týsdagur 23. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 23. september 2008
17
Andlát og jarðarferðir
Sofía Kastalag Risager,
ættað úr Klaksvík, búsit
andi í Vindeby á Taas
inge, andaðist á Svend
borg sjúkrahúsi sunnu
dagin 21. september, 77
ára gomul.
Fritleif Jacobsen, ætt
aður úr Vági, búsitandi
í
Marstal,
andaðist
sunnudagin 21. septem
ber, 85 ára gamal. Jarðar
ferðin verður mikudagin
klokkan 13 frá Marstal
kirkegårdskapell.
Thomina Vang Han
sen,
vanliga
nevnd
Mina, úr Nólsoy, andað
ist á Landssjúkrahúsin
um 20. september, 94
ára gomul.
Hans Olsen úr Sørvági
andaðist á Landssjúkra
húsinum
sunnudagin
21. september, 83 ára
gamal. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapell
inum týsdagin klokkan
17. Jarðarferðin verður
úr
Sørvágs
kirkju
mikudagin klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast
Hans kunnu lata Sør
vágs kirkju eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
24. september. Tekla,
deyð umleið ár 100.
Hevði hoyrt ápostulin
Paulus prædika og varð
umvend. Hóast hon var
illa forfylgd, slapp hon
undan hvørja ferð og
doyði friðarliga 90 ára
gomul.
Jesus vælsigni tykkum,
vóru altíð fyrstu orðini,
omma segði, tá ið vit komu
at vitja, so fevndi hon
børnini og gav teimum ein
koss á kjálkan. Nú er
omma farin heim til teir
ævigu bústaðir, einans eitt
knapt ár eftir, at abbi fór.
Árini vóru mong, so omma
mundi vita hvønn veg tað
bar, tá ið hon fyri stuttum
legðist í songina.
Sum smádrongur var eg
nógv norðuri við Gjógv og
ferðaðist. Kúgvin stóð í
kjallaranum. Eg plagdi at
hyggja at, tá omma mjólk
aði kúnni. Eg minnist,
hvussu reina eg helt mjólk
ina vera. Kúgvin var so rik
in út í hagan um morgunin
og heim aftur um kvøldið.
Omma var ikki so nógv at
síggja úti í bygdini, oftast
sást hon fara til handils ella
eystur til Trinommu. Sunnu
dagar fór hon í kirkju.
Tað var ikki altíð stuttligt
at koyra til Gjáar. Tað kundi
vera nógvur kavi og nógvur
vindur. Abbi plagdi mangan
at minna meg á, tá ið tað
var ivaveður, hvussu glaður
eg var, tá omma kom í bilin,
tí tá kundi veðrið leika í,
sum tað vildi, tá var bilurin
tryggur. Tá kundi omma
tala at, men samstundis
smíltist hon.
Tá ið fjøllini vórðu ging
in, plagdi omma at koma á
rættina við drekka og panni
køkum. Tá seyðurin var
fingin heim og flettur, vóru
vemburnar bornar oman á
áarbakkan, har omma vask
aði tær. Garnmørarnir vóru
reinsaðir, hongdir upp og
seinni gjørdir til góða garn
atálg. Tá ið flettingin var
fingin frá hondini, vórðu
rullupylsur seymaðar og
blóðpylsa gjørd. Omma
gjørdi eisini altíð kjølpylsu.
Tá skuldi einki fara burtur,
men alt skuldi koma til
høldar.
Á jólum, tá jólagávurnar
lógu undir trænum, vóru
altíð tveir bleytir pakkar.
Tað vóru pakkarnir frá
Gjógv og av Eiði. Ommur
nar báðar vóru óførar at
binda. Oftast vóru hálvhos
ir í pakkanum, men eisini
kundi tað vera føroysk und
irklæði ella einir vøttir.
Omma mintist framúr
væl. Hon visti so nógv um
familju sum fáur, ikki bara
um okkara egnu ætt, men
víða um í landinum. Stutt
ligt var at spyrja hana um
dagar, nøvn og árstøl, svarið
hevði
hon
beinanvegin.
Eingin telda var kvikari.
Hóast hon visti so nógv,
gjørdi hon einki hóvasták
burturúr sær. Tá fólk komu
saman til brúdleyp, føðingar
dagar ella veitslur, var tað
altíð abbi, ið hevði orðið,
hon sat og lýddi á, men var
okkurt, sum abbi ikki visti
ella ivaðist í, gav hon honum
altíð eina hjálpandi hond.
Saknurin var stórur, tá ið
abbi doyði. Hóast børn,
ommubørn og langommu
børn mangan vóru og
vitjaðu hona, var tað altíð
eitt tómrum eftir abba.
Tíðarskeiðið hjá ommu
er runnið. Aftur standa eini
hús við Gjógv tóm. Eingin
hyggur í vindeyganum,
eingin standur á trappuni
og ynskir vælkomin, og
eingin stendur í túninum
og veittrar farvæl.
25. september í ár høvdu
verið tvey ár síðani omma
og abbi fluttu á Mørkina í
Streymnesi at búgva. Teim
um dámdi væl har, og tey
høvdu tað gott.
Omma, eg fari at takka
tær fyri alt, tú hevur verið
fyri meg og konu mína,
men ikki mist børn okkara.
Mong ár eru liðin, men
mínar
barnadagar
við
Gjógv hjá ommu og abba
og mínar barnadagar hjá
ommu og abba á Eiði fari
eg ongantíð at gloyma.
Tit vóru bæði fødd við
Gjógv og vuksu upp har í
hesi vøkru bygd. Sum hjún
livdu tit eitt langt og eydnu
rík lív saman, í næstan
sjeyti ár. Nú hvíla tit undir
grønum flagi, lið um lið,
mett av døgum, í tykkara
heimbygd, sum tit vóru so
góð við.
Vit liva øll í vónini um,
at vit ein dag síggjast aftur.
Takk fyri alt.
Jógvan
Undir heitinum
Faroe Islands Gath
ering skipaði Har
leyDavidson Club
Føroyar í síðstu
viku fyri einum
túri í Føroyum fyri
motorsúkkluáhugað
úr Danmark, Svøríki
og Norra
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mánadagin í síðstu kom eitt
ferðalag við motorsúkklum
við Norrønu. Tað var Har
leyDavidson Club Føroyar,
sum skipaði fyri einum túri
í Føroyum fyri motorsúkklu
áhugað úr Danmark, Svø
ríki og Norra.
Navnið á hesum tiltaki er
Faroe Islands Gathering, og
endamálið er m.a. at vísa
motorsúkkluáhugaðum utt
anlands møguleikarnar fyri
at motorsúkklukoyring í
Føroyum.
Í sambandi við vitjanina
var tíðindafundur hjá Har
ley
Davidson
í
Jónas
Broncksgøtu, sama dagin
sum tey komu. Greitt var
frá vitjanini og ein skrá,
sum var gjørd fyri túrin.
Ferðalagið vitjaði í Eyst
uroy, Norðoyggjum og í
Vágum. Eisini vitjaðu tey í
felagshølunum hjá Føroya
Ellisakførum.
Vitjanin í Føroyum var
frá mánadegnum 15. til hós
dagin 18. september, tá
ferðalagið fór av stað aftur
við Norrønu.
Fyrireikarar er væl nøgdir
við túrin og við at veðrið
eisini var til vildar. Formað
ur í HarleyDavidson Club
Føroyar er Heini Restorff.
Faroe Islands Gathering
Minningarorð um ommu mína
Kristinu Sofíu Ferjá
(Dinnufíu) frá Gjógv
fødd 15. apríl 1917 deyð 8. sept. 2008
Ræði ráa
Mong eru neyðaróp
í deyðs heildar vulkanska díki
men ongin hoyrir petti,
tí eru so upptikin
av sjálvum sær
ja, av at gera kvetti.
Ein og hvør
er sær sjálvum næstur
vil orðatak vera við,
men neyðstødd gera
enda á sínum pínum
at leggjast í gravar frið.
Øll trúgva okkurt
so prestar trúgva
fult og fast upp á blekk,
meðan ateistar
trúgva upp á anti-blekk
og hitt naiva blaka vekk.
Men at trúgva
upp á seg sjálv
skal valdast við vurder,
tí oyggja molarnir Føroyar
ikki júst nakað land
í verðini er.
Kortini hava Føroyar
eitt sjálvmorðs procent
sum er skríggjandi høgt,
at bóru nú oyggjar millión
fólk vóru forger
tjúgu procentini snøgt.
Hallur Andreasen
Jógvan Sofus og Dinnafía
nøvn