Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 158 - 18. august 2001 Nr. 158 - 18. august 2001 11 John Dalsgarð, Hesuferð Skuldsetingin um skipaðan ágang og undirgravandi virksemi ímóti tiltakinum Hesuferð er, sum so ofta í føroyskum politikki, eitt skot langt við síðuna av. Alt ov ofta kemur fyri, at politikarar okkara trilva og fiktast í blindum. Kenna teir seg nærgingnar, eru teir skjótir at snúgva kjakinum so tað fær eitt annað inni- hald. Brádliga verður kjak- ast um okkurt heilt annað, okkurt sum helst einki hev- ur upp á seg. Tá frøast teir, hesir gomlu, løtu og sjálv- góðu politikarar, sum bara sita har fyri lønina, ella eru valdir av gomlum, gjar- vaksnum óvana. Tiltakið Hesuferð kom í lag eina mest fyri at bera kjakið um framtíðar støðu Føroya út um tað floks- politiska keglið, út millum fólk, tvørtur um floks- politisku mørkini. Hvussu hetta hevur eydnast, ber altíð til at kjakast um. Okk- urt gott er gjørt, okkurt kundi verið betri. Ongantíð í hesum ar- beiði, tey tvey árini Hesu- ferð hevur verið virkið, hava vit mett tað sum ágang ella undirgravandi virksemi at upplýsa fólk um tær politisku rembingar, ið standa fyri framman. Tá broytingar henda í politisku skipanini á tilætlaðan og neyðugan hátt, er umráð- andi at allir áhugaðir partar eru við. Og tá tað floks- politiska lokkanetið kann tykjast mongum okkara ov- boðið, hildu vit tað vera vert at royna eina tvør- politiska upplýsingarleið í fullveldismálinum. Spurningurin um fram- tíðar politisku skipan okk- ara er alt ov týdningarmikil til at enda sum flokspolitisk kastibløka, har flokkar og menn siga seg vilja eitt, men meina og gera okkurt heilt annað. Hetta er sera ørkymlandi og tænir ong- um endamáli. Tað er framvegis ein gáta, hví løgmaður sá seg noyddan at bakka fyri donsku stjórnini, og tók á- settu fólkaatkvøðuna av skránni. Tað er framvegis ein gáta, hví løgmaður ikki av- greiðir málið, sum staðfest- ir Føroyar sum serstaka tjóð í altjóða samfelagnum, soleiðis sum tingið hevur samtykt. Eisini er tað undranar- vert, at løgmaður tvíheldur um at útgjaldsreglurnar fyri búskapargrunnin skulu vera gjørdar áðrenn eitt oyra er komið í grunnin, og tað hóast eini 6-8 ár ganga áðrenn nakað verður goldið úr grunninum. Hetta minnir mest um eina bestilta blokkering. Eitt, sum er upp aftur meira undranarvert, er tann turkatrúgv, sum løgmaður hevur upp á, at tað ber til at samráðast við danir um før- oyskt sjálvstýri/fullveldi. Hetta letur seg snøgt sagt ikki gera, og tað eru allar tær miseydnaðu samráðing- arnar besta prógv um. Hví vil løgmaður ikki sjálvur taka róður í hond, og royna at greiða sínum veljarum frá, at tað ber til at stýra Føroyum í Føroyum? Tað mátti verið torført at verið politikari og ikki hava álit á tí politikki, sum ein setir út í kortið. Hann hevur heldur ikki álit á sínum veljarum, ið tekur so ør- kymlandi avgerðir. Í ólavsøkurøðu síni nevndi løgmaður, at Før- oyar vóru avskornar frá millumtjóða samvinnu, tí vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Vit sleppa rætt og slætt ikki at vera limur í millumtjóða felagsskapum, sum gera samstarvsavtalur sínámillum. Tí liggja vit mitt ímillum, sum kasti- bløka í ongamannalandi. Eftir mínum tykki er hetta kjarnin í fullveldismálinum saman við teirri sannroynd at eitt komandi fullveldi fer at menna ábyrgdarkensluna millum føroyingar, eisini føroyskar politikarar. Tí er tað av størsta týdningi, at fullveldistil- gongdin heldur fram til rokkið er á mál. Og tí er umráðandi hjá hesi sam- gongu og løgmanni at finna stevið aftur. Ella endar tað við at mótparturin, sum er danska stjórnin, vinnur alt spælið. Vit hava lítlan møguleika at vinna á mál við aðrari flokkasamanset- ing í landsstýrinum soleiðis sum teir ymsu flokkarnir hava givið seg til kennar í fullveldismálinum. Tá danir siga fýra ár, so meina teir fýra ár og ikki tólv ár, sum løgmaður gongur og trýr. Hetta er ein veruleiki, sum allir sjálv- stýrissinnaðir føroyingar eiga at viðurkenna. At halda nakað annað er vána- ligur politikkur. Tá løgmaður sigur full- veldi, so kunnu vit av røtt- um ivast í, um hann meinar fullveldi, ella um hann meinar okkurt annað. Gott hevði verið um løgmaður kundi staðið við síni orð. VIÐMERKINGAR Løgmaður skeyt aftur langt við síðuna av Heðin Mortensen, løgtingsmaður Mánadagin verður fundur í grundlógarnevndini. Ó- greitt er, hvussu verður við skrivstovuni og arbeiðinum hjá nevndini. Spell var, um arbeiðið datt niðurfyri. Vit eru í eini tíð, har fólk hava mist álitið á politikar- arnar, og klandur og gremj- an hoyrist á tingi. Arbeiðið í grundlógarnevndini kann við góðum vilja endurreisa álitið á politisku skipanina og skapa semju og sátt í landinum. Føroya løgmaður, Anfinn Kalsberg, sigst ynskja breiða semju um ríkis- viðurskiftini. Í løgmansrøð- uni vísti løgmaður á grund- lógararbeiðið og metti, at har eru møguleikar fyri semju. Í sanginum, »Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt«, standa hesi orðini: »her rætti eg tær bróðurhond, so rætt tú tína mær«. Ynskir løgmaður breiða semju, so er tað júst hetta, ið skal til, at báðir partar rætta fram boð um brøðralag. Løgmaður hevði ikki mær vitandi spurt seg fyri, um orðingin í røðu hansara var í lagi hjá andstøðu- limunum og annars nevnd- ini allari. Tí hoyrdu vit, at formaðurin í sambands- flokkinum segði seg vera ímóti føroyskari grundlóg. Sjálvandi. Er týdningurin av orðinum »ovasta lógin hjá einum fullveldi«, so er sambandsflokkurin ikki við. Men, hevði løgmaður sagt »ein lóg, ið kemur í staðin fyri stýrisskipanar- lógina«, so hevði helst bor- ið til. Øll feløg hava viðtøkur, sjálvt um tey sjálvi eru imir í øðrum feløgum. Vit kunnu saktans semjast um viðtøkurnar hjá Føroyum, herundir ásetingar um við- urskifti okkara við tann størra felagskapin, ríkis- felagskapin. Sum varalimur í grund- lógarnevndini havi eg fing- ið alt tilfarið hjá nevndini. Eg skilji tað uppskotið, nevndin hevur abeitt við, sum semjusøkjandi upp- skot í fýra pørtum. Fyri tað fyrsta eru ábøtur gjørdar á ásetingarnar í stýrisskipanarlógini. Fyri tað næsta eru mannarætt- indini orðað á føroyskum fyri fyrstu ferð. Fyri tað triðja er ein greið støðutakan til ríkisstøðuna hjá Føroyum í dag. Og at enda ein mannagongd fyri, hvussu ein fullveldisstøka skal fara fram. Við tí uppskotinum fáa vit betra verandi støðu, vit fáa ein felags føroyska fat- an av, at Føroyar eru í sátt- málastøðu við Danmark, og vit semjast um, hvussu loysingin skal samtykkjast. Hetta tykir mær vera ein góð semja, tí allir flokkur noyðast at slaka, men um somu tí eru allir flokkar saman um tað, ið best er fyri Føroyar. Trupulleikin er bara, at løgmaður í røðu sín sam- tundis boðar frá ein- síðugum yvirtøkum, ein- síðugum skerjingum av blokkinum. Varaløgmaður boðar frá einum heitum politiskum heysti og sigur tað onki nytta at samskifta við danir. Slíkt ber ikki til, skulu vit finna semju. Flestu viðmerkingar frá andstøðuni til samgongu- átøk eru vanliga negativar. Men her er ein sera positiv viðmerking. Eg eri samdur við løgmanni í, at grund- lógarnevndin kann vísa á breiða semju um stjórnar- viðurskifti okkara. Tað krevur bara, at nevndin fær frið at arbeiða eina tíð, og at andstøðuumboðini sleppa at kunngerða, nær semjan er borðbar. So, Føroya løgmaður, her rætti eg tær bróðurhond, so rætt tú tína mær! Her rætti eg tær bróðurhond LISTASTEVNA Tað verða ikki einans á- hoyrararnir, sum fáa gleði av framførsluni av operuni Madame Butterfly. Í sam- bandi við, at »The Irish Opera« vitjar Føroyar við framførslu av Puccini- operuni á Listastevnu Før- oya, fáa eisini føroyskir sangarar ágóða av út- lendsku sangvitjanini. Stjórin í írsku operuni, Michael Hunt, fer nevnliga at geva seks føroyskum sangarum undirvísing í operasangi. Hetta er ein so- kallaður master-class, har hann fer at leggja sang- arunum lag á, og at tosa við teir um tulkingar og sang- teknikk. Teir seks føroyingarnir hava hvør valt sær tvær opera-ariur, sum teir fara at framføra fyri Michael Hunt. Talan er um ariur eftir Mozart, Puccini, Verdi og øðrum. Stamen Stan- chev fer at hava klaver- fylgispælið, tá sungið verð- ur. Tað er »The Irish Opera«, sum hevur bjóðað seg fram at halda hetta skeiðið fyri áhugaðum føroyskum sangarum. Og líkt er sostatt til, at áhugin uttanlanda fyri føroysku ræddunum er vaksandi. Íslendska Operain hevur játtað at útvega lærarar til nýstovnaða føroyska sangskúlan. So helst verða enn fleiri útlendskir operasangarar at hoyra í Føroyum í heyst. Undirvísingin hjá stjór- anum í »The Irish Opera« verður leygardagin og sunnudagin í Norðurlanda- húsinum. Sunnudagin verð- ur byrjað kl. 14.30. Tá hev- ur almenningurin atgongd, so til ber at fáa íbástur og annars hoyra føroysku røddirnar royna seg í opera- sangi. Listastevnan: Føroyskir sangarar sleppa at royna seg í »Master-class« OLJULEITING Jan Müller Nú tað gongur móti endan- um á teimum báðum fyrstu boringunum á føroyska landgrunninum er triðja oljusamtakið við Amerada Hess á odda farið at gera klárt til sína fyrstu boring. Hesar seinastu dagarnar er nógv útgerð so sum borirør, tilfar av ymsum slag o.a. komið til Runavíkar, har tað verður at liggja í nakrar vikur. Hjá Amerada Hess bíða teir eisini við spenningi eftir úrslitinum av teimum báðum boringunum hjá Statoil og BP. Fyri Hess hevur tað alstóran týdning, at Statoil heldur tíðarætlan- ina, tí tað skal brúka sama boripallin, Sovereign Ex- plorer. Miðjað verður móti at kunna byrja boringina tíðliga í september. Hetta er eisini avgerandi, tí samtak- ið skal bora í einar tveir mánaðir ella so og helst skulu vit ikki koma ov langt út á veturin, áðrenn boring- in er liðug. Tað er eingin loyna, at tað kann koma The Faroes Partnership-samtakinum væl við, at tvær boringar hava verið, áðrenn tað fer at bora. Tað er nevniliga ikki óvanligt, at oljufeløg lata upplýsingar til onnur, sum fara at bora í sama øki. Tvs. at Amerada Hess kann fáa týðandi upplýsingar frá Statoil og BP um teirra brunnar og hvussu løgini síggja út teir 4-5 kilometr- arnar niður í undirgrund- ina. Antin olja verður funn- in ella ikki, so kunnu slíkir parametrar hava týdning fyri eina nýggja boring. Sosialurin skilur annars, at tað gongur eftir ætlan hjá bæði Statoil og BP. BP vil helst røkka endaliga máli sínum einaferð í næstu viku. Statoil vil røkka mál síni í næstu og í aðru viku gongst eftir ætlan. Fram- vegis verður einki upplýst úrslitið av boringunum. Fylgja vit tí sannlíkinum fyri at finna olju og hesi framvegis halda, so peikar fingurin niðureftir, tí sein- líkini fyri ikki at finna nak- að eru størri enn fyri at gera fund. Amerada Hess ger klárt Í eina góða viku hava vitjandi í SMS havt møguleika at síggja modell av stóra boripallinum Sovereign Explorer, sum Transocean eigur. Modellið verður at síggja til leygardagin. Mynd Jens K Vang Ein kanning á Århus Universitetshospital staðfestir, royking millum barnakonur kostar lív KANNING Eyðun Klakstein Lótu allar barnakonur í Danmark verða við at roykja, so hevði fjórða- hvørt deyðfødda barn kom- ið til verðina á lívi, og fimta hvørt deyðsfall mill- um smábørn undir eitt ár hevði ikki komið fyri. Tað vísir ein nýggja kanning, sum er gjørd á Universitetshospitalinum í Århus, og sum er almanna- kunngjørd í American Jour- nal og Epidemiology. Granskararnir í Århus hava kanna 25.000 barna- konur, og teir hava fyri fyrstu ferð nakrantíð stað- fest illgrunan um, at royk- ing kostar lív. Í Danmark er talan um eini 150 barnalív um árið. – Hetta er ein ómetaliga týdningarmikil boðskapur. Summar mammur siga, at børnini verða lættari, um tær roykja, og tað gevur eina lættari føðing. Men tað vísir seg tíverrri, at royking er lívsvandamikil, sigur læknin Kirsten Wisborg, leiðari fyri granskingarar- beiðið. Granskararnir hava sam- anlíknað tøl fyri roykjandi og ikki-roykaandi kvinnur, sum hava verið við barn, frá 1989 til 1996, og tað eru hesi tøl, sum granskingin byggir á. Royking kostar barnalív C M Y K 11 10