týsdagur 23. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 182 - 23. september 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fleiri av teimum, sum vóru
møtt upp, vóru núverandi
og fyrrverandi útisetar í
Keypmannahavn,
sum
gripu møguleikan at líta aft
urá saman við góðum vin
um frá tíðini í Kristnastovu,
bæði á Oxford Allé og á
Birmavegi 36. Hetta kom
til sjóndar, tá tað varð boðið
til drekka í niðara sali eftir
møti – nógv góð og kær
minnir vórðu væl skolaði
niður við einum góðum
kaffi ella temunni. Góð
minnir eru varðar á okkara
lívsleið.
Møtið var tilrættislagt í
eyðkendum Kristnastovu
stíli, har einki var latið til
tilfeldigheitirnar, men alt
gekk eftir eini neyvari skrá,
og tað má sigast, at tað
eydnaðist sera væl at fáa
nógv inn í skránna uttan at
møtið varð langdrigið.
Felagssangurin, sum vóru
sangir, ið vanliga verða
sungnir
í
Kristnastovu
fríggjakvøld, fyltu ovara sal
í Ebenezer við gleði og
lovsangi, júst soleiðis sum
mong av okkum hava upp
livað felagssangin í Kristna
stovu. Tað var Jóannes á
Váli, sum hevði undirspæl
ið, ið sjálvur hevur verið
útiseti og havt sína dagligu
gongd í Kristnastovu.
Gula føraratroyggjan
Tað var ein fyrrverandi úti
seti, Henry Olsen, sum
leiddi møti, og gjørdi hann
hetta við síni eyðkendu
útstráling, sum er eitt týdn
ingarmikið aktiv hjá einum,
sum skal leiða eina almenna
samkomu. Henry legði út
við eini skemtiligari saman
bering úr altjóða súkklu
kappingini, har førarin altið
er í gulari troyggju, og helt
fyri, at “í kvøld skuldi Øssur
verið í eini gulari troyggju
og so skuldi hann og Niels
Pauli býtt um troyggju á
talarastólinum.” Við hesari
viðmerking eydnaðist tað
Henry, samstundis sum fólk
ið treiv í ein góðan látur, at
undirstrika fyri okkum øll
um, at vit eru komin her í
kvøld til tess at markera eitt
vaktarskifti í Kristnastovu
frá í dag at rokna.
Varðin
Eisini nevndi Henry, at
búmerkið hjá Kristnastovu
hevur øll hesi árini verið
ein grótvarði. Tí hevur ein
lagaður varði staðið í urta
garðinum í Krstnastovu øll
árini, sum ein vitnisburður
um visjónina aftanfyri virk
semi í Kristnastovu – at
vísa
føroyingum,
sum
kanska koma í andaligt
myrkur í stórbýnum, leiðina
at ganga. Nógvir eru vitnis
burðarnir eftir 35 árum.
Ikki arbeiðsleys
Tað man hava verið við
blandaðum
kenslum,
kanska eitt slag av sorg
blídni, at Susan og Øssur
hava upplivað hesa løtuna í
Ebenezer, tí eftir at hava
staðið við høvuðsleiðsluni í
35 ár, flyta tey samstundis
av Amager og út í Ganløse,
í útjaðarin av Keypmanna
havn. Har hava tey keypt
eina íbúð, sum tey eisini
eru flutt inn í.
Men Øssur og Susan
koma ikki at ganga fyri
einki, hóast umsitingin av
Kristnastovu ikki longur er
á dagsskránni. Øssur hevur
ígjøgnum hesi 35 árini bygt
upp eina dygdargóða og
høgt metta sjúkratænastu
millum Føroyingar bæði á
Rikissjúkrahúsinum og á
Hotel Tórshavn. Hesa tæn
astu koma Øssur og Susan
framvegis at røkja, og
kanska verður meiri tíð til
júst hesa tænastu nú.
Niels Pauli og
»royndartalan«
Einki er tað at ivast í, at
bæði Susan og Øssur og
nevndin fyri stovnin eru
fegin um nýggju fyristøðu
fólkini, tí, sum Jens Wang
tók til í síni talu, at “Dora
og Niels Pauli eru ímillum
tey bestu at fara inn í hesa
stóru uppgávuna.” Niels
Pauli hevði eisini eina talu
hetta kvøldið. Onkur spurdi
kanska, um hetta mundi
vera hansara royndartala,
sum man onkuntíð hevur
hoyrt um, tá prestar verða
innsettir. Tað man ikki vera,
tí “royndartaluna” hevur
Niels Pauli havt fyri langari
tíð síðani. Niels Pauli hevur
nevniliga lisið í fleiri ár í
Keypmannahavn, har hann
hevði sina dagligu gongd
úti í Kristnatsovu, og hevur
í fleiri ár verið ein av reglu
ligu talarunum har; so fólk
ið í Kristnastovu veit hvat
tey fáa og Niels Pauli og
Dora vita hvat tey fara inn
til.
Niels Pauli tók nakað
soleiðis til í taluni: “.........
vit ynskja at nýta tær náði
gávuir, sum Gud hevur giv
ið okkum.........eru vit skyld
frá Kristusi, megna vit
einki...............vit ynskja, at
Kristnastova skal vera ein
frístaður fyri føroyingar í
stórbýnum og eitt stað har
teir búnast andaliga og
verða gjørdir til reiðar til
eitt gott verk í samkomunum
í Føroyum............vit ynskja
at Kristnastova skal vera
opin fyri landsmonnum okk
ara
har
snarhjálp
er
neyðug..........”
Hugleiðingar
Jóhan Restorff og Arnstein
Niclasen, sum báðir hava
sitið í nevndini fyri Kristna
stovu frá byrjan av, høvdu
hvør sínar hugleiðingar um
tíðina áðrenn Kristnastovu
og um tíðina, tá arbeiðið
byrjaði í 1973. Jóhan var
sjálvur útiseti í Keypmanna
havn í fimtiárunum, og
hann minnist hvussu gott
og styrkjandi tað var fyri
bæði sál og anda, mitt í tí
øgiliga meldrinum í stór
býnum, at møtast við sínum
landsmonnum at syngja
andaligar sangir, hoyra eitt
Guds orð og hava andaligt
samfelag: “Tá var eingin
Kristnastova, men privat
persónar, í brøðrasamkom
uni í Keypmannahavn, lótu
sítt heim upp fyri okkum tá
mangir av okkara lands
monnum einans høvdu eitt
lítið kamar at húsast í undir
allari lestrar og læritíð
ini.”
Tað lá heilt greitt ímillum
orðini hjá Jóhan, at orsaka
av síni bakgrund í stór
býnum uttan Kristnastovu,
var tað ein sjálvfylgja fyri
hann at taka fult og heilt
undir, longu frá byrjanini,
við Kristnastovutankanum
hjá Øssuri og Susan.
Arnstein Niclasen hevði
áhugaverdar og skemtiligar
hugleiðingar um hvussu
leiðandi brøður í samkom
uni í Ebenezer fótaðu sær,
tá teir á fyrsta sinni hoyrdu
um ætlanina at keypa eini
hús í Keypmannahavn til
føroyskt andaligt virksemi.
Kostnaðurin lá væl oman
fyri 300.000 krónur, sum
var nógvur peningur í 1973,
so tað var væl skiljandi um
onkur av teimum ikki
svølgdi bitan við tað sama.
Fyrsti fundurin, sambært
gerðabókini, var 25. mei í
1973 og Arnstein fekk til
uppgávu at kunna nakrar av
hesum monnum um verk
ætlanina: “Herluf Arnason
segði, “snýr tað seg um tey
fortaptu, so eri eg við.”
“Dánjal á Dul segði: “Verð
ur ein sál frelst, so hevur
tað
loyst
seg.”
“Knút
Háberg segði:”Hetta húsið
kann verða ein útstraktur
armur til Føroyingar í Keyp
mannahavn.”
Eisini kagaði Arnstein
niður í fyrstu viðtøkurnar
fyri húsi: “Í húsinum skula
verða møtir og onnur tiltøk
til tess at røkka føroyingum
í Danmark við evangeliin
um. Eisini eigur virksemi at
vera ein styrki fyri føroy
ingar, sum eru komnir illa
fyri.”
Bæði Jóhan og Arnstein
kunnu í dag, sum trúgvir
nevndarlimir, gleða seg yvir,
at
høvuðsvisjónin
hjá
Kristnastovu er óbroytt og at
Harrin hevur ríkiliga viður
kent arbeiði við tað, at mong
takka Gudi í dag fyri tann
útstrakta arm, sum varð rætt
ur teimum úr Kristnastovu
tá ringast stóð til.
Samrøður
Sigur Vang hevði samrøður
við bæði Øssur, Susan og
Doru. Hann spurdi Øssur
hvussu tankin kom av fyrst
um tíð at byrja arbeiði. “Vit
vóru í einum evangeliser
ingsarbeiði í Danmark, sum
kallaðist Operatión Josva.
Tað var meðni vit vóru har,
at vit sóu tørvin ímillum
føroyingar í Danmark.”
Susan varð spurd hvussu
hon av fyrstum varð kallað
at fara út í Harrans verk:
“Eg arbeiddi á eini tann
læknastovu
í
London.
Meðni eg stóð og blandaði
til eina tannfylling, kom tað
so sterkt til mín at hetta
arbeiði kunnu fleiri onnur
gera, men tú átti at brúkt lív
títt til eitt arbeiði, sum ikki
øll kunnu gera.”
Eisini spurdi Sigur, Doru,
hvat hevur verið við til at
leiða tey inn í hesa tænast
una. “Vit búðu í Keypmanna
havn frá 1995 til 2002, og
vit komu regluliga í Kristna
stovu og kenna viðurskiftini
har.” Tað skiltist av svarin
um hjá Doru, at hetta tíðar
skeiði hevur verið við til at
fyrireika og leiða tey inn í
hetta arbeiði.
Eingin av okkum ivast í,
at Kristnastova kom í tøkum
tíma hjá mongum. Hesi 35
árini hevur arbeiði ment
seg við nógvum virkisgrein
um, sum líkjast eini før
oyskari kristnari sendistovu
í Keypmannahavn. Tað eru
heldur ikki so fáir hýru
vognsførarar í Keypmanna
havn, sum ikki vita betur
enn, at tað stóra hvíta húsi á
horninum
Backersvej/
Birmavej, við tí stóra urta
garðinum, er tann Føroyska
ambasadan í Danmark.
Vit eru øll kallaði at vera
sendiboð/ambassadørar
Kristusar her á jørð. Hetta
hevur Kristnastova roynt at
verið í 35 ár. Vit ynskja
Kristnastovu og nýggju fyri
støðuhjúnunum góðan byrð
framyvir.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@post.olivant.fo
Vaktarskifti á »brúnni«
í Kristnastovu
Ein løta varð sett av at biðja fyri nýggju leiðarahjúnunum
Ovari salur í Ebenezer var fullsettur mikukvøldið 13. august, tá nýggja
dagliga leiðslan í Kristnastovu tók alment yvir. Nýggju fyristøðuhjúnini
í Kristnastovu eru Dora og Niels Pauli Nónstein. Dora er úr Havn,
meðni Niels Pauli er úr Hvalba. Bæði hava havt sítt andaliga heim í
brøðrasamkomuni - Dora í Ebenezer og Niels Pauli í Vitninum