Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 182 - 23. september 2008 Jónhild Lindenskov Magnussen, sum gongur í framhalds­ deildini á skúlanum á Giljanesi, er í hesum døgum í starvsvenjing á Mallorka StarvSvenjing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú 10. flokkur á skúlanum á Giljanesi er í starvsvenjing, er Jónhild Lindenskov Magnussen í Miðvági farin av landinum at gera sær royndir í starvsvenjingar­ tíðini, sum varar 15. sep­ tember til 26. september. Jónhild er nevniliga farin niður til Mallorka at starvast í handlinum Kera, sum fastur hennara, Marit Holm Petersen, eigur saman við Vivian Slyne. Fyri ungu miðvágsgent­ una, dóttir Nepolion Magn­ ussen, borgarstjóra, sum um mammuna Sólbjørg Lindenskov Magnussen eisini hevur røtur í Nólsoy, er starvsvenjingartíðin á Mallorka øðrvísi, sera spennandi og áhugaverd. Handilin Kera selur merkjavørur sum Dream by Isabell Kristensen, by Petrine L og Copenhagen Chasba, sum øll eru skandinavisk merki. Í handlinum fáast eisini klæðir og smykkur hjá Guðrun og Guðrun, Maluni á Lofti, Tórgerð Suðuroy og Barbaru í Gongini. Hesin fyrsti Kerawoman handilin læt upp í Palma á Mallorca í vár, og ætlandi letur hin næsti handilin upp í november í Palma á Mallorca. Hin triði Kera­handilin letur sambært ætlanini upp í Barcelona í byrjanini av 2009. Sum skilst av Mallorka koma fólk úr ymsum ættum í handilin Kera at keypa. Úr Miðvági til Mallorka Á ovaru myndini eru eigararnir av føroyska Kera-handlinum á Mallorka saman við starvsfólki. Marit Holm Petersen og Vivian Slyne, standa í miðjuni. Á hinari myndini er Jónhild Lindenskov Magnussen, sum gongur í 10. flokki á Giljanesi, og nú er í starvsvenjing á Mallorka Harry Jensen heldur ikki, at talið av líra, sum er tikið í Skúvoy í heyst, er omanfyri 500. ­ So, her stendur einki serligt til við fuglinum, sigur hann Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líradagur er 26. august, og tá plagdu menn á plássum, har skrápur reiðrast, at draga líra. Líri er ungin hjá skrápi, men okkum kunnugt er ikki vanligt at draga líra longur. Nakrar dagar eftir líradag er vanligt at taka líra við lykt á kvøldi. Longu líradagin er fuglur­ in sum heild ikki nóg búgvin at koma út úr van­ liga djúpu holu síni, og tí er heldur ikki vanligt at ganga við lykt so tíðliga á heysti. Skrápur reiðrast í ávísum støðum og oyggjum kring landið, vanliga í urðagróti, í bakka ella í líðum. Ein av oyggjunum, har flestu skrápar munnu reiðr­ ast, er Skúvoy. Aðrastaðni reiðrast nøkur fá pør, og har er einki av týdningi at fara eftir. Í Skúvoy lata teir ikki væl at líranum í ár. Harry Jensen sigur, at skipanin í Skúvoy í fleiri ár hevur verið at gingið hevur verið á kvøldi við lykt í døgunum 1.­5. september – og bara hesar dagarnar. ­ Teir fyrstu dagarnar fekst lítið og einki, men triðja, fjórða og fimta kvøldið fingu menn nakað av líra. Í Skúvoy kundu menn í sínari tíð fáa meira enn 200 lírar yvir eitt kvøld og eina nátt, men tað eru eftir­ hondini nógv ár síðan. Harry sigur, at hann minn­ ist eitt kvøldið, hann sjálvur triði var eftir lírum, tá allir tríggir fingu meira enn 100 lírar í part. ­ Hetta var onkuntíð í níti­ árunum, leggur hann aftrat. Í Skúvoy verður gitt um, hví so lítið er komið burtur úr hjá monnum í ár og undanfarin ár. ­ Onkur heldur, at skráp­ urin kanska verpur seinni, og tí er tað ov tíðliga at gevast at ganga longu 5. september. Harry sigur, at er tað so, at skrápur verpur seinni, er tað onkusvegna tekin um hóttafall á fuglinum, sum vit annars hava sæð hjá eitt nú lomviga og lunda. ­ Í heyst havi eg skilt, at ein maður eitt kvøldið fekk 38 lírar, men fáir hava fingið meira enn einar 20 lírar yvir eitt kvøld og eina nátt. Harry Jensen heldur ikki, at talið av líra, sum er tikið yvir allar hesar fimm dagar­ nar í heyst, er omanfyri 500. ­ So, her stendur einki serligt til við fuglinum, leggur hann aftrat. Lírin nógv minkaður í Skúvoy - Her stendur einki serligt til við líra, sigur Harry Jensen í Skúvoy Mynd: Vilmund Jacobsen Bretskir pubbar stongja Alsamt fleiri pubbar í Bretlandi mugu snara lykilin. Tað vísir seg sum, at bretum ikki dáma líka væl sum áður at ganga á pubb, og tað gevur avleiðingar. Eisini pubburin, George Tavern, sum hevur verið til síðan 1654, men nú hevur hann eisini trupult við at fáa endarnar at røkka. Amy Winehouse og Kate Moss hava valt at stuðla pubbini, og eru báðar sæddar í T­troyggjum við áskriftini, Save George Tavern.