leygardagur 18. august 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 158 - 18. august 2001
Nr. 158 - 18. august 2001
13
Jeffrei Henriksen
Í greinarstubbanum Teldu-
týðing, sum stóð í fylgi-
blaðnum hjá Sosialinum,
Vikuskiftinum, 24.februar,
er sagt frá teldutøkari fleir-
málaorðabók og at føroyski
orðalistin í ESPERANTO-
BÓKINI II fór at verða
lagdur aftur at henni.
Tað er gjørt, og hetta
merkir, at ein og hvør, ið
hevur atgongd til Windows
og alnetið, nú kann gera sín
egna teldutøka føroyska
fleirmálaorðalista. Har eru
58 ymisk tungumál at velja
ímillum.
Mannagongdin er
henda:
Ger fyrst nýggj fílusøvn:
Ergan\Erg50\Faeroese
(stavað beint so!).
Finn
á
internetinum
http://www.travlang.com/E
rgane/download-en.html
(stóra E í Ergane!) og tak
niður fíluna Erg50.zip
”Unzip” (nú ella seinni).
– goym fíluna í Ergan\ (úr
C:\unzipped).
Finn
á
internetinum
http://www.travlang.com/E
rgane/vocab.html og tak
niður fíluna faeroese.zip at
goyma
(”unzipped”)
í
Ergan\Erg50\Faeroese.
Til fremmandamálini, ið
tú velur tær, gert tú fílu-
søvn, eins og tú gjørdi til
føroyskt, og tekur niður á
sama hátt.
Nú kanst tú lata upp
Ergane5.0 og velja leitorða-
mál From og týðingarmál
To, harnæst velja millum
Dictionary, Practise, Ex-
port og Keyboard config.
Dictionary
Hetta er orðabók, har ið týtt
verður úr einum máli í
annað.
New word: skriva eitt
leitorð og vita, hvussu tað
eitur á týðingarmálinum.
Gev gætur! ð verður
skrivað við at trýsta á F6;
æ = ae; ø = oe; å = aa. –
Hetta kann broytast, sí
”Keyboard config” niðari.
Ein esperantotýðing stend-
ur tilskilað við reyðum.
Undirstrikað orð á summ-
um málum fæst meir at vita
um við at klikkja á tey
(orðaflokkur, bendingar-
snið, orðingardømi).
Vert kann vera at hava í
huga, at á esperanto enda
navnorð við –o, sagnorð
við –i, lýsingarorð við –a
og hjáorð við –e. Soleiðis
sigur esperantotýðingin tí,
ið ikki veit betur og slær
inn t.d. føroyska orðið
’koma’, at ensku orðini
’come’, arrive’ og ’appear’
eru sagnorð, men ’arrival’
og ’appearance’ eru navn-
orð.
Practise
Her ber til at læra seg nýggj
orð í fremmandamálinum.
Venjingarfílan
minnist,
hvørji orð, ið tú ikki skriv-
aði rætt, og tú kanst íðka
tey upp aftur, til tú hevur
lært tey.
Royn tilvildarliga
venjingarfílu
1. Vel t.d. føroyskt til leit-
orðamál og enskt til týðing-
armál (um tú hevur tikið
hesi bæði málini niður).
2.Vel: Practice.
3. (Um so er, at tilvildar-
liga venjingarfílan hevur
verið roynd frammanund-
an, og tær gomlu rætting-
arnar ikki skula koma fyri
aftur, vel: Erase errors).
4. Vel: Next word – royn
at týða – inn ( = Enter) -
Next word o.s.fr. (so leingi
tú tímir hetta).
5. Vel: Only errors – Next
word o.s.fr.
Eisini seinni ber til at
venja seg burturav við t.d.
teimum orðunum, tú skriv-
aði skeivt:
Faeroese – English -
Practise – Practice file –
Select file – en.pra – OK -
(Only errors) - Next word
o.s.fr.
Ger nýggja venjingar-
fílu við valdum orðum
1.Vel fremmandamálið til
leitorðamál og føroyskt til
týðingarmál
2. Vel: Dictionary – Open
practice file – Skriva
fílunavn, t.d. enskt1.pra –
OK
3. Skriva tað fremmanda
orðið, tú vilt hava týtt –
Enter – Add – New word -
o.s.fr. – Close.
Nýt hesa
venjingarfíluna
Vel nú føroyskt til leitorða-
mál og fremmandamálið til
týðingarmál – Practise –
Practice file – Select file –
vel fíluna – OK – Next
word – (vita, um tú veitstst)
– trýst á inn-knappin
(Enter) – Next word –
o.s.fr.
Tú kanst gera tær nýggja
venjingarfílu (nýtt fílu-
navn) t.d. til hvønn skúla-
tíma.
Skal sama fíla nýtast um
aftur, so trýst fyrst á Erase
errors, eftir at tú hevur valt
hana.
(Ella alt hetta øvut við
føroyskum til leitorðamál
og fremmandamálinum til
týðingarmál, tá ið venjing-
arfílan verður gjørd, men
fremmandamálinum til leit-
orðamál og føroyskum til
týðingarmál, tá ið venjing-
arfílan skal nýtast)
Export
Ger tvímála orðalista:
Vel leitorðamál, týðingar-
mál og bókstavir (character
set - í flestum førum helst
WinLatin1); trýst síðan á
Export (ikki fyrst á inn-
knappin). Nýggja fílan við
tvímála orðalistanum er
goymd
í
Erg50
sum
”Notesblok”, men kann
rímiliga flytast avritað eitt
nú til Word.
(Formats: 1. esperanto-
heiti eru tilskilað í klombr-
um; B. orðaflokkur o.t.
kann verða tilskilað – enn
bert í enskum, fronskum og
hálendskum)
Keyboard config.
Lykil til óvanligar bókstav-
ir.
Her sæst við at klikkja á
ð, at til at skriva henda bók-
stavin skalt tú trýsta á F6.
Tú fært kortini eisini nýtt
tín vanliga ð-knapp, um tú í
Keyboard
configuration
klikkir á ð, síðan klikkir í
Mapped to character/key,
finnur og klikkir á ð í ný-
framkomnu rullivalmyndini
niðriundir, aftur klikkir á
kassan oman fyri rullival-
myndina, um hann ikki
longu hevur (bláan) lit, síð-
an trýstir tú á tann vanliga
ð-knappin á telduni, har-
næst á innknappin ( =
Enter) og at enda klikkir tú
á Close. – Á sama hátt: æ,
ø, å. – Tá ið eg havi skriv-
að ý í User dictionary, kem-
ur tað kortini út sum ij –
enn; her er sostatt at hava í
huga, at møguligt ij í før-
oyskum orði stendur fyri ý.
Í Language information,
sum fæst fram við at tví-
klikkja á tað mál, ið tú vilt
arbeiða við, kanst tú á User
dictionary leggja nýggj orð
inn á orðalistan, um tú
veitst, hvussu hugtakið
eitur á esperanto; tað finnur
tú kanska í t.d. enska-
esperanto
orðalistanum
(Tað ber til at hava User
dictionary og Dictionary
English/Esperanto opnar
samtíðis – og um tað skal
vera eisini t.d. English/-
Faeroese sum ta triðju).
Hevur tú fyrst fingið hug-
takið inn á føroyska orða-
listan, kanst tú eisini finna
týðingina á einum og hvørj-
um øðrum orðalista, har ið
hugtakið finst – ella tú set-
ur tað inn á sama hátt eisini
har. (Eina tílíka User dicti-
onary við í løtuni o.u. 500
orðum havi eg sjálvur gjørt
mær, og tað stendur einum
og hvørjum frítt at fáa hesa
fíluna,
FA00.MDB,
at
leggja afturat út yvir ta, ið
tikin verður niður, og síðan
sjálvur økja hana eftir
tørvi).
Í esperanto verða summir
bókstavir frámerktir við
tvíbroddi (circumflex) og
ein við boga (breve) uppi-
yvir. Tvíbroddur verður
skrivaður við Ctrl-c aftan á
stavin, bogi á sama hátt við
Ctrl-b.
Aðrir møguleikar
Í Dictionary: Letur tú bæði
leitorðamál og týðingarmál
vera sama mál, kanst tú
1)
finna
einsnevni
(homonym) og samnevni
(synonym). Tak t.d. før-
oyskt/føroyskt »lag«; hetta
orðið hevur orðalistin við 4
merkingum (bert 3 merk-
ingar passa í hvønn rútin; ta
4. finnur tú við at trýsta á
Next page).
2) finna orð við ávísari
ending ella byrjanarstøvum
(men ikki bæði í sama orði)
við at seta stjørnu í staðin
fyri stavirnar (nýt stjørnu-
knappin millum talknapp-
arnar
høgrumegin
á
knappaborðinum); royn t.d.
við í føroyskum at skriva
*nkur.
Stjørnan kann eisini nýt-
ast til aðra víðkaða leiting.
Leitar tú t.d. eftir orðinum
’koma’, finnur tú bert fáar
týðingar; men leitar tú eftir
koma*, fært tú fleiri orð-
ingar við orðinum ’koma’ –
og
nakrar
afturat
við
*koma.
3) seta trant-a fyri ymisk-
ar bókstavir í leitorðinum,
t.d. um tú ivast í, um
’nasvíst’ hevur /a/ ella /æ/,
skriva n@svís*.
Hetta kann eisini vera
hent, um leitað verður eftir
rímorðum ella bendingar-
flokkum, t.d. *ligur.
4) Browse: vís leitorða-
listan.
Einsnevnum fæst eisini
skil á við føroyskum-
fremmandum og fremm-
andum-føroyskum orðalista
(Til ber at hava báðar orða-
listarnar opnar á telduni
samtíðis!), t.d. føroyskt-
enskt: kona = wife, woman.
Vita vit ikki munin á ’wife’
og woman’, finna vit hann
á enska-føroyska orðalist-
anum: wife = ektakona -
woman = kvinna, konufólk.
Hesir orðalistarnir eru enn
meir og minni ófullkomnir.
Men eyðsæð mátti verið,
hvat ið kann fáast burturúr,
um rættiligir málfrøðingar
taka seg saman um at gera
teir. Forritið er á sera góðari
leið, og tað stendur einum
og hvørjum frítt at nýta eft-
ir egnum tykki: »Not only
does Ergane cost nothing,
but the wordlists generated
with her are also free of
copyright and can be
copied, distributed and
changed without legal re-
strictions. You can use them
in any way you like, even
for commercial purposes!
You also have the right to
modify the programme and
use it as a basis for
developing your own soft-
ware. Again, no legal re-
strictions are applicable
h
e
r
e
.
”
http://www.travlang.com/E
rgane/intro-en.html
Eg vil fegin frætta frá
teimum, ið royna Ergane
við føroyskum sum leit-
orða- ella týðingarmáli,
hvussu
gongur,
Jeffr@post.olivant.fo. –
Gjørt skal vera vart við, at
eg geri hetta av mínum ein-
tingum og eri ikki í tænastu
hjá øðrum.
Greinarøðin um espe-
ranto, m.a. um teldutýðing,
finst nú eisini á heimasíð-
uni
hjá
Málstovuni,
http://www.fmn.fo
Føroyskur fleirmálaorðalisti
Jeffrei Henriksen,
málfrøðingur
Millum filmarnar,
sum eru á skránni í
sambandi við lista-
stevnuna, er danski
filmurin »Italiensk
for begyndere«.
Filmurin er rætt og
slætt ein ótrúliga
stuttligur og góður
filmur
FILMUR
Heri á Rógvi
Hóast undirritaði fekk ein
sess á teirri fremstu av
teimum fremstu rekkjun-
um, so var tað so mikið gott
allíkavæl at síggja dogme-
filmin, Italiensk for begyn-
dere.
Handlingin í filminum
fer fram í einum donskum
býi. Býurin hevur eitt hotel,
har vit hitta ein av høvuðs-
persónum, Jørgen Morten-
sen. Eisini er eitt stadion,
har Halv Finn, sum er ein
annar av høvuðspersónun-
um starvast á stadionmat-
stovuni. Eisini kemur ein
nýggjur prestur til býin, og
tað er eisini ein av høvuðs-
persónunum. Filmurin er
bygdur rundanum fimm
ymiskar persónar, sum allir
hava tað til felags, at teir
ganga til italiensk á byrjun-
arstiðji.
Persónarnir kenna allir
hvønn annan á ymsar aðrar
mátar,
og
filmurin
samantvinnur
so
hesar
ymisku lagnurnar, sum
allar renna saman, tá ítali-
enskt stendur á skránni.
Høvuðspersónarnir líkjst
allir á nógvum økjum.
Eingin av teimum er giftur
ella trúlovaður. Øll hava tey
roynt at mist onkran, sum
stóð teimum sera nær.
Eingin av teimum livir nak-
að serliga spennandi lív, og
eru tey øll uppá hvør sín
undirsáttar. Tey ganga tó øll
til italienskt.
Tríggjar aðrar konur eru
eisini í flokkinum, sum ikki
hava tað nógva við søgu-
gongdina at gera – uttan tað
at tær ganga til italienskt.
Tá lærarin hjá flokkinum
doyr, yvirtekur Halv Finn
lærarstarvið, tí tørvur er á
at flokkurin heldur áfram
við tí italienska, hóast tey
bert eru sjey í flokkinum,
og kommunan sigur, at tey
skula vera átta.
Sjónleikararnir eru nakrir
av teimum bestu sjónleikar-
unum í Danmark í løtuni.
Fleiri av leikarunum hava
fingið heldur øðrvísi leik-
lutir enn tey eru von við.
Millum leikararnar eru
Peter Gantzler og Anders
W. Berthelsen, sum føroy-
ingar kanska kenna úr sv-
røðini »Taxa«. Allir sjón-
leikararnir spæla ótrúliga
væl, og úrslitið er ein lættur
dogme-filmur við tungum
undirtónum.
At siga frá søgugongdini í
filminum er eitt sindur inn-
viklað, tí hvør av høvuðs-
persónum hevur sína søgu
at siga frá, og tað heldur
samantvinnaða eindin, sum
ger filmin so sera spenn-
andi.
Hví filmurin akkurát er
gjørdur sum ein dogme-
filmur er kanska ikki so
lætt at vita, men tá tú so fer
at hugsa um, hvussu ótrú-
liga vánaligur hesin filmur-
in hevði verið, um hann
varð gjørdur í Hollywood,
so gevur alt knappliga
meining.
Filmurin er deiliga lættur,
stuttligur og sera vælspæld-
ur. Úrslitið er ein øðrvísi
filmur, sum liggur í minn-
inum langt eftir tú hevur
sæð. Filmurin er ein rom-
antiskur
kærleiksfilmur,
sum tú smakkar langt eftir,
at tú hevur sæð. ì staðin fyri
at sita og lesa og skriva um
filmin, so burdi heldur ver-
ið farið at hugt eftir honum,
tí hann er veruliga góður,
hóast hann kemur út sum
videofilmur um stutta tíð.
TÓNLEIKUR
Roskilde
Harmonior-
kestur, sum er eitt skúla-,
og
ungdómsorkestur
undir musikkskúlanum
hjá Roskilde Kommunu
hevur konsert í Vestur-
kirkjuni í morgin, sunnu-
dagin kl. 20.00.
Orkestrið byrjaði sum
skúlaorkestur á Sct. Jør-
gens Skúla í Roskilde í
1963 og var byrjanin til
Roskilde
Musikskúla,
sum byrjaði í 1968. Ros-
kilde Harmoniorkester er
eitt blásiorkester við træ-
og messingblásarum um-
framt slagtoy.
Skráin hjá orkestrinum
røkkur frá renaissensu-
tónleiki til kirkjubrúk,
umskipað klassisk verk,
upprunaligan harmoni-
orkesturtónleik, tilpass-
aðan jazz og til níggjari
rytmiskan tónleik.
Orkestrið byrjaði at
ferðast, tá tey í 1997 vitj-
aðu vinarbýin hjá Ros-
kilde í Íslandi, sum er
Ísafjørður.
Í 1999 vitjaði orkestrið
Skotland, og í ár gongur
leiðin so til Føroya, har
tað umframt konsertina í
Vesturkirkjuni
eisini
verða framførslur í Tórs-
havnar Kommunuskúla
og í Føroya Musikk-
skúla.
Á skránni á konsertini
í annakvøld verða m.a.
verk av Mozart, Bach,
Carl Nielsen og Rimsky
Korsakov.
LISTASTEVNA
Tað verða ikki einans
áhoyrararnir, sum fáa gleði
av framførsluni av operuni
Madame Butterfly. Í sam-
bandi við, at »The Irish
Opera« vitjar Føroyar við
framførslu
av
Puccini-
operuni á Listastevnu Før-
oya, fáa eisini føroyskir
sangarar ágóða av útl-
endsku sangvitjanini.
Stjórin í írsku operuni,
Michael Hunt, fer nevnliga
at geva seks føroyskum
sangarum undirvísing í
operasangi. Hetta er ein
sokallaður
master-class,
har hann fer at leggja sang-
arunum lag á, og at tosa við
teir um tulkingar og sang-
teknikk.
Teir seks føroyingarnir
hava hvør valt sær tvær
opera-ariur, sum teir fara at
framføra
fyri
Michael
Hunt. Talan er um ariur
eftir Mozart, Puccini, Verdi
og øðrum. Stamen Stanc-
hev fer at hava klaverfylgi-
spælið, tá sungið verður.
Tað
er
»The
Irish
Opera«, sum hevur bjóðað
seg fram at halda hetta
skeiðið fyri áhugaðum før-
oyskum sangarum. Og líkt
er sostatt til, at áhugin utt-
anlanda
fyri
føroysku
ræddunum er vaksandi.
Íslendska Operain hevur
játtað at útvega lærarar til
nýstovnaða føroyska sang-
skúlan. So helst verða enn
fleiri útlendskir operasang-
arar at hoyra í Føroyum í
heyst.
Undirvísingin hjá stjór-
anum í »The Irish Opera«
verður
leygardagin
og
sunnudagin í Norðurlanda-
húsinum. Sunnudagin verð-
ur byrjað kl. 14.30. Tá hev-
ur almenningurin atgongd,
so til ber at fáa íbástur og
annars
hoyra
føroysku
røddirnar royna seg í opera-
sangi.
Danskt-italienskt
Filmurin »Burtur-
hugur - Faroese
observations«, sum
Teitur Árnason hevur
leikstjórnað, verður
nú sýndur tríggjar
ferðir á Meiarínum
Rúnar Reistrup
Nógv rósti filmurin hjá
Teiti Árnasyni um lívið í
Hattarvík, verður nú at
síggja í Meirarínum í Havn.
Filmurin, ið ber heitið
»Burturhugur - Faroese
observations«, varð frum-
sýndur tá Listastevnan varð
sett 8. august, og tá fekk
hann nógv vøkur orð við á
vegnum í umtalum og um-
mælum.
Sunnudagin, mánadagin
og týsdagin fáa tey, sum
ikki vóru til Listastevnuset-
anina, høvi at síggja filmin
á Meirarínum í Havn.
Filmurin er ein doku-
mentarfilmur, sum leggur
seg eftir at vísa Hattarvík
og 7 hattarvíkingar sum teir
eru – ikki sum teir sjálvir
vilja framstanda, ella sum
onnur vilja framstilla teir,
men sum teir koma til
sjóndar, tá myndatólið og
spurningarnir koma heilt
nær.
»Burturhugur – Faroese
observations« verður sýnd-
ur á Meiarínum sunnudagin
19. august klokkan 16.00
og mánakvøldið og týs-
kvøldið klokkan 20.00.
2001
Roskilde
Harmoniorkestur
konsert í Vesturkirkjuni
Listastevnan:
Føroyskir sangarar sleppa at
royna seg í »Master-class«
Róstur filmur í Meiarínum
2001
C
M
Y
K
13
12
Lesið
-tað
loysir
seg