið Royndina eig­ ur 40% í felagnum hjá Bjarta Mohr. Fakfeløgini, sum vendu sær til Lív, hildu, at felagið, sum eigur lut í hesum virksemi hjá reiðaranum, hevur eina moralska ábyrgd í hesum máli. ­ Loysnin, sum er funnin er, at íløgufelagið hjá Lív, Royndin, hevur átikið sær at gjalda manningini ta løn, sum hon eigur til góðar. Harumframt hevur íløgu­ felagið eisini átikið sær at gjalda ferðaútreiðslur, so manningin sleppur av skip­ inum og til hús. Mistur peningur Á síni heimasíðu vísir FSN á, at hóast íløgufelagið ikki kann vænta sær at fáa peningin aftur, metir eitt nú Føroya Lærarafelag, sum var eitt av fakfeløgunum, ið vendu sær til Lív, at avgerðin um at gjalda hýru og heimferð kortini er røtt. ­ Tað er nógv, sum bendir á, at um Royndin ikki tók stig til at gjalda peningin, høvdu fakfeløgini sjálvi goldið manningini løn og ferðaútreiðslur, sigur Føroya Skipara­og Navigatørfelag. FSN leggur dent á, at tað hvørki er Lív ella Royndin, sum skylda manningini pening, men harafturímóti eitt felag hjá reiðaranum. ­ Um felagið hjá Bjarka Mohr yvirlivir ella fer á húsagang, veit eingin enn at siga. At íløgufelagið hjá Lív eigur 40% av parta­ peninginum í felagnum hjá honum, vigar sjálvandi tungt í hesum máli, skrivar Føroya Skipara­og Naviga­ tørfelag á síni heimasíðu. Noyðist at gjalda fyri ringa íløgu Tað var ein vánalig íløga, tá íløgufelagið Royndin setti pening í verkætlanina við stóra verksmiðjutrolaranum Topaz Mynd: Skipalistin Hóast Tórbjørn Jacobsen, fyrrverand­i land­sstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki nád­d­i at fremja kunngerðina um ætlaðu friðingarar av Føroyabanka, eru framvegis eingi veiðiloyvi útskrivað til línu-og húkaflotan Føroyabanki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um hesa tíðina fyri fimm árum síðan gjørdi línu­ skipið Pison, sum tá var heimahoyrandi í Klaksvík, nakrar sera góðar túrar á Føroyabanka. Í tveir mánaðir tjenti manningin 170.000 krónur, sum má sigast at vera óhoyrt í føroyskari línuskipasøgu. Eftir ólavsøku í 2003 fór línuskipið á Føroya­ banka at royna. Skipið gjørdi fýra roktúrar, har samlaða veiðinøgdin var 647.000 pund, sum skipið seldi fyri heilar 5,6 miljónir krónur. Miðal­ prísurin fyri veiðina lá millum 18 og 19 krónur fyri kilo. Hesar fýra túrarnar, sum línuskipið gjørdi á Bankanum hetta árið, fiskaði Pison í tilsamans 32 dagar, og soleiðis lá miðalveiðan omanfyri 20.000 pund um dagin. Eini 80% av veiðini var toskur, og av hesum vóru umleið 95% toskur 1 og toskur 2. Teir bestu túrarnir góvu ávikavist 193.000 og 192.000 pund. Ein helmingur av húk­ unum, sum línuskipið setti, var egndur við sild, sum reiðaríið keypti frá Norðborg. Agnið vísti seg at roynast ógvuliga væl. Sildin var ódrúgvari enn annað agn, men hon var samstundis nógv bíligari at egna. Bankin friðaður Vit hildu, at henda søgan um línuskipið Pison á Før­ oyabanka er áhugaverd, nú seinnu árini hava víst, at lítil fiskur hevur verið at fingið á Bankanum. Fiskifrøðiligu tilmælini eru, at Bankin skal friðast fyri allari veiði, eisini húkaveiði, nú toskurin á Føroyabanka eftir øllum at døma er so illa fyri. Sama dag, sum løgmaður Jóannes Eidesgaard gjørdi av at tveita Tjóðveldi úr samgonguni, kunngjørdi táverandi landsstýrismaður, Tórbjørn Jacobsen, at hann við kunngerð fór at friða Føroyabanka fyri allari botnfiskaveiði. Friðingarnar skuldu fevna um alla veiði, bæði trol­ veiði, sum Bankin seinastu árini hevur verið friðaður fyri, men eisini fyri allari húkaveiði. Tórbjørn vísti á, at kunn­ gerðin um friðingarnar var til ummælis í Fiskivinnu­ ráðnum, men áðrenn lands­ stýrismaðurin fekk stundir at seta friðingarnar í verk, slitnaði samgongan, og landsstýrismaðurin noydd­ ist at stinga í sekkin. Eingi veiðiloyvi Tá ið Tórbjørn Jacobsen ikki náddi at seta ætlaðu friðingarnar á Føroyabanka í verk, skuldu vit trúð, at skipanin á Bankanum er hin sama, sum hon hevur verið – og í gomlu skipanini er Bankin ikki friðaður fyri línu­og snelluveiði. Sosialurin hevur tó skilt, at Fiskimálaráðið higartil ikki hevur viljað skriva út veiðiloyvini á Føroyabanka, og spurningurin er nú, um hetta ikki er at ræna fiski­ dagar frá teimum skipum og bátum, sum afturvend­ andi hava havt loyvi at veiða á Bankanum. Í stuttum práti við for­ mannin í Línuskipum í gjár, Jóhannes M. Olsen, sigur hann, at eingi loyvi eru skrivað út enn, og tað metir hann ikki vera í samsvar við lógina um vinnuligan fiskiskap, nú eingin kunn­ gerð um friðingar enn er lýst. Tað eru reiðaríir, sum hava keypt sær dýrar fiskidagar á Føroyabanka, og nú Fiskimálaráðið aftur­ heldur hesum veiðirætt­ indum, sum framvegis áttu at verið galdandi, er tað ein spurningur, um hetta ikki er brot á galdandi lóg. Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál í vikuni. Fiskimálaráðið heldur aftur veiðirættindum Brúkti bilin sum álopsamboð 15 fólk fingu skaða, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Ísrael í gjár­ kvøldið. Bilførarin, sum eftir øllum at døma var palestini, bleiv skotin beint aftaná, og ísraelska løgreglan metir tilburðin sum eina yvirgangsatsókn. Tilburðurin var har vesturi í Jerusalem, og tey flestu, sum fingu skaða, eru ísraelskir hermenn. Ísraelska útvarpið sigur, at tað vóru eftir øllum at døma vápnað sivilfólk, sum skutu bilføraran. Lúrdi eftir kvinnum í 20 ár Løgreglan í Philadelphia er í løtuni í holt við skilja ein íbúðarbygning sundur og er á henda hátt komin fram á eina stóra skipan av upptøkutólum og mikrofonum, sum 45 ára gamli Thomas Daley hevur brúkt til at lúra eftir kvinnuligu leigar­ unum. Skipanin er so framkomin, at óforvarandi leigarin sjálv tendrar fyri upp­ tøkutóli og mikrofon, tá hon eitt nú tendrar ljósið á WC’num. Síðani verða upptøkurnar umvegis alnótina sendar til ein upptakara. Thomas Daley hevur viðgingið, at hann hevur lúrt eftir kvinnuligu leigarunum í 20 ár.