týsdagur 23. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 23. september 2008
15
viðmerkingar
Ein kendur javnaðarmaður
skrivaði grein fyri trimum
mánaðum síðani, við heitin
um, “vendið flokkunum bak
ið til býog bygdaráðsval”!
Veljarar, sum atkvøða
flokspolitiskt til kommunu
val, eru bara atkvøðuneyt hjá
býráðslimum, ið ikki kenna
eina stevnuskrá frá telefon
bókini. Flokkarnir fylgja
allíkavæl ikki sínum stevnu
skráum í kommunupolitikki.
Vit mugu koma víðari í
Suðuroy
Fyri at koma úr naggatódn
ini í Suðuroy, er neyðugt at
fáa fólk inn í býog bygda
ráð, sum veruliga arbeiða
fyri einari samanlagdari
oyggj, tí sitandi “gomlu”
býráðspolitikkarar hava
ikki megna at koma úr
stað. Hetta verður best
tryggja, við at suðuroyar
listar/borgaralistar verða
gjørdir, serstakliga á
Tvøroyri og í Vági.
Á Tvøroyri sita býráðs
limir, sum siga at teir vilja
leggja saman, men at alt
skal liggja á Tvøroyri og
við tí hugburðinum koma
vit ikki víðari, tað hava tey
seinastu fýra árini so
syrgiliga víst.
Í Vági er býráði ímóti at
leggja saman, helst tí tey
kenna hugburðin hjá
býráðslimum á Tvøroyri,
og tíverri hava báðir partar
ikki hugsjón til at síggja út
um egnar bøgarðar.
Barnafrádrátt ella
fundarpengar
Men við nýggjum fólkið,
ið veruliga ynskja at gera
tað besta í einari saman
lagdari oyggj, skuldi eingin
vandi verði fyri, at nakar
verður fyri mismuni.
Vit fáa betri møguleikar
til at raðfesta barnaansing
og byggja barnagarðar, gera
umstøðurnar hjá skúlabørn
um og lærarum betri,
byggja røktarheim og bjóða
okkara eldri betri tilboð,
betra umstøður hjá vinnuni
og ítróttarfeløgum, og ikki
at gloyma, fáa færri býráðs
limir og harvið spara fleiri
milliónir í fundarsamsýn
ing, sum ístaðin, til dømis,
kunnu nýtast til at hækka
barnafrádráttin.
Tí er tað so avgerandi, at
velja tey røttu fólkini, sum
siga tað tey meina, og ikki
tey, sum siga eitt og gera
nakað heilt annað og ið
bert nýta veljaran sum hent
atkvøðuneyt.
Hvar eru Suðuroyar listarnir til bý-og bygdaráðsvalið?
FinnleiF
Guttesen
CHE samgongan setti sær
ikki bara fyri at fremja høg
politisk mál. Samgongu
skjalið innihelt eisini orð
ingar um breiðar semjur á
tingi, og enntá var orðið
tjóðarsemjur nógv brúkt.
Sum øllum kunnugt komu
hvørki politikkurin ella tær
breiðu semjurnar veruliga á
breddan orsakað av innan
hýsis órógvi og ósemjum.
Tað er ein sannroynd í
politikki, at skal nakað
fáast á skaftið, so nyttar
ikki føra ein alt ella onki
politik. Hetta hevur merkt
føroyskan politik ov nógv,
ikki minst hesar seinastu
mánaðirnar. Tvørturímóti,
so má ein í politikki alla
tíðina royna at finna loysn
ir, og fær ein ikki alt í
senn, so má ein taka tað,
sum ein fær semju um, og
arbeiða víðari fyri at koma
longur fram á mál. Í poli
tikki er tað so, at mál skulu
sodnast, og tekur tað ofta
langa tíð. Hetta krevur tol
og treiskni, og tað má ein
politiskur flokkur, ið ynsk
ir ávirkan, brynja seg við.
Nú ABC samgongan er
við at verða komin undir
land, skal tað vera mín
vón, at tað eydnast at
endurskapa virkisføri í
politiska arbeiðinum, tað
skylda vit Føroya fólki.
Virkisføri aftur í hásæti
løgtingskvinna
eyðGunn
samuelsen
Fiskivinnan gevur sum
heild ikki hall, men eigur
enn grundarlagið undir
føroyska samfelagnum og
er avgjørt heldur eingin
forðan fyri, at leik og
lærd kunnu koma aftur
úr útlondum og gera seg
galdandi
Eftir at hava lagt greinina
hjá Una Arge, “Føroyar í
politiskum kyksendi” í
Dimmalætting 18. septemb
er, frá mær, spurdi eg meg
sjálvan: “Liva vit veruliga í
einum samfelag, har alt er
so út av allari leið”?
Hóast lýsingin av Før
oyum og lýsingarorðini
annars vóru bæði víðfevnd
og negativ, fari eg bert,
fyribils í øllum førum, at
taka eitt brot úr rokanum.
Hann sigur: “Fiskivinnan
bindur túsuntals fólk til
eina framleiðslu, sum
gevur hall, hóast fiskimenn
fáa 14 prosent í skattalætta.
Hvussu nógva meining
gevur tað?” Fari at bíða við
brotinum um “Átrúna..”,
sum eg helst geri viðmerk
ing til seinni.
Onki nýtt liggur í stað
festingunum í hesum báð
um tættum hjá ávísum
umhvørvi, men heldur
verða teir oftari nevndir og
vanliga óundirbygdir
flosklar.
Synergieffektin av
fiskivinnuni
Seinastu árini er talið á
teimum, sum beinleiðis
arbeiða í fiskivinnuni
lækkað við fleiri túsund
fólkum, m.a. tí tøknifrøðin
vinnur inn. Helst eru
“bert” eini 4.000 fólk av
26.000 eftir í okkara
høvuðs útflutningsvinnu.
Hyggja vit at lønarút
gjaldingunum í 2007, fór
fiskivinnan o.o. ráðevnis
átøk við smáum 1.5 mia.
krónum av eini heildarú
gjalding í lønum nakað
undir 7 mia. kr., ella stív
liga 21 prosentum.
Í 2007 var útflutningur
føroyinga 4 milliardir
krónur. Fiskavørur áttu
95% av útflutninginum,
aðrar vørur 136 mió.
krónur og skip 93 mió.
krónur ella 5%.
Synergieffektin ella
kringárinini av hesum
útflutningi útloysa, um
framt fiskivinnuna, eina
lønarmongd uml. smáar
5,5 mia. krónur. Byggivinn
an fer við 960 mió. privatar
tænastur við 2.2 mia. og
sum katakongur eru
almennar tænastur við 2.3
mia. krónum.
Konservativt, fyri at
brúka orðini hjá Una, kann
sigast, at fiskivinnan í øll
um førum fyri 70% við
komandi beinleiðis og
óbeinleiðis eigur lívið í
føroyska samfelagnum.
Henda vinna, sum Uni og
hansara mongu líkar siga,
gevur hall. Danski blokk
urin, ikki at gloyma, eigur
sín part.
Hørð kapping uttanífrá
Sjálvandi geva partar av
fiskivinnuni hall av og á og
onkrar hóðra ikki undan,
men tað er hjálparleyst og
óbúgvið at sleingja út, at
“Fiskivinnan gevur hall...”!
Eitt afturat, sum Uni og
samsintir gloyma, er hørðu
kappingina uttanífrá, tá tey
harmast um 14% skatta
lættan hjá sjómonnum. Vit
missa dagliga dugnaligar
sjómenn til Noregs og
aðrar, men líkt er til, at Uni
ikki heldur hetta hevur
nakran týdning.
Onkur nevndi á heimasíð
uni hjá Norðlýsinum, at
bankastjóri skal hava sagt
fyri 15 árum síðani, at best
var at niðurleggja pelag
iska flotan, tí hann einki
gav. Sjálvur minnist eg ikki
hesa útsøgn. Henda vinna
hevur síðani givið gylt við
framskygdum hugsjónar
fólki, við nýggjum kostn
aðarmiklum skipum og
framkomnari tøkni.
Amerikansku úrmæling
arnir Hickman og Silva,
sum skrivaðu “Den dynam
iske virksomhed”, kom út í
1984, siga m.a. at “Skapan
arinlit er ein treyt fyri
nýggjum uppfinningum”.
Vit eiga hóast alt ikki so fá
hugsjónarfólk, sum búgva,
hava hugsað og satsað her
á landi, eisini uttanfyri
fiskivinnuna, men sum
Albert Einstein skal hava
sagt, at: “Innliving er meiri
umráðandi enn kunnleiki”!
Hetta kann sigast um
mangar føroyingar.
Politikarar eru politikarar
Hinvegin eiga vit ov nógv
av fólki, sum eru droymar
ar, sum í ólukkumát geva
politikarum skuldina.
Politikarar eru, sum teir
eru og fara at verða, ikki
bara í Føroyum. Set teg inn
í ummælini teir fáa í
øðrum londum.
Nei Uni og samsintir, ið
kanska liva í vardum
umhvørvi: “Fiskivinnan
gevur ikki hall, men eigur
enn grundarlagið undir
føroyska samfelagnum, og
er avgjørt eingin forðan
fyri, at bæði leik og lærd
kunnu koma heimaftur úr
útlondum og gera seg
galdandi”!
Eisini tænir tað fiski
vinnuni til heiðurs, at vit
lutfalsliga eru komnir so
langt á leið í oljuvinnuni
og í íløgum annars.
Tað eru eisini heilt onnur
viðurskifti en ”konservat
isma”, sum ger, at vit ikki
eru komin uppaftur longri
fram, tað kann vendast
aftur til seinni.
Óundirbygdir flosklar - Uni og samsintir
JóGvan við
Keldu
Í Sosialinum tann 12. sep.
2008 er grein um undir
skriftainnsamlingina á Vel
bastað og í Kirkjubø um
vánaliga bussambandið til
bygdirnar.
Sum forkvinna í teknisku
nevnd hjá Tórshavnar býr
áð, og tískil avvarðandi av
bussleiðini, tykir mær, at
neyðugt er við eini við
merking til útsøgnina hjá
Heðini Mortensen, borg
arstjóra, soleiðis at lesarin
fær innlit í rætta saman
hangin í hesum máli.
Borgarstjórin verður end
urgivin fyri at siga, at hann
er bjartskygdur um málið,
at hann í hvussu er, er
øgiliga positivur fyri tí, og
at hann metir tað vera rætt,
at búfólkið í Kirkjubø og á
Velbastað fáa tað bussam
bandið, sum tørvur er á.
Men tað, sum Heðin
Mortensen ikki sigur, er, at
hann sjálvur, sum borgar
stjóri og harvið eisini sum
formaður í fíggjarnevndini,
ikki hevur viljað tikið und
ir við einum meiriluta í
teknisku nevnd um at játta
nakrar túsund krónur til at
seta eyka túrar inn í ver
andi bussleið til Velbastað
ar og Kirkjubøar. Hettar
hendi bæði í fíggjarnevnd
ini 23. januar og aftur í
býráðnum 27. mars, eftir at
undirritaða hevði kravt
málið fyri býráðið.
Tíverri vendi tíðinda
maðurin sær ikki til undir
ritaðu, sum ábyrgdarhavara
av bussleiðunum í komm
ununi at fáa málið gjølliga
og rætt lýst. Lesarin kann
somuleiðis fáa ta misfatan,
at ókeypis koyringin ikki
er galdandi fyri hesa far
leiðina. Men so er ikki, tí
sjálvandi er bussleiðin til
Velbastaðar og Kirkjubøar
eisini ókeypis.
Fyrrverandi Kirkjubøar
kommuna skrivaði undir
ein langtíðar sáttmála við
bussfelagið, sum røkir
leiðina í dag, ið røkkur
heilt fram til 2010. Hetta
gjørdi gamla bygdarráðið
vælsaktans, tí at tey hava
verið nøgd við farleiðina
og/ella við ótta fyri at fáa
tað verri undir Tórshavnar
kommunu. Men tíðin
stendur ikki í stað, og
greitt er nú, at borgarar
heimanfyri hava eina nógv
verri bussleið, enn onnur í
kommununi. Ímillum
politikarar í kommununi er
ikki sjáldan at hoyra slíkt
sum: tey kunnu ikki vænta
sær alt beinanvegin – tey
hava fingið nýggjan
dagstovn, reinsiverk v.m.,
og tískil hevur ikki verið
undirtøka fyri at siga ver
andi sáttmála upp. Í 2010
ganga allir bussáttmálar
kommununnar út, og
arbeiðið er byrjað við at
gera nýtt útbjóðingartilfar
fyri allar bussleiðirnar; og
tá skulu øll javnstillast í
kommununi.
Lagt kann verða aftrat, at
semja fekst í teknisku
nevnd hóskvøldið 18. sep.
um at víðka koyringina
heimanfyri beinanvegin við
tveimum túrum gerandis
dagar, tað ið eftir er av
árinum, og at áheitanin frá
borgarum í Kirkjubø og á
Velbastað um betri bussam
band verður tikin við í
fíggjarætlanina fyri 2009.
Viðmerking til greinina “fimm minuttir ov langt burturi”
forkvinna í teknisku
nevnd, Tórshavnar
býráð
marin
Katrina
Frýdal