Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 18. august 2001 15 VB-HB: Seinasta útkall Fyri bæði liðini er helst galdandi, at tey skulu vinna, um tey skulu gera sær vónir um bronsumerkini UPPTAKT Jákup Mørk Tey bæði fremstu liðini í fjør vóru sum kunnugt VB og HB, men í ár hevur tó ikki skorist eins væl hjá teimum báðum. Hampuliga tíðliga mistu tey takið á teimum báðum oddaliðun- um, og síðani summar- steðgin hevur eisini verið líkt til, at tey hava mist tak- ið á bronsumerkjunum. Tí eru báðir partar snøgt sagt tvingaðir at vinna sunnu- dagin, men tað skerst tó ikki burtur, at báðir partar eru rættiliga skerdir til dystin. Hjá VB er tað fyrst og fremst saknurin av liðskip- aranum, Eyðun Jacobsen, sum man kennast svárur. Hann var heldur ikki við í Klaksvík, tá VB tapti so dyggiliga, og í Vági siga teir seg ikki rokna við hon- um til vikuskifti. Beiggi liðskiparan, Magni Jacob- sen, var heldur ikki við í Klaksvík, men hann hevur so vant við fullari ferð alla vikuna, og verður helst tøk- ur. Harafturat kemur, at Tórður Holm heldur ikki verður á vøllinum. Undan dystinum í Klaksvík varð hann mettur sum rættiliga ivasamur, men hann fekk tó kortini spælt. Hesa ferð er miðvallarin tó leikbannað- ur, so har gerst einki. Hjá HB stendur heldur einki til við fólki fyri tíð- ina. Hóast teir høvdu frí undanfarna vikuskifti, so er enn ikki eydnast at fáa Rúna Nolsøe kláran til dystin, og hóskvøldið var mest sum avgjørt, at vanligi liðskiparin ikki verður við. Tað verður Jón Rói Jac- obsen neyvan heldur. Hann gav avboð til landsliðið, tá hann fekk ein snudd undir venjing í seinasta viku, og enn er hann ikki komin heilt fyri seg. Vanligi mál- verjin, Bárður Johannesen, er framhaldandi skaddur, og tá Hallur Danielsen so eisini hevur leikbann, tykist rættiliga sannlíkt, at tað verður eitt munandi um- skipað HB lið, sum fer á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági. NSÍ-KÍ: KÍ stevnir framá Síðani summarsteðg- in hevur gingið væl hjá KÍ, og fáast trý stig sunnudagin, fara bronsumerkini av álvara at hómast UPPTAKT Jákup Mørk Sum vit skrivaðu í týsdags- blað okkara, so er nú líkt til, at restin av kappingar- árinum verður ein oyði- markargonga hjá runavík- ingum, sum at síggja til hvørki kunnu røkka einum ella øðrum. Seks dystir eru tó eftir, og einki er at ivast í, at runa- víkingar ætla at fáa sær úr- tøku úr hesum. Fyrstur av hesum er heimadysturin móti KÍ, og í øllum førum eru fortreytirnar hjá runa- víkingum undan dystinum hampuliga góðar. Djóni N. Joensen var burturstaddur, tá NSÍ taptu fyri B68, men hann verður so í øllum førum við aftur. Hinvegin er tað heldur iva- samt, um Brynjálvur Niel- sen og Dánjal Hansen verða tøkir. Báðir fingu teir smærri snuddir á Toftum, og eru ikki førir fyri at venja við fullari ferð. KÍ stevnir framá Í Klaksvík er einki at ivast í, at fótbóltshýrurin nú er betri, enn hann hevur verið leingi. Síðani summar- steðgin hevur liðið fingið tveir sigrar á rað, og nú eru fólk so smátt farin at tosa um heiðursmerki. Hetta tykist tó ikki rína við venjaran, Tomislav Siv- ic, sum sigur at teir í øllum førum mugu vinna í Runa- vík, um so skal vera. - Lat okkum nú síggja. Vit hava framvegis fleiri týdningarmiklar dystir eft- ir, og fyrst og fremst mugu vit vinna dystin í Runavík heldur hann. Tomislav hevur annars at kalla allar sínar mans tøkar. Hjalgrím Elttør fekk onkr- an snudd á landsliðsferðini til Jugoslavia, og hóskvøld- ið var enn ikki greitt, hvussu álvarsamt hetta var. Hópurin hjá KÍ er ikki hin breiðasti í landinum, so tey vóna, at tað fer at bera til hjá evnaríka leikaranum at verða við. Annars tykist tal- an verða um sama fólk, sum var við í sigrinum á VB fyri viku síðani. Roknast kann helst við, at viljin til at vinna verður størri enn óttin fyri at tapa, tá tvey av niðurflytngarevnunu m hittast á Eiði UPPTAKT Jákup Mørk Undan kappinginarárinum tóktist breið semja at verða um, at uppflytararnir úr EB/Streymi fóru at verða tað liðið, sum fór at flyta niður aftur í næst bestu deildina, tá kappingarárið var av. Árið hevur tó hilnast hampuliga væl hjá hampu- liga væl hjá uppflytarunum, og við einum sigri kunnu teir at kalla toga seg burtur úr øllum niðurflytingar- vanda. Mótstøðuliðið hevur tó eisini tørv á stigum. FS Vágar hevur stóran part av árinum verið dømt til nið- urflyting, men við sigrinum á B71 fyri viku síðani søgdu teir hendan leiklut frá sæ fyribils. Trý stig sunnudagin kunnu eisini geva teimum framhaldandi tryggleika, og ivleyst fara bæði liðini á vøllin sunnu- dagin eftir øllum stigunum. Mest sum fullmannað Liðini bæði eru eisini at kalla fullmannað til dystin. Á heimaliðnum er Knút Vesturtún einasti missurin. Hann fekk triðja gula kort- ið seinast, og hevur tí leik- bann. Annars eru allir mans tøkir, og nú Jákup Martin Joensen er fluttur heim, gerst miðvøllurin so avgjørt ikki veikari. FS Vágar hava eisini mest sum alt sítt fólk tókt. Kim Poulsen noyddist út við skaða móti B71, og hann fær helst ikki spælt, men í aðrar mátar eru allir tøkir. Tór-Ingar Akselsen hevur verið burturstaddur síðani summarsteðgin, men er nú tøkur aftur, eins og Ruslan Screlea, sum var leikbannaður síðst. Jógvan Hendrik Samuel- sen og Per Joensen eru báð- ir framvegis í Føroyum, og ivaleyst verða teir báðir eis- ini við í royndunum at tryggja vágamonnum enn eitt ár í bestu fótbóltsdeild- ini. Sandoyingar skulu vinna, um nakar møguleiki skal vera at lívbjarga sær UPPTAKT Jákup Mørk Sum vit vístu á í týsdags- blaðnum, so sær tað nú ógvuliga svart út hjá sand- oyingum. Dystarskráin er sera torfør, tað sum eftir er av kappingarárinum, men hinvegin skulu stig fáast, um møguleiki skal vera at halda sær í deildini, og ein møguleiki er so nú, tá B68 kemur á vitjan. Útgangsstøðið hjá báð- um liðunum verður á leið hitt sama, sum tað var fyri einari viku síðani. Sandoy- ingar mugu tó vera Jógvan Jón Petersen fyri uttan í verjuni, eftir at hann fekk gult kort í botndystinum móti vágamonnum. Hjá B68 er støðan hin- vegin munandi betri, enn hon var til lokaluppgerðina móti NSÍ, tá fleiri av stuð- ulsspælarunum vóru frá. Jan Dam og Fróði Benja- minsen eru báðir tøkir eftir leikbann, og uttan iva fara hesir beint inn á liðið. Ein- asta ivamálið tykist vera Magnus Poulsen, sum stríðist við ein skaða í øks- lini, men í hansara stað hevur Kjartan Nesá verið ein sera góður vikarur, so tað fer at líkjast einum B68-liðið í fullari manning. Tað verður helst eisini neyðugt, um tað skal eydn- ast liðnum at endurvinna bronsumerkini, tí tað er einki at ivast í, at sandoy- ingar fara at stríðast við lív og sál í tí, sum skjótt fer at líkjast seinasta útkalli fyri framhaldandi fyrstu deild- arfótbólti. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 GÍ 11 10 - 1 - 0 37 10 27 31 2 B36 11 9 - 1 - 1 40 9 31 28 3 B68 11 5 - 2 - 4 22 18 4 17 4 VB 11 5 - 1 - 5 27 15 12 16 5 HB 11 5 - 1 - 5 21 14 7 16 6 KÍ 11 5 - 0 - 6 12 26 -14 15 7 NSÍ 11 4 - 2 - 5 12 14 -2 14 8 EB/Streymur 11 3 - 1 - 7 11 18 -7 10 9 B71 11 2 - 1 - 8 10 27 -17 7 10 FS Vágar 11 2 - 0 - 9 10 51 -41 6 EB/S-FSV: Bæði kunnu bjarga sær B71-B68: Bæði noyðast at vinna 15 Nr. 158 • leygardagur • 18. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Tað er væl hugsandi, at sigursharrin sunnudagin eisini verður sigursharrin í FM-stríðnum, tá av- tornar, og í øllum før- um verður tað ein tví- dystur millum hesi bæði liðini UPPTAKT Jákup Mørk At kalla alt kappingarárið á tamb hevur tosið fyrst og fremst snúð seg um tvey lið, tá tey fótbóltshugaðu hava tosað um møguligar FM-kandidatar. GÍ og B36 hava kapprunnði í oddinum alt árið. Eina ferð hevur hvør parturin spælt javn- leik, og meðan gøtumenn framhaldandi eru ósigraðir, hevur B36 tapt einaferð. Á útivølli í Gøtu. Skulu vinna Hetta hevur árstalsfelagið møguleika at hevna sunnu- dagin, men tað er tó nógv meira enn bara hevnd, sum stendur upp á spæl, tá liðini fara á vøllin. Ikki minst hjá B36 stendur nógv á, tí alt annað enn ein sigur gevur GÍ stórar fyrimunir, og hetta tykjast leikararnir hjá B36 eisini at vera greiðir um. - Sjálvandi eru allir dystir týdningarmiklir, men sum støðan er nú, so er tað alt avgerandi, at vit vinna dyst- in, sigur liðskiparin hjá B36, John Petersen. - Fáa vit javnleik, skal GÍ missa fýra stig í seinstu dystunum, samstundis sum vit skulu vinna allar, so hjá okkum er einki at tosa um í so máta. Spurdur, um júst leikti landsdysturin móti Jugo- slavia ikki hevur sett síni spor á landsliðsleikararnar hjá B36, sigur John Peter- sen, at tað hevur hann kanska, men hann roknar tó ikki við, at hetta fer at bila. - GÍ hevði ongan leikara við hesa ferð, meðan vit høvdu fýra, og vit skulu sjálvandi hava drúgvu ferð- ina úr beinunum. Sálarliga haldi eg við vissu, at vit eru klárir. Tað var næstan so- leiðis, at tankarnir fóru at leita til dystin sunnudagin, beint sum dómarin hevði floyta av í Beograd, so tað eri ikki bangin um, sigur John Petersen at enda. Annars er líkt til, at B36 hevur so at siga alt fólkið tókt til dystin. Egil Zachar- iassen fekk forfall beint undan dystinum móti EB/- Streymi, men hann er so byrjaður at venja aftur. Klæmint Matras hevur onkran skaða í tjúkkanum, men teir vóna tó, at eisini hann verður tøkur. Einasti leikarin, sum við vissu ikki eru tøkur, tykist vera Kenneth Jacobsen, sum í tvær vikur hevur drigist við skaða. Alt er klárt Gøtumenn eru sjálvandi eisini spentir til dystin, men tá vit tosaðu við liðskiparan hjá teimum, Magna Jarn- skor, hóskvøldið, tóktist hann tó meira avkláraður undan uppgávuni. - Hetta er sum so ein dystur á vegnum í FM- kappingini. Hóast talan er um oddadyst, so royna vit í øllum førum at taka upp- gávuna, sum vit vanliga gera, og tað vil siga, at vit so avgjørt ikki vilja tapa. Spurdur, um týdningurin kortini ikki er eitt sindur størri hesa ferð, sigur Magni tó, at tað er hann kanska. - Tað verður jú bara spælt um trý stig, men tú hevur sjálvandi rætt í, at hetta er ein sonevndur seks-stig dystur, men tað mugu vit bara royna at skúgva til viks. Vit fara á vøllin at gera okkara besta. Annars heldur Magni, at gøtumenn eru so væl fyri, sum til ber, nú teir gera seg til at fara til Havnar. Sámal Joensen og Helgi L. Peter- sen tykjast báðir vera komnir heilt fyri seg, og harumframt er Hans Pauli Petersen eisini farin undir aftur venjingina, men eftir drúgva skaðan í lærkrika- num er ivasamt, um hann verður við frá fyrsta bríksli. - Jú, eg haldi at vit eru allir klárir til dystin, og bæði vóni og rokni við, at talan verður um ein góðan og spennandi dyst, sum nógvir áskoðarar fara at leita sær til. Áskoðararnir hjá okkum plaga at vera trúgvir, og eg ivist ikki í, at teir eisini fara at stuðla okkum hesaferð, sigur Magni Jarnskor at enda. Dystir hetta vikuskiftið: 1. deild menn 19.08 B36-GÍ Suni Johansen 19.08 NSÍ-KÍ Petur E. Kjærbo 19.08 VB-HB Eiler Rasmussen 19.08 B71-B68 Dagfinn Olsen 19.08 EB/S-FSV Birgir Sondum 2. deild menn 18.08 B36-Skála Erling Eysturoy 18.08 Sumba-NSÍ Regin Egholm 18.08 LÍF-HB Edvard Højgaard 18.08 KÍ-ÍF Rúni Gaardbo 18.08 TB-GÍ Petur Hans Joensen 3. deild menn 19.08 B36-GÍ Erling Eysturoy 19.08 Royn-KÍ Frits Poulsen 19.08 VB-AB Ólavur Weihe 19.08 B71-B68 Tummas P. Olsen 19.08 TB-ÍF Eigil Olsen 1. deild kvinnur 19.08 B36-KÍ Hans Eivind Olsen 19.08 B71-B68 Laurits í Króki Tølini tala Niðanfyri verður víst, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin hava staðið seg, tá tey hava dystast seinastu tíggju árini B36-GÍ: Avgerðin kann fella sunnudagin Talan verður um tað, sum fer at líkjast ársins dysti í ár, tá oddaliðini í føroyskum fótbólti bresta saman í Gundadali sunnudagin C M Y K 14