týsdagur 23. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 182 - 23. september 2008
Gudrun Olesen er
fødd í Grønlandi,
uppvaksin í Danmark
og býr nú í Føroyum
við sínum føroyska
manni. Í dag arbeið
ir hon sum heilsu
hjálpari á eldrasam
býlinum oman Hoy
dalar. Hon greiðir
okkum frá, hvussu tað
er at liva sum deyvur í
Føroyum
Deyv í arbeiði
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen
Hinumegin
borðið
situr
Gudrun Olesen, við høgru
lið situr Edny Poulsen, sum
er tolkurin til høvið. Orsøk
in til, at vit hava tolk, er at
Gudrun gjørdist deyv sum
tvey ára gomul. Men tá vit
koma í gongd at práta blívur
tolkurin næstan burtur.
Gudrun leggur ikki fingr
arnar ímillum. Hon byrjar
beinanvegin at greiða frá,
hvussu hon sum heilt ung
flutti til Danmarkar. Hvussu
uppvøksturin sum deyv var
og so framvegis.
Hon greiðir frá, at hon
hevði tað gott niðri í Dan
mark, og at serliga saman
haldið millum tey deyvu var
sera gott. Men at tey deyvu á
onkran hátt ikki høvdu so
nógv samband við tey hoyr
andi.
Niðri í Danmark gekk
Gurdun Olesen í HF og á
háskúla fyri deyv. Og eisini
nam hon sær útbúgving
sum heilsuhjálpari í tíðini í
Danmark.
Tað var lætt at vera deyv
í Danmark, tí mann fekk
tolk, tá mann hevði tørv á tí,
men eg føldi, at eg misti mín
grønlendska samleika, og tí
valdi eg at flyta til Grøn
lands aftur, tá eg var 22,
greiðir Gurun Olesen frá.
Tað er ikki lætt
í Grønlandi
Í Grønlandi arbeiddi Gudr
un á ymiskum stovnum, og
var í eitt tíðarskeið stuðul
hjá einum deyvum drongi,
sum eisini hevði trupulleika
atferð.
Eg hevði logið, um eg
segði, at tað er lætt at vera
deyvur í Grønlandi. Tey fáa
ikki nakra serliga hjálp, og
tí verður alt sera tørført, sig
ur Gudrun Olesen.
Gudrun hevur eisini ein 17
ára gamlan son, sum er
hoyrandi. Móðurmál hansara
er teknmál, men hann tosar
tó ikki heilt sum tey deyvu.
At síggja hoyrandi tosa
teknmál, er eitt sindur sum
munurin á donskum og
gøtudonskum. Tað er sama
mál, men mann leggur
merki til, at okkurt er øðr
vísi, flennir Gudrun.
Arbeiðir á sambýli
Fyri nøkrum árum síðani
flutti Gudrun Olesen til Før
oyar, her hon flutti saman
við manninum hjá sær, sum
er føroyingur. Sindur seinni
fekk Gudrun starv sum
heilsuhjálpari á eldrasam
býlinum oman Hoydalar.
Á stovninum eru øll hoyr
andi, men tað sær Gudrun
ikki sum nakran trupulleika.
Tey eru so øgiliga fitt.
Tey skifta fegin yvir til
danskt, sum eg ofta klári at
munnavlesa, um tey tosa
týðiliga, greiðir Gudrun frá.
Sum skilst á Gudruni
vóru onkrir smávegis trupul
leikar, men hetta broyttist
tá leiðari kom á eldrasam
býlið.
Nú gongur ordiliga væl,
og mær dámar øgiliga væl
at arbeiða har. Tey á stovn
inum eru øgiliga hjálpsom,
og kann tolkur ikki vera til
ein fund, sum er ásettur,
verður
fundurin
fluttur,
fortelur Gudrun.
Mugu hava kontakt
við hoyrandi
Eisini greiðir Gudrun frá, at
vit skulu vera sera errin av
tí, vit hava í Føroyum. Og at
tað veruliga kom óvart á, tá
hon kom til Føroyar, tí her
eru ongi arbeiðsleys deyv.
Størsti munurin millum
deyv í Føroyum og Dan
mark, er í veruleikanum, at
tey deyvu í Føroyum mugu
vera saman við hoyrandi.
Tað eru so fá deyv í Føroy
um, at mann ikki kann gera
sær eina sermentan á sama
Tað er annað lív í F
Í londunum rundan
um okkum eru hagtøl,
ið vísa at omanfyri
60 prosent av øllum
teimum deyvu, ikki
eru virkin á arbeiðs
marknaðinum.
Soleiðis er ikki í
Føroyum. So gott
sum ongin deyvur er
arbeiðsleysur
arbeiði
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er ikki vanligt í granna
londum okkara, at tey
deyvu eru í føstum starvið,
men soleiðis er ikki í Før
oyum. So gott sum øll eru
á ein ella annan hátt virkin
á arbeiðsmarknaðinum, og
tað er sjálvandi áhugavert,
tá vit hugsa um støðuna í
grannalondunum, har fleiri
enn 60 prosent av teimum,
ið hava hoyribrek eru ar
beiðsleys.
Sambært Edny Poulsen,
sum er tolkur, er orsøkin
fyrst og fremst, at tey deyvu
eru meira integreraði í sam
felagið her, enn tey eru í
grannalondunum, og at tað
á onkran hátt er meira góð
tikið, at fólk bera brek.
Fá deyv í Føroyum
Men ein onnur grund,
kundi sambært Edny Poul
sen verið, at tað eru so fá
deyv. Tey eru bert nøkur
og tredivu. Tað skuldu tó
verið nøkur fleiri, tí vanligt
er at ein av hvørjum túsund
er deyvur, og tí skuldu tað
hagtalsliga verið eini 50
deyv fólk í Føroyum.
Vit mugu minnast til,
at søgan hjá teimum deyvu
fyrst og fremst liggur í
Danmark, og tað er høvuðs
orsøkin til, at tað ikki eru
so nógv deyv í Føroyum,
sum tað hagtalsliga skuldu
verið, sigur Edny Poulsen.
Hon leggur afturat, at
tað ikki eru so nógv deyv í
Føroyum, sum eru farin
frá fyri aldur, tí tað eru júst
hesi, sum fóru til Danmark
ar sum ung, og ikki vendu
heimaftur.
– Síðani tey deyvu fingu
møguleika at vera verandi
í Føroyum, eru sera fá flutt
av landinum. Hetta kemst
av, at tey hava fingið møgu
leikar, eru góðtikin í sam
felagnum og eru sloppin at
nýta síni evnir í Føroyum,
sigur Edny Poulsen.
Øll kenna onkran
deyvan
Tað deyvu gera nógv ymisk
arbeiðir. Tey eru til dømis
snikkarar, stuðlar og sunn
heithjálparar. Orsøkin til at
so nógv fólk eru í arbeiði,
er sambært Edny Poulsen,
at tey sleppa framat.
Tey deyvu í Føroyum
eru so mikið sjónlig. Næst
an øll kenna onkran deyv
an, og tí hava tey lættari við
at vera góðtikin. Arbeiðs
pláss eru heldur ikki bangin
fyri at seta deyv, tí tey vita,
at tað so gott sum altíð ber
til at fáa tolk, og tí er upp
gávan minni møtumikil,
sigur Edny Poulsen.
Sambært Edny Poulsen,
er tað soleiðis í Danmark,
at tey deyvu er so mikið
nógv í tali, at tey hava sera
lætt við at vera eitt slag av
sermentan, har tey ikki
hava so nógv samband við
hoyrandi. Soleiðis kunnu
tey ikki gera í Føroyum, tí
tey er so mikið fá, at flestu
fólkini, tey hava samband
við eru hoyrandi.
Tey eru jú bara nøkur
og tredivu, so tað sigur seg
sjálvt, at tey mest koma í
kontakt við hoyrandi. Eis
ini eru tey sera røsk at nýta
síni rættindi, og tað hjálpir
teimum sjálvandi eisini, tá
tey skulu vera ein náttúrlig
ur partur av samfelagnum,
sigur Edny Poulsen, tolkur.
Ongi deyv
eru arbeiðs-
leys
Bussleiðin er víðkað
12. septembur var grein í Sosialinum undir heitinum
»Fimm minuttir ov langt burturi«, hon var um at tann
dagin, lat størsti parturin av Velbastaðbúgvum og
Kirkjubøbúgvum Tórshavnar Kommunu undirskriftir. Nú
er ynskið hjá bygdafólkinum, um at fáa tveir eyka bussar
gingið á møtið. Í dag byrja hesir bussar at koyra. Tað var
samtykt í teknisku nevnd hjá kommununi fyri nøkrum
døgum síðani. Hugsast kann at fólkini í syðstu bygdunum
í Tórshavnar Kommunu verða glað fyri hetta.