leygardagur 18. august 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 158 - 18. august 2001
Nr. 158 - 18. august 2001
17
Borgarstjórin í
Jyllinge, Jens Müller,
ið er ættaður úr Havn
helt ólavsøkuaftan
hesa røðu í Føroya-
húsinum á Vestaru-
brúgv í Keyp-manna-
havn
Jens Müller
Gott kvøld, góðu lands-
menn!
Soleiðis startaðu útvarps-
sendingarnar til herbúgv-
andi føroyingar fyri nøkr-
um árum síðan.
Eg fari fyrst at takka leið-
aranum av Føroyahúsinum,
harra Martini Fjallstein fyri
innbjóðingina til at luttaka í
setanini av ólavsøkuni her í
Keypmannahavn 2001.
Annars fari eg at biðja
tykkum halda mær til góðar
við mínum »hálvvánaliga
føroyska máli«, sum eg
noyðist at brúka í røðu
míni. Men eg havi bert tos-
að føroyskt í umleið 14 ár,
men danskt í skjótt 50 ár.
Eg havi ikki verið við til
nakað ólavsøkuhald í Dan-
mark fyrr, so eg kenni ikki
rættiliga mannagongdina,
og tær ólavsøkuveitslur, eg
havi verið við til heima í
Havn, kann eg av góðum
grundum
ikki
minnast
rættiliga nógv um, deils or-
sakað av øllum teimum
árum, sum farin eru, síðani
eg var til slíkt ólavsøkuhald
og deils orsakað av tí ávirk-
an, sum ein vissur harra
Kattrup hevði bæði á ólav-
søkuna og náttarlívið yvir-
høvur. (Kattrup var ein av
teimum størstu vínimport-
ørunum til Føroyar, inntil
Rúsan kom).
So eg spurdi Martin, hvat
eg skuldi tosa um. Hann
helt fyri, at tað stóð heilt til
mín kanska kundi eg sagt
eitt sindur um meg sjálvan
og ta lívsleið, sum hevði
ført meg til tað starvið, sum
eg nú siti í.
Hann skjeyt eisini upp, at
eg kundi komið við mínum
viðmerkingum og sjónar-
miðum til tað eventuella
sjálvstýri, sum nakrir før-
oyingar arbeiddu sterkt
uppá at innføra. Tað seinna
málið er ógvuliga kontrov-
ersielt at tosa um, við tað at
nógv og sterk følilsir eru
bundin saman við júst hes-
um evni, og eg eri sjálvsagt
ikki úti eftir, at tað, næstu
ferð eg komi til Føroyar,
stendur ein politistur við
einari tilhaldsváttan, sum
sigur, at eg eri dømdur sum
persona non grata, og ikki
sleppi í land í Føroyum.
Mín lívssøga
Eg havi aldri fingist við
føroyskan politikk og havi
ikki alt ov nógv skil á hon-
um heldur, men tá ið eg nú
eri biðin um eitt úttalilsi, ja,
so eri eg noyddur at royna.
Men tað kann av góðum
grundum bert blíva sum ein
áskoðari frá síðulinjuni.
So eg leggi fyri við mær
sjálvum. Eg eri føddur í
Havn 25. mai 1938, beint
áðrenn kríggið – móðir mín
var úr Skúvoy, so eg bleiv
»deporteraður« til Skúvoy-
ar, tá ið eingilskmenninir
komu til Føroyar í 1940. Eg
veit ikki, um foreldur míni
líkafram vóru bangin fyri,
at eg skuldi gera meg inn á
hersetingarvaldið – ella tey
bara hava hildið, at tað all-
arhelst var best fyri allar
partar at fáa Pink, sum eg
varð kallaður, beindan eitt
sindur burtur av alfaraveg.
Men so mikið er vist, at tey
árini, eg var í Skúvoy, vóru
míni allarbestu barnaár.
So kom tíðin, hvar eg
skuldi í skúla – tað bleiv
kommunuskúlin í Havn.
Onkrar
av
lærarunum
minnist eg, eitt nú Zachari-
as Sørensen, John David-
sen, Jacob Wenningstedt og
nógvar aðrar merkismenn.
Hesir gjørdu alt, teir vóru
mentir fyri at buka eitt
sindur av vitan og lærdómi
inn í mítt tá sera krúlluta
høvd, men eg haldi meg ør-
minnast, at tað, sum eg var
mest glaður fyri – tað vóru
fríkorterini.
Sum 14 ára gamal varð
eg konfirmeraður og fekk
loyvi at roykja alment – eg
hevði helst gjørt tað eini 2-
3 ár í loyndum. Eg kom so
út at sigla. Fyrst ein túr til
Grønlands við trolaranum
Kallsevni
sum
messu-
drongur, síðani við ferða-
skipinum Tjaldrinum sum
kahúttsdrongur. Síðani kom
eg á sjómansskúla í Svend-
borg, og endiliga við skúla-
skipinum Danmark.
Eg gjørdi verndarskyldu
mína í donsku marinuni –
eg var til dømis marinusol-
dátur, tað kvøldið amerik-
anski forsetin, Kennedy
varð skotin í Dallas!
Samanlagt sigldi eg í
donskum handilsflota í
samfull 10 ár!
Eitt kvøldið, eg var farin
í føroyingafelagið, sum tá
var á H. C. Andersens
boulevard í Keypmanna-
havn møtti eg lívsfelaga
mínum, einum eiggiligum
sprundi úr Sumba. Vit gift-
ust skjótt – tað var í 1960
og hava nú fylgst trúliga í
41 ár. Gunnvør, sum kona
mín eitur, helt, at tað var
vitleyst at vera so nógv
burtur og sigla, og tað mátti
eg geva henni rætt í. Í dag
hava Gunnvør og eg tvey
børn, sum bæði eru vaksin.
Vit hava eisini ommu- og
abbabørn – tvey og eitt
hálvt í tali. So ættin verður
førd víðari.
Men eg fór so í land,
gjørdist falckmaður – tað
var eg í 10 ár. Síðani havna-
fúti, arbeiddi sum sjálv-
støðugur vognmaður í nógv
ár. Eg gjørdist politiskt
áhugaður og kom inn í
veljarafelagið hjá Konser-
vativa flokkinum í Gundsø
kommunu, varð valdur inn í
býráðið og sat sum vanligur
býráðslimur í 4 ár, næsta
skeiðið varð eg so kosin til
fyrsta varaborgarstjóra.
Í 1993 gjørdist eg borg-
meistari og havi nú havt tað
starvið í skjótt 8 ár. Tað at
gerast borgmeistari var ein
langur og drúgvur umgang-
ur, men væl stuðlaður av
konu míni, eydnaðist tað
mær. Hon hevur so nógva
æru av tí, at tað kundi eins
væl havt verið hon sjálv,
sum varð blivin borgmeist-
ari, men hon vildi heldur
ansa eftir ommubørnum.
Hetta var so í stuttum
mítt Curriculum Vitae, tá ið
skjótt skal sigast frá.
Er nakað skilagott við
loysing?
Eg má heldur leypa út í hitt
málið, nevniliga mína met-
ing av føroyskari loysing
frá Danmark. Tað skal ikki
vera nakar ivi um, at eg
haldi at tað er ein øgiliga
vánalig ide. Í staðin fyri
sum nú, har føroyingar ætla
at yvirtaka sjúkrahús, skúl-
ar, politi v.m., so lat tó Dan-
mark betala!
Táverandi konservativi
statsministarin, Poul Schlü-
ter foreraði okkum undir-
grundina við bæði olju og
øllum, sum har kundi vera.
So, um tað finst nøkur olja
og føroyingar bara kunna
stýra teimum dagdroymar-
unum, sum sita úti í Tinga-
nesi, kundu føroyingar liva
sum heimsins ríkasta fólk.
Føroyar og Danmark
hava hoyrt saman í yvir 600
ár, og harvið eru óloysilig
bond knýtt millum hesi
bæði fólk. Eg havi eingi
beinleiðis tøl, men tað
skuldi ikki undra meg, um
tað búðu líka so nógvir
føroyingar í Danmark, sum
tað eru innbyggjarar í Tórs-
havnar kommunu.
So eru tað helst nøkur,
sum spyrja seg sjálvan: Hví
búgva allir hesir føroyingar
í Danmark, hví eru teir ikki
í Føroyum og eru við til at
uppbyggja tað lítlu natión-
ina. Eg kann bara svara fyri
meg sjálvan, at tá ið eg fór
út í verðina í 1953, var tað
millum annað fyri at síggja,
hvussu verðin sá út uttan-
fyri Nólsoynna, og sjálv-
andi eisini fyri at finna mær
eitt arbeiði, sum eg kundi
liva av.
Heima í Føroyum var
stutt sagt bara fiskivinna at
liva av, og tað var eisini av-
markað, hvussu nógvum
fiskimonnum, man hevði
brúk fyri til tann fiskiflot-
an, man hevði. Og eg vil
vága tað postulat, at tað var
produserað ov nógv av før-
oyingum til tað livibreyð og
arbeiði, sum var.
Ein teori og ein
metafora
Lat meg royna onkra teori.
Og teoriir, sum eru klaktar í
Jyllinge, kunnu allarhelst
vera fult so frægar, sum tær,
ið eru úttonktar í Hoydali,
ella hur???
So eg fari at loyva mær
eina lítla mynd – eina meta-
foru – sum kanska kann
lýsa og samanbera okkara
samfelag tá í hálvtrýssun-
um. Vit mintu um eitt løvu-
samfelag, og í einum slík-
um er beinleiðis neyðugt
við úttynning í flokkinum
av og á, av teirri einfaldu
grund, at økið ikki kann
bera og breyðføða fleiri
individir á einum givnum
areali. So við øðrum orð-
um, tað vóru beint út sagt
ov nógvir føroyingar til tað
talið av arbeiðsplássum
sum fanst. Eg kann sjálv-
andi ikki prógva mína teori,
men hetta er so eitt sjónar-
mið.
Vit fóru úr Føroyum,
onkur sigur av landinum,
og so vórðu vit nevndir av-
føroyingar ella asfaltføroy-
ingar, vónandi bert sum
skemt. Tað eru nú heldur
ikki altíð tey ringastu, sum
fara heimanífrá!
Tað hava altíð verið nak-
rir føroyingar, sum partú
vildu loysa Føroyar frá
Danmark, og tað er heilt í
lagi, at onkur hevur ta
áskoðanina – tað er tað vit
nevna demokrati, at teir
sleppa at hugsa og tala púra
frítt og hava sínar meining-
ar, óansæð, hvat vit onnur
halda. Men einar fríar Før-
oyar eru treytaðar av, at tað
er ein meiriluti av føroying-
um, sum vilja tað sama. Og
tað hevur avgjørt ikki verið
nakar meiriluti aftanfyri
sjónarmiðini hjá teimum
mest ógvisligu loysingar-
monnunum hesi seinastu
árini. Men eg veit, at man
arbeiðir miðvíst fyri at fáa
henda meiriluta!
Bankamálið kom
monnum væl við
Jens Müller í ólavsøkurøðu:
Sendið málið
um loysing til
fólkaatkvøðu
62 ára gamli Jens Müller úr
Havn er borgarstjóri í danska
býnum Jyllinge. Hann helt
ólavsøkurøðuna í
Føroyingahúsinum í
Keypmannahavn
Hvat gera loysingarmenn
so, jú, teir royna at lokka og
ávirka fólkið ella yvirtala
tey til at taka loysing. Tað
hevur ikki gingið serliga
væl hjá teimum higartil,
men so kom bankamálið,
sum sent av himli til teirra.
Tað er eitt gamalt orðatak,
sum sigur, at man kann
koma til »for smed at rette
bager«. Smiðjurin var sum
kunnugt skurkurin, men
man kundi betri klára seg,
uttan bakaran.
Tað, sum »Den danske
bank« gjørdi móti Før-oy-
um, var eftir mínum tykki
sera ósportsligt og avgjørt
eisini óetiskt, men tað var
helst tað allarbesta, teir
kundu gera fyri parthavarn-
ar (aktionerarnar) í tí støðu,
sum tá var, (og nógvir av
aktionerunum vóru júst før-
oyingar, fyri ikki at tosa um
innlánarnar). Halda menn
veruliga, at Danski banki
altíð hevur gjørt so væl
móti danskarum? Tvørtur-
ímóti! Tað vóru her í land-
inum nógvir borgarar, sum
mistu nógvan sparipening
t.d. í sambandi við Hafnia-
skandaluna, ið var íspunnin
av Danska banka.
Eg eri heilt ivaleysur í, at
Danski banki á ein ella ann-
an hátt fáa sín part av olju-
kakuni, um hon verður til
nakað.
Hevur danska fólkið
skyldina?
Nú er tað tann lúnski loys-
ingarmaðurin kemur inn í
myndina. Jú, um vit nú
kunnu
snara
hatið
til
Danska banka yvir á tað
danska fólkið, so var
kanska ein møguleiki fyri
at venda fólkastemningin-
um í Føroyum móti Dan-
mark! Eg má siga, at tað
deilvíst lukkaðist, og eg eri
ivaleysur í, at tað verður ar-
beitt sterkt og miðvíst við
at dyrka hetta hatið til Dan-
mark. Men er hetta ikki
bæði ússaligt og feikt?
Vit hoyra at Danmark
vinnur pengar uppá tað før-
oyska samfelagið, bæði á tí
militera
og
handilsliga
økinum. Er tað nú heilt
órímiligt, at føroyingar
betala fyri nakað av tí, teir
fáa og hava fingið! Føroyar
hava einki militer, kortini
hava vit holla danska sjó-
verju og eru vardir av Dan-
mark og NATO. Er tað so
órímiligt, at Føroyar leggja
basuøki til hervaldið. Vit
skulu jú ikki so frægt sum
levera soldátar til at verja
okkum sjálvar við. Tað er
bíliga sloppið!
Eg veit ikki, hvat Dan-
mark tjenar uppá handils-
lívið í Føroyum – tað eru
leysir pástandir! Men eg
haldi meg vita, at Føroyar
taka ímóti umleið 1,4 milli-
ard krónum í blokkstudn-
ingi hiðani úr Danmark um
árið – pengar, sum eru inn-
tjentir av tí danska skatt-
gjaldaranum trúliga goldin
av danska statinum við
yvirflutningi til føroysku
gjaldstovuna við umleið
einum 1/12 hvønn mánað!
So er tað ikki so heilt
órímuligt, um Danmark
eventuelt hevði onkran
vinning av Føroyum. Vildi
tað verið rættvíst, at føroy-
ingar bara skuldu fingið,
men ongantíð latið nakað
afturímóti?
Í mínari lítlu verð
Eg skal royna at forklára
hví eg haldi, at føroyingar í
Føroyum avgjørt ikki vera
verri viðfarnir enn danskar-
ar herniðri í Danmark verða
tað. Danski skattgjaldarin
verður avgjørt ikki mjúk-
liga
strokin.
Í mínari
kommunu (Gundsø komm-
unu við Roskildefjørðin)
búgva umleið 15.000 fólk –
hon er altso næstan sum
Havnar kommuna til stødd-
ar. Vit hava eina netto
skattainntøku uppá ca. 455
milliónir
krónur.
Men
danska stjórnin hevur funn-
ið uppá skálkabrøgd og
brúkar tað principp, at tað
skal
útjavnast
millum-
kommunalt, soleiðis at tær
kommunur, sum ikki verða
riknar so væl og hava nógv-
ar góðar skattaborgarar,
skulu gjalda útjavning til
tær kommunur, sum ikki
vera so væl riknar.
Tað vil fyri Gundsø
kommunu siga, at vit skulu
av við 120 milliónir í inni-
verandi ári. Hesin pening-
ur, umleið fjórðingurin av
okkara skattainntøku, verð-
ur bara tikin frá okkum lat-
in øðrum kommunum. Vit
hava púra onga ávirkan á
hetta – søgan hevur verið
tann sama øll tey undan-
farnu árini. Tá ið so tann
sosiali sektorin í kommun-
uni hevur fingið 80% av
restini, og vit hava goldið
stati og Roskilde amti tað,
sum vit eiga, er ikki nógv
eftir, og vit hava illa nokk
ráð til at umvæla okkara
egnu vegir. Er hetta rætt-
víst? Við tí peningi, sum vit
tey seinastu árini hava
goldið til útjavningina,
kundu vit havt sett skatta-
procentið 4 niður, og í
Gundsø kommunu er bert
eitt skattaprocent tað sama
sum 18 milliónir krónur.
Hetta haldi eg og fleiri við
mær, vera alt annað enn
demokratiskt og sera órætt-
víst.
Vit hava søkt Hovedsta-
tens udviklingsråd, sum er
ovasti myndugleiki í byggi-
málum um at fáa nakað av
okkara jørð stykkjað út til
grundstykkir, tí okkum
tørva eldrabýli og bústaðir
til flóttarfólk v.m., men
svarið er nei.
Vit hava søkt HUR um
loyvi til at víðka okkara
ídnaðar- og vinnulívsøkir,
men svarið er NEI. Er hetta
rættvíst – áttu tað ikki at
verið kommunurnar sjálvar,
sum best vistu, hvat teirra
egnu borgarar hava brúk
fyri?
Hvat stríðast vit
aktuelt við?
Hesi seinnu árini er íkomið
eitt nýtt problem, sum
kommunurnar eisini skulu
taka sær av, nevniliga flótt-
arfólki. Vit verða ikki
spurdir eftir, um vit vilja
hava flóttarfólk – tað verð-
ur dikterað okkum at taka
tey. Gundsø kommuna skal
hava 30 í ár, eitt líknandi tal
næsta ár pluss familjusam-
anføringar, sum vit eisini
skulu veita bústað. Vit hava
bert heilt fáar sosialar íbúð-
ir – tí eru vit farin at keypa
sethús til langt omanfyri
milliónina til at hýsa flótt-
arfólki í.
Bara í ár hevur okkara
kommuna eina útreiðslu
uppá 12 milliónir til flýggj-
andi og innvandrarar, sum
vit ikki fáa refunderað frá
statinum.
Samstundis hava vit ein
langan bíðilista av egnum
borgarum, sum ikki kunnu
finna ein bústað, t.d. í sam-
bandi við skilnaða, deyða
hjá hjúnafelaga v.m. Hesum
fólkum vildu vit eisini
fegin hjálpt við at útvega
bústað.
Men teimum, okkara
egnum borgarum hava vit
ikki skyldu at skaffa bústað
– er hetta rættvíst?
Og kortini hóast allar
hesar myrku síðir, eg havi
gjørt vart við, so eri eg sera
fegin um at hoyra til í ein-
um landi, har man hóast alt
setir menniskjað í sentrum,
og har samfelagið syrgir
fyri teimum, sum ikki sjálvi
orka.
Vit gjalda symbolskar
upphæddir fyri barnastovn-
ar, og vit hava ókeypis
sjúkrahús,
røktarheim,
skúlar og ein sera góðan
infrastruktur,
umframt
nógv onnur felags rættindi
fyri borgaran.
So sjálvt um tað er nógv,
sum vit í kommununi ikki
eru samd við statin um, og
hóast vit ikki altíð skilja,
hvussu og hví Danski stat-
urin fer so illa við okkum,
so hava vit í Gundsø
kommunu ongar ætlanir um
at taka loysing frá hvørki
Danmark, Føroyum ella
Grønlandi. Vit eru nevni-
liga glað um at tilhoyra eini
størri familju. Vit eru solid-
arisk!
Fáa vit nakrantíð
betri vinir?
Eg havi faktist altíð verið
errin av at vera føroyingur.
Føroyingar hava altíð verið
eitt stolt fólk, og tað er bara
at frøast yvir at síggja, hvat
føroyingar hava útrætta her
í landinum. Føroyingar eru
umboðaði í øllum samfel-
agsløgum, sita í alskyns
týðandi størvum. Tað sita
føroyingar av báðum kyn-
um í leiðandi størvum.
Hugsa eitt nú um allar yvir-
menninar í handilsflotan-
um, jú føroyingar hava
nógv at vera stoltir av. Vit
mugu bara ansa væl eftir, at
stoltleikin ikki tekur yvir-
hond og verður til heimføð-
isliga arrogansu. Tað er tað
eingin, sum hevur brúk
fyri, og so »betýðiligir« eru
vit heldur ikki!
Um Føroyar loysa frá
Danmark, kunnu teir sjálv-
andi fáa heilt »nýggjar«
vinir. Olja og ríkidømi kann
saktans skapa »vinir«, men
er tað sømuligt ella rættvíst
at vraka teir vinir, føroying-
ar enn hava, og sum stóðu
teimum nær, tá ið Føroyar
vóru við at fara heilt í
smildur. Eru vit so ótakk-
samir og smáir, at vit blaka
okkara vælvildarmenn á
dyr, bert vit hava eitt sindur
av oljupengum. Vildi tað
verið heiðurligt ella rætt-
víst?
Her er tað kanska, at eg
og fleiri við mær áttu at
spurt: Hvar blivu teir góðu
íslendingar av í tí løtuni, tá
ið vit veruliga vóru í neyð.
Hetta góða brøðrafólkið, ið
vera skal – er tað ikki teir,
sum Hoydalsfólkið brúkar
sum model og fyrimynd?
Nei Danmark mátti fáa
okkum aftur á føtur, Dan-
mark mátti styðja okkum
og Danmark mátti lyfta
okkum upp aftur og Dan-
mark mátti leiða okkum, til
vit kundu fóta okkum so
frægt, at vit aftur vóru
mentir at sparka teir og
brúka okkum móti teimum
og svína teir til afturfyri
vælvildina!
Sannast má sum gamla
orðatakið sigur: Ger skálk-
inum gott – hann lønar tær
við háð og spott!
Útisetar hugsa nógv
um Føroyar
Eingin skal tó vera í iva um,
at teir føroyingar, sum
búgva í Danmark, elska
Føroyar minst líka so nógv,
sum teir, ið búgva í Føroy-
um í dag. Vit siga at ferðast
heim til Føroyar til dømis,
tá ið vit fara á feriu, sjálvt
um man hevur eitt heim her
í Danmark og hevur havt
tað í 40-50 ár.
Bert tað at hoyra eitt
tjaldur, sum í loftinum sig-
ur tað eyðkenda »klipp-
klipp« eitt ella annað stað á
knøttinum, óansæð um man
er í Cairo ella á Ráðhús-
plássinum í Keypmanna-
havn, ger, at man mentalt
verður fluttur heim til Før-
oyar og til óvitatíðina. Man
kennir seg kanska staddan
upp í haganum í ferð við at
laða torv, reka seyð ella
hoyggja. Bæði foreldur,
systkin, ja, øll familjan og
kenningar fara framvið tí
»innara eyganum« í sinn-
inum.
Jú, Føroyar fylla nógv í
lívinum hjá okkum útiset-
um. Og eg fari tí at heita á
makthavarnar í Tinganesi at
vísa eitt sindur av mans-
evni, og tí senda spurningin
um loysing út til fólkaat-
kvøðu beinanvegin. Og so
mega tit lata allar okkum
føroyingar, sum búgva í
Danmark og øðrum londum
við, fáa stemmurætt, so tað
ikki bara vera tey blaðungu
lesandi, sum sleppa at av-
gera lagnu føroyinga.
C
M
Y
K
17
16