týsdagur 23. september 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 182 - 23. september 2008
tíðindi
Pínadoy, segði
eg innantanna.
Pínadoy, hetta var
stórt!
Meiaríið 19.september 2008.
Klokkan er 21.48.
★★★★★★
Ummæli
Høgni Djurhuus
V
it klappa fyri ”Nordost” hjá
Tjóðpalli Føroya um yvir
gangsatsóknina í Dubrowka
leikhúsinum í Moskva, sum
framførdi russiska sangleikin
”Nordost.”
”Nordost” hjá Tjóðpallinum er
ein sterk uppliving.
Tríggjar kvinnulýsingar, sum
stillisliga uttan nakað roks verða
lagdar fram í einari hending, sum
fekk øll, uttan amerikanarar
sjálvandi, at gloyma nineeleven
eina løtu.
L
eikurin er tríggir monologar,
men í ørstuttum løtum hittast
tær og skifta nøkur orð.
Ein spennandi máti at byggja
upp eina søgu, eitt leikrit ella ein
film, er at lata lívsleiðina hjá
fólki, sum als ikki vita hvørt av
øðrum, skarast.
Og tað brúkar Bushsteiner
meistaraliga í ”Nordost.”
Leikurin byrjar við, at svarta
einkjan Tsura sigur frá, at maður
hennara varð skotin í Tjetjenia,
sum Russland hevur hersett.
Síðst í leikinum fáa vit so at vita,
hvør skeyt hann.
Tær eru hvør úr sínum heraðs
horni í gamla Sovjettsamveldi
num. Tær byrja hvør í sínum
horni í salinum hjá Tjóðpallinum,
men so við og við enda tær allar
í salinum í Dubrowka. Ein fín og
logisk uppbygging.
Ein, sum dugir hetta við at lata
lívsleiðir skarast betur enn tey
flestu, er amerikanski films
listarmaðurin Jim Jarmusch, sí til
dømis filmin ”Mystery Train.”
N
ordost er ein næstan ræðandi
intens framførsla. Eisini
løturnar, har eingin sigur nakað,
eru sum ein spentur bogi. Eingin
tónleikur órógvar, einki tilhoyr á
pallinum, einki órógvar.
Annað enn tann paradoksali
spenningurin millum hóvligu og
neyvu væl spældu kvinnulýsing
arnar, lýsingar so knívskarpar, at
tú gloymir tær ikki í bræði, og ta
øgiligu hendingarrøð tá í oktober
2002.
Í løtum er leikurin sum ein
journalistisk reportasja. Tímarnir
fyri framførsluna í Dubrowka
mikukvøldið 23.oktober 2002
kl.19.00, tá Tsura, Tamara og
Olga siga frá, hvar tær eru, hvat
tær gera og hvat klokkan er.
Dokudrama.
Tey, sum hoyrdu tað og
minnast tað, vilja nú siga, at tá
eg ummælti ”Verkætlan
Laramie” í Bylgjuni í
Útvarpinum í vetur, segði, at
”Verkætlan Laramie” var bara
ein frágreiðing, ikki ein
sjónleikur.
Verkini ”Nordost” og ”Verk
ætlan Laramie” minna nógv
hvørt um annað, dokudrama.
Men stóri og avgerandi munurin
er tann, at ”Nordost” er eitt
meistaraverk. Tað er ”Verkætlan
Laramie” ikki.
M
eðan eg siti og royni at
linka kvørkratakið, fara eg
at hugsa, hvat nú, um tað sama
hendir okkum her sum teimum í
Dubrowka. Kaldasveitti kemur
afturat kvørkratakinum.
Uggaði meg so við, at so
konkret er føroyska frælsisstríðið
ikki. Í tí vil eingin ofra seg.
Nú skal eg ikki avdúka ov
nógv. Men eisini hjá Mosvar
Barajev og hansara fólkum var
dirvið relativt. Ein skelkur í
hesari skelkandi søgu er, hvussu
svarta einkjan velur millum lívið
og deyðan. So havi eg ikki sagt
ov nógv.
U
msetingin er so nærløgd,
málið so lætt og nátturligt,
at tú hugsar ikki um tað.
Spreingistoff í staðin fyri
spreingievni.
Og eitt afturat: ”Nordost” á
Tjóðpallinum prógvar so væl og
virðiliga tað, sum eg altíð havi
sagt. Hevur tú eina góða søgu og
dugur tú at siga hana, so hevur tú
ikki brúk fyri øðrum.
Tú hevur ikki brúk fyri allari
teirri ljóðdálking og øllum tí
jolapynti, sum tey, sum ikki hava
eina góða søgu, noyðast at brúka
fyri at kamuflera at tey ikki hava
eina góða søgu at siga. Far bara í
Havnar Bio.
Í
”Nordost” vóru fýra
ljóskastarar nóg mikið. Tann
eini blunkandi, tí læknin Tamara
stendur uttan fyri sín sjúkrabil
við Dubrowka. Soleiðis.
Tað, sum eftir er av svørtu
taperulluni, sum Tsura brúkti til
at festa bumbubeltið á seg.
Soleiðis.
Klæðini, hársetingin, ja alt
rópa orsaka eg eri til, men tær
eru meira til enn 100.000
Hollywoodstjørnur. Soleiðis.
Tað var sum at vera til
”Nordost” tann 23. til 26.
oktober 2002.
N
ú sigi eg tað hart. Pínadoy,
sum hatta var gott!
Seks stjørnur av seks.
Sum at vera til Nordost
Nordost er ein næstan ræðandi intens framførsla. Eisini løturnar, har eingin sigur nakað, eru sum ein spentur bogi