týsdagur 23. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 182 - 23. september 2008
Gudrun Olesen
arbeiðir á Eldrasam
býlinum oman Hoy
dalar, og sambært
leiðaranum á stovn
inum er hon sum øll
hini starvsfólkini, tó
á sín serstaka hátt
Deyv í arbeiði
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tórhild Dalsgaard er leiðari
á sambýlinum oman Hoy
dalar, og hon greiðir frá, at
Gudrun Olesen er eitt
starvsfólk sum øll hini.
Vit eru sera glað fyri at
hava hana hjá okkum.
Hóast hon ikki hoyrir og
ikki hevur mál, á sama hátt
sum vit, so er hon sera
dugnalig í sínum arbeiðið.
Hon er altíð nærverandi,
og búfólkini eru sera glað
fyri hana, sigur Tórhild
Dalsgaard avgjørd.
Tórhild Dalsgaard hevur
verið á stovninum, í umleið
eitt ár, og ivast ikki í hvussu
stóra jaliga ávirkan Gudrun
hevur á stovnin.
Tá eg kom her var eitt
sindur av panikki í. Tað var
ongin yvirskipað ætlan, og
tí var Gudrun ofta nokk so
einsamøll. Men vit gjørdu
eina avtalu, um at eg skuldi
vera kontaktpersónur hjá
henni, og tað hevur riggað
heilt væl, greiðir leiðarin
frá, um skipanina hon og
Gudrun hava gjørt við at
senda sms.
Tórhild Dalsgaard greiðir
eisini frá, at ein stór hjálp, er
at Gudrun er so opin, og at
tað ger at samarbeiðið
gongur so náttúrliga.
Er skelkað av
grannalondunum
Spurd um arbeiðsloysis tøl
ini í grannalondunum er
Tórhild Dalsgaard skelkað.
Eg skilji hatta í veruleik
anum ikki. Eg havi fyrr
arbeitt við deyvum starvs
fólkum, so Gudrun er ikki
tann einasta, og eg skilji í
veruleikanum ikki, at tað
kann vera so. Gudrun er í
hvussu so er sera dugnalig,
og hon gevur stovninum
eina rúgvu við síni nærveru.
Hon hevur eisini lært nógv
av okkum tekin, og tað er
sjálvandi
eisini
stuttligt,
greiðir Tórhild Dalsgaard
frá.
Tulkatænastan
Sambært Tórhild Dalsgarð
hevði tað, hóast góðan vilja
og so framvegis, verið sera
torført at havt deyv í starvi
um ongin tulkatænasta var.
Tulkatænastan er gull
verd. Tey eru við til fundir,
útferðir og alt annað, har
tað er serliga týdningar
mikið, at Gudrun fær alt
við. Vit fáa altíð tolk, tá vit
hava tørv á tí, og tað ger, at
arbeiði fellur so lætt.
Brek eru góðtikin
í Føroyum
Tað vísir seg sum, at øll
kenna onkran, ið ber brek í
Føroyum, og tí eru tey
kanska eina meira góðtikin
partur av samfelagnum, og
tað kann vera ein orsøk til,
at vit ikki síggja tað sum
nakran trupulleika, at fólk
eru so tollerant, fortelur
Tórhild Dalsgaard, sum
ikki er í iva um, at tað er
ein fyrimunur at vit loyva
teimum, ið bera brek at
arbeiða, har tey kunnu.
Hon er sum
øll hini
hátt sum í Danmark, og tað
kann vera ein grund til, at
ongin deyvur í Føroyum er
arbeiðsleysur, sigur Gudrun
Olesen.
Hon leggur afturat, at hon
er sera glað fyri at búgva í
Føroyum, og hugsar ikki
um at flyta av landinum í
bræði.
Føroyum
Gudrun Olesen, ið hevur
hoyribrek, arbeiðir
sum heilsuhjálpari á
eldrasambýlinum oman
Hoydalar
Øll búfólkini hava ein kontakpersón. Gudrun er hjá Johild
Tórhild Dalsgaard, sum er leiðari hjá Gudruni Olesen, metir á ongan hátt Gudruna standa
aftanfyri hini starvsfólkini
Kvinna var leiðari í
ránsmannaliðið
Tað er ikki hvønn dag at kvinnur verða handtiknar og
ákærdar fyri rán, men tað hendi fyri eina 19 ára gamla
kvinnu í Kolding.Saman við trimum ungum monnum fór
hon inn í eini hús, og greiddi manninum, sum býr har frá,
at hann skyldaði henni pening. Fyri at gera greitt, hvussu
stórur álvarin var, hevði hon ein stóran greinasaks.
Løgreglan var skjót á staðnum, og handtók tey trý.