Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 182 - 23. september 2008 nøvn Lisbeth Lykke Bruun tók 1. september við sum sjúlrarøktarstjóri, og fríggjadagin skipaði Landssjúkrahúsið fyri móttøku fyri henni MÓTTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Nýggi sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, tók við starvinum 1. september, og fríggjadagin varð so skip­ að fyri móttøku á Lands­ sjúkrahúsinum fyri henni. Hon er triðji liðurin í trí­ streingjaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum umfatar Allan Skaalum, sjúkrahússtjóra, Tummas í Garði, læknastjóra og so altso Lisbeth Lykke Bruun, sjúkrarøktarstjóra. Í røðuni, sum Allan Skaal­ um, sjúkrahússtjóri, helt í sambandi við móttøkuna, segði hann millum annað: ­ Tá tú eftir eina byrjunar­ fasu, har tú ert førd fram og presenterað á sjúkrahúsinum – og har er hendan móttøkan ein týðandi partur – hevur tú havt møguleikan at skapa tær eina meining av uppgáv­ unum á Landssjúkrahúsin­ um, sum eru mangar, ymisk­ ar og ikki minst spennandi. Sjálv takkaði Lisbeth Lykke Bruun fyri hjartaligu móttøkuna, sum hon hevur fingið á Landssjúkrahúsin­ um. ­ Her er nóg mikið at tríva í, føli eg, og eg eri ikki komin brotpart av vegnum enn, segði Lisbeth Lykke Bruun og vísti til føroyska málið. Sjúkrahúsleiðslan fullmannað Lisbeth Lykke Bruun er nýggi sjúkrarøktarstjórin á Landssjúkrahúsinum Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, helt sjálvandi røðu fyri nýggja sjúkrarøktarstjóranum Samlaða leiðslan á Landssjúkrahúsinum: Tummas í Garði, læknastjóri, Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri og Lisbeth Lykke Bruun, sjúkrarøktarstjóri Okkurt leskiligt var sjálvandi til tey, sum vóru møtt upp at heilsa upp á nýggja sjúkrarøktarstjóran Lisbeth Lykke Bruun fekk sjálvandi eisini blómutyssi á degnum