týsdagur 23. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 23. september 2008
19
Pallurin er á tremur
við leiki, sangi og
dansi, nú Klaksvíkar
Sjónleikarfelag venur
leikin um kúllin Emil
í Lønnibergi
Sjónleikur
Barbara Holm
Væl kenda søgan og sjón
varpsrøðin um kúllin Emil í
Lønnibergi
og
hansara
nógvu skálkabrøgd, verður
nú at síggja sum føroyskur
sjónleikur.
Sjónleikararnir í leikinum
hava bert vant í fýra vikur,
og hava sostatt fýra vikur
eftir, áðrenn frumframsýn
ingin verður í Mentanar
húsinum í Fuglafirði 16.
oktober. Leikstjórin í Emil í
Lønnibergi er íslendska
Saga Jónsdóttir, ið hevur
greitt okkum frá leikinum,
og sjónleikaranum.
Venjingarnar fara fram í
kjallaranum hjá Brandstøð
ini í Klaksvík, og umstøð
urnar eru ikki av teimum
bestu. Fáa vit leikin kláran
áðrenn 16. oktober, hava vit
veruliga gjørt eitt megnar
arbeiði, ið vit hava gjørt í
felag, sigur Saga Jóns
dóttir.
Lítla ’Ida’ er spent
Sjónleikararnir eru nógvir í
tali og eru ymsa staðni frá í
landinum, millum annað úr
Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu
og Oyndarfirði.
– Meginparturin av sjón
leikaranum hava lítlar til
ongar royndur sum sjónleik
arar, og tískil er hetta ein
spennandi
uppgáva
fyri
okkum, ið skulu samskipa
leikin, greiðir Saga Jóns
dóttir frá.
Áhugavert við hesum
leiki er, at høvuðsleiklutin
hava tríggir leikarar, í aldri
num 11 til 12 ár. 11 ára
gamla Maria á Høvdanum
hevur leiklutin sum lítla
Ida, og er hetta fyrstu ferð
Maria
roynir
seg
sum
sjónleikara.
Eg gleði meg at spæla
framman fyri áskoðarum,
greiðir Maria frá, meðan
hon letur seg í alskyns
búnar, sum hon skal vera í,
tá hon skal spæla lítla Ida.
– Eg skal verða nógv á
pallinum, og tað ger meg
nervøs, sigur Maria, sum
heldur tað vera sera spenn
andi, at hava ein so stóran
leiklut í leikinum.
Eg sleppi at syngja
nógv, og tað dámar mær
væl, sigur Maria.
Lítla Ida er í systur Emil í
leikinum. Kúllin Emil í
Lønnibergi skal tólv ára
gamli Hans Christiansen
framføra.
Stuttligur leikur
Leikurin er merktur av
fáum orðum. Heldur enn at
nýta nógv orð, fer nógv av
samskiftinum í søguni fram
gjøgnum dans og sang.
Hetta ger leikin sermerktan,
og vælegnaðan til børn,
greiðir Saga Jónsdóttir frá.
Eftir mínum tykki, er
hetta ein leikur, ið allir
aldursbólkar kunnu njóta.
Orsaka
av
tí
nógva
tónleikinum og sanginum í
leikinum, kunnu børn niður
til trý ára aldurin, skilja
hvat søgan snýr seg um.
Samstundis er hetta allar
helst ein skemtiligur sjón
leikur fyri nærum øll,
heldur Saga Jónsdóttir.
Leggja dent á
smálutirnar
Í senuni ið nevnist “Dokt
arin”, byrjar læknin, við at
syngja um sínar sjúklingar.
Aftanfyri hann bíða ótolnir
sjúklingar eftir at fáa við
gerð og vísa teir sítt ótolni
við løttum sangi og dansi.
Senan er eitt gott dømi um,
hvussu
sjónleikararnir
umvegis tónleik, dans og
sang, megna at greiða hyggj
aranum frá, hvat teimum
bagir. Við í senuni eru fólk
í øllum aldursbólkum, sum
við einføldum dansi og
koreografi framføra sen
una.
Tað er týðiligt, at Saga
Jónsdóttir leggur stóran
dent á smálutir, og sigur
hon hetta vera av týdningi
fyri góðskuna í leikinum.
Hon nevnir, at smálutir, so
sum at sjónleikararnir taka
eins stór fet í dansinum,
hava stóran týdning fyri
áskoðararnar, og at tað
hækkar støðið munandi, at
slíkar smálutir eru so eins,
sum gjørligt. Og so eru tað
sjálvandi sangirnir, sum
hava nógv at siga
Vit hava umsett allir
sangirnir frá Emil í Lønni
bergi til føroyskt, og spenn
andi
verður
at
síggja,
hvussu væl føroyingar taka
í móti okkara tulking av
Emil í Lønnibergi, ið er ein
sera jalig, og skemtilig tulk
ing, sigur Saga Jónsdóttir at
enda..
Emil í Lønnibergi á pall
við sangi og dansi
Hópin av leikararum ymsastaðni úr landinum eru við í skemtiliga leikinum um kúllin Emil í Lønnibergi og hansara mongu skálkabrøgd
11 ára gamla Maria á Høvdanum gleðir seg nógv til at spæla leiklutin sum Ida, lítlasysturin hjá
Emil í Lønnibergi