Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 158 - 18. august 2001 Nr. 158 - 18. august 2001 19 — Tað eru nógvir, ið kunnu sigast at vera heimsins besti trombonspælarar. Teir eru tað bara á ymiskan hátt. Síðan eg var 12 ára gamal, hevur mín stóri dreymur verið, at eg skuldi gerast ein av teimum, sigur 23 ára gamli havnamaðurin trombonspælarin Andras Olsen, sum í eitt ár hevur havt sína dagligu gongd á Royal Academy of Music í London Tór Verland Johansen Føroyingurin Andras Olsen hevur ein dreym. Hesin dreymur snýr seg um at kunna liva av at spæla tónleik. Men í Andrassa verð er tað, at spæla tón- leik, ikki tað sama sum at vera orkesturtónleikari: - Í einum symfoniorkestri er man bert ein av hundrað, og tískil einans ein lítil partur av einari stórari maskinu. Tá ið eitt symfo- niorkestur spælir, er tað so- statt dirigenturin, ið er tann veruligi tónleikarin, sigur Andras. - Eg vil sjálvur sleppa at stýra tónleikinum, og tað er tað eg meini við, tá ið eg sigi spæla tónleik, leggur hann afturat, fyri at tað ikki skal misskiljast. Við øðrum orðum eru ambitiónirnar at gerast solistur á trombon. Hetta er tó ikki nakað, ið ein bara verður av sær sjálvum. Fyri fýra árum síðani flutti Andras til Århus, har hann byrjaði á konserva- toriinum. Her treivst hann væl, men eftir trimum árum vildi hann royna nýtt um- hvørvi. Seinasta ár fór hann tískil til upptøkuroynd í London við tí fyri eyga, at sleppa inn á Royal Aca- demy of Music. Hóast nál- areygað ikki var stórt, eydnaðist honum at spæla seg í gjøgnum tað, og tá ið hann í summar fekk í boði at halda áfram eitt ár afturat, tók hann av: - Her í London havi eg, sum trombonspælari, nógv størri møguleikar enn í Århus, tí her finnast nakrir av teimum bestu lærarun- um og næmingunum í heiminum. Tá ið eg skuldi velja millum at vera ver- andi eitt ár afturat her, ella at venda aftur til Århus, var eg ongantíð í iva, sigur Andras. Við sínum nærum 200 ár- um á baki, er Royal Academy of Music ein av teim mest viðurkendu tón- leikaskúlunum í Europa. Skúlin hevur eini 800 næm- ingar úr øllum heiminum og sigst at vera eitt sera gott stað at menna síni evnir. Hetta hevur Andras sjálvur merkt nú hann hevur verið har í eitt ár: - Umframt at umhvørvið er ótrúliga spennandi, eru her góðir møguleikar at læra tey røttu fólkini at kenna, sigur Andras og nevnir sum dømi, at or- sakað av, at hann ein dagin á skúlanum kom at práta við ein næming úr Suður- korea, stóð honum brádliga í boði at spæla eina solo- konsert í Seoul miðan august í ár. Tíverri varð hann noyddur at geva av- boð, av tí at hann um sama mundi skuldi luttaka í »Orkester Norden« í Svø- ríki: - Tað kann kanska sýnast løgið at eg valdi at fara til Svøríki í staðin, men fyri tað fyrsta hevði eg longu meldað meg til har og fyri tað næsta er túrurin til Suðurkorea framvegis ein møguleiki komandi ár, sigur hann og leggur afturat, at um ein ætlar sær at gerast solistur innan ta klassisku tónleikaverðina, er tað ikki nóg mikið at vera dugnaligur á sínum ljóðføri. Av somu orsøk bjóðar skúlin eisini veg- leiðing og stuðul, tá tað ræður um at selja seg sum solist: - Sum heild fyrireikar Royal Academy of Music okkum næmingar til tað professionella lívið sum tónleikarar. Øðrvísi konsertir Í mun til eitt nú violin og klaver, er trombon ikki eitt sokallað vanligt sololjóð- føri og tískil finnast ikki nógvar klassiskar solokon- sertir fyri trombon. Hetta kann møguliga sýnast sum ein forðing, men Andras heldur ikki, at tað er ó- møguligt at gerast solistur kortini: - Eg velji heldur at síggja tað sum eina avbjóðing. Tí- verri eru tað ikki serliga nógvar stórar og kendar konsertir fyri trombon, men so verði eg bara noyddur at hugsa øðrvísi, sigur hann. Ein av fyrimyndunum hjá Andrassi er svenski trom- bonspælarin Christian Lindberg, ið er vorðin kendur fyri sínar heldur øðrvísi framførslur. Tá Andras í juni í ár fyri- reikaði sína endaliga konsert fyri tað farna árið á Royal Academy of Music, legði hann seg tískil eftir, at konsertin skuldi vera fjøll- broytt og annarleiðis. Tað fyrsta hann gjørdi, var at velja nøkur tónleikaverk, ið vóru ymisk frá hvørjum øðrum. Hetta er vanlig mannagongd soleiðis, at ein fær gjørt vart við sítt fjøllbroytta hegni á tí tekniska økinum, umframt at ein vísur síni tónleikaligu evnir innan tulking av yms- um verkum. Andras ætlaði tó eisini at gera konsertina øðrvísi enn aðrar vanligar klassiskar konsertir, og til hvørt tónleikaverk var hann tískil ílætin serstøk klæðir, umframt at hann tillagaði sín atburð soleiðis, at tað passaði til tann tónleik, hann framførdi. Eitt nú var hann ílætin sum ein cow- boy, meðan hann spældi eitt western inspirerað lag av Fredrik Högberg. - Hóast tað var strævið at renna út og skifta klæðir millum hvørt tónleikaverk, var tað stríðið vert. Sjálvur helt eg ikki, at eg hevði spælt upp til mítt besta, men próvdómararnir høvdu bert rósandi orð um mína framførslu og søgdu, at teir ongantíð høvdu upplivað eina konsert á tílíkan hátt fyrr, sigur Andras og leggur afturat, at tað kanska var alt rokið á pallinum, ið gjørdi, at teir ikki løgdu merki til teir smáfeilir, ið hóast alt vóru. Eftir tað góða viðmælið, er hann vorðin meira vísur í, at henda tilgongd ikki er heilt av leið: - Tá ið tað snýr seg um klassiskan tónleik, eru fólk Dreymurin um at gerast solistur oftani av teirri uppfatan, at tað heila skal vera so øgiliga alvorligt og hátíð- arligt, men tað er ikki altíð, at tónleikurin einsamallur kann bera øllum uppi. Eg havi sjálvur verið til onkrar klassiskar konsertir, har eg næstan eri sovnaður orsak- að av, at tað er so óinterre- sant. Sovorið styggir ung fólk burtur. Eg ynski, at mínar konsertir skulu vera eitt upplivilsi fyri áhoyrar- arnar – eisini tey ungu, sig- ur Andras. Hóast tað er tann klass- iski tónleikurin, ið vigar mest hjá Andrassi, hevur hann eisini blást seg gjøg- num jazz, blues og horn- tónleik. Hetta metir Andras vera ein styrki, tí tað er týdningarmikið at ein hevur eitt breitt úrval at bjóða, um ein ætlar at selja seg sum solist: - Tað vanliga er, at ein trombonspælari antin spæl- ir jazz ella klassiskt. Eg vil ikki siga, at eg dugi líka væl at spæla jazz, sum ein, ið bert spælir jazz, men hinvegin, so er tað ikki van- ligt, at ein trombonspælari dugir at spæla bæði, sigur hann og leggur skemtandi afturat, at møguleikarnir fyri at fyrireika fjølbroyttar konsertir í øllum føri eru størri. Ein tónleikari er eisini eitt slag av einum entertain- ara og tískil ætlar Andras sær í heyst at fáa frálæru í drama: - Eg eri í veruleikanum rættuliga smæðin, og tað er jú ikki akkurát so gott, um eg ætli mær at mínar konsertir skulu verða øðr- vísi og serstakar. Hóast eg nú dugi betur at standa á einum palli enn í allarfyrst- ani, havi eg enn eina rúgvu at læra á hesum økinum, sigur hann. London Royal Academy of Music hevur tó ikki drama sum eina lærugrein, men í London skuldi ligið væl fyri at fáa tílíka frálæru. Við sínum 12 milliónum innbúgvum hevur London nevnliga nóg mikið av áhoyrarum og áskoðarum, og býurin er uttan iva ein av teim størstu mentunarmið- deplum í Europa. Umframt at tríggir aðrir tónleikaskúlar eru í býnum, hevur London heili fýra symfoniorkestur í heims- klassa. Tískil eru eisini eitt ørgrynni av konsertum at fara til: - Tað er eitt ótrúliga spennandi stað at búgva. Hvørt einasta kvøld er út- boðið av konsertum áhuga- vert og afturat hesum kem- ur eitt nú teatur og musicals, sigur Andras, men leggur síðani afturat, at tað í øllum førum er eitt, sum ikki er so gott við London: - Á gøtuni og í undir- grundini hava øll fólk gron. Øll ganga við einum sovor- num »stone face«, tí í ein- um stórbýi skal man altso ikki ganga og gløða at fólki. Tíverri kennir Andras orsøkina alt ov væl. Eina- ferð hann spákaði sær ein túr gjøgnum »Chinatown«, legði hann merki til ein løgnan mann, ið gekk oman og niðan gjøgnum gøtuna. - Eg hugsaði ikki um tað, men eg havi óiva gløtt nakað nógv. Áðrenn eg visti av, kom hann framvið og skallaði meg í andlitið, greiðir Andras frá. Skelkaður og við blóði um munnin, slapp Andras sær til rýmingar og til alla lukka var einki álvarsligt hent. - Tennirnar vóru allar har, tær skuldu vera, men mínar varrar høvdu tað ikki so gott í fleiri dagar, sigur hann. Um sæð verður burtur frá hesari hending og man ann- ars kann liva við at fólk ganga við gron, hevur Andras bert rósandi orð at siga um býin: - Onglendingar eru fyri- komandi og vinaligir og tað er lætt at koma í prát við teir. Hevur tú trupuleikar, eru teir beinanvegin har fyri at hjálpa tær, sigur hann. Hóast onglendingar næstan bara kenna Føroyar frá veðurvánunum á BBC og Sky News, hevur tað av- gjørt stóran týdning fyri Andras, at vera føroyingur í London: - Eg føli tað sum eina styrki, at mín uppruni er føroyskur. Føroyar eru eitt ógvuliga ríkt land um hugs- að verður um mentan. Um samanborið verður við London, so eru tað lutfals- liga nógv fleiri fólk í Før- oyum, ið onkursvegna fáast við mentan, serstakliga inn- an bókmentir og myndlist. Hetta haldi eg vera rættu- liga einastandandi og eg trúgvi, at tað á onkran hátt ávirkar meg í gerandisdeg- num, sigur hann hugsunar- samur. Framtíðin Hóast Andras hevur nógv gott at siga um Føroyar, ætlar hann sær ikki heim aftur. Tvørturímóti er hann vísur í, at hann ikki fer at búgva her á landi í bræði. - Síðani eg avgjørdi, at eg vildi spæla trombon burtur- av, hevur tað í veruleikan- um ongantíð verið mín ætl- an at flyta heim aftur, tí tað ber als ikki til at liva sum solistur í Føroyum, sigur hann. Í løtuni er tað ikki bert solistkarrieran, ið skal roynast. Andras hevur í nærum eitt ár verið við í einari kvintett, ið kallast »Samson«. - Beint nú er tað kvintettin, ið er mín stóra vón. Hinir fýra tónleikarar- nir, ið allir eru frá Royal Academy of Music, eru sera dugnaligir. Eitt nú hava trompetspælararnir í kvintettini, Anders Nyquist og Valentin Garvie, longu fingið gongd á sína solist- karrieru og spæla í hvør sínum lag stórar konsertir í bæði Europa, USA og Asien. So møguleikin fyri einum altjóða gjøgnum- broti við hesari kvintett, er avgjørt til staðar, sigur Andras. Spennandi verður at fylgja við hvussu gongur hjá teimum fimm í »Samson«, tí kvintettin hevur fingið avbera góð ummæli fyri sínar fram- førslur. Til dømis hevur ein tónleikaskúli í California boði teimum bústað og uppihald, afturfyri at kvin- tettin verður knýtt at skúl- anum. Eisini hevur Royal Acadamy of Music í Lond- on biðið teir um at søkja um upptøku sum bólk, nú teir gerast lidnir sum ein- staklingar næsta ár. - Nú fáa vit at síggja hvussu tað gongur. Í løtuni er tað so nógv, ið er óvist, bæði viðvíkjandi hesari kvintettini, umframt mín- um møguleikum sum solistur, sigur hann og leggur afturat, at framtíðin við »Samson« sjálvandi eisini er tengd at, at allir fimm eru á einum málið um, hvørja leið teir ætla at fara. - Men eg havi í øllum før- um avgjørt, at royna meg eitt ella tvey ár afturat í London, sigur Andras og skoytur uppí, at um tað ikki eydnast honum at liva sum solistur innan hesa tíð, gongur leiðin í fyrstu at- løgu aftur til Århus, har hann fer at taka tað seinasta árið á konservatoriinum. - So má eg royna aftur av nýggjum. Um tað hendir, er tað eingin vanlukka, tí um tikið verður samanum, er ynskið hjá mær bert at vera eydnusamur, sigur Andras at enda. C M Y K 19 18