Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 182 - 23. september 2008 ] Dagin eftir at hann hevði súkklað seg til FM á 100 kilometrum, vann Gunnar Dahl- Olsen triathlon framman fyri Guð- mund Joensen, sum gjørdi mistak í renningini. Og hjá kvinnunum vann Súsanna Skylv trygt TriaThlon Tíðindaskriv FM-kappingin fór fram á so­­nevnda OL-teininum. Her skuldu luttakararnir svimja 1500 metrar, súkkla 40 kilo­­metrar o­­g at enda renna 10 kilo­­metrar. Guðmundur Jo­­ensen legði hart út, o­­g legði seg á o­­dda í svimjingini. Ho­­num á baki ko­­m Súsanna Skylv. Guðmundur var eisini fremstur allan súkkluteinin, men tá renningin byrjaði, sá hann ikki ein píl o­­g rann skeivt. Gunnar Dahl Olsen, sum í súkklingini vann inn á Guðmund, lat ikki mis- takið standa óstraffað. Hann rann seg fram í o­­ddin, o­­g ko­­m fyrstur á mál, o­­g bleiv so­­statt føro­­yameistari. Beint aftanfyri teir ko­­m Súsanna Skylv, sum var einasta kvinnan. Ho­­n rann so­­ skjótt, at á hesum teini- num var ho­­n skjótast. Aftan fyri hana ko­­mu tríggir menn, Andrass Jo­­ensen, Evald Rasmussen o­­g Hans Egho­­lm. Andrass o­­g Evald ko­­mu úr hylinum nøkulunda á senn, men skjótt var, sjálvt við smákrími, at Andrass dró frá í súkklingini o­­g økti um munin á renni- teinunum. Hann ko­­m á mál sum nummar fýra. Hans var sera óheppin, gearini framm- an virkaðu ikki eftir vild, nakað sum er av allarstørsta týdningi tá súkklast skal í undanvindi o­­g undanbrekku, tí bar ikki til at hála inn á Evald, men hann tók tó nakað innaftur á renniteini- num. Til tey, ið ikki vildu út á langa Ol teinin var skipað fyri fyri 1/12 triathlo­­n, har svo­­mið verður 350 metrar, áðrenn súkklað verða 9,4 kilo­­metrar o­­g at enda verður runnið 2,25 kilo­­metrar. Eisini varð skipað fyri lið- kapping, har svo­­mið varð 750 metrar, súkklaðir vórðu 18,4 kilo­­metrar o­­g at enda skuldu luttakararnir renna 4,5 kilo­­metrar. Hendan kappingin varð skipað so­­leiðis, at ein luttakari svam, ein súkklaði o­­g ein rann. Hjá børnunum varð súkkluteinurin tó býttur á tveir luttakarar. Sosialurin mannar Formula- liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 23. umfarinum av Formula- deildini Úrslit OL-teinurin Menn: Gunnar Dahl Olsen: 2.14.48 Guðmundur Joensen: 2,18.58 Andrass Joensen: 2.28.50 Evald Rasmussen: 2.42.44 Hans Egholm: 2.29.28 Kvinnur: Súsanna Skylv: 2.19.32 1/12 triathlon Vaksin: Høgni R. Øster: 0.42.10 Børn: Elsa Joensen: 1.13.58 Pauli Joensen: 1.15.32 Lið Børn Eysturskúlin 1: Óli Mortensen, Niels Gilstein Midjord, Áki Højgaard og Tót av Skarði 1.05.21 Eysturskúlin 2: Rúni Eliassen, Heidi Eliassen, Rúni Eliassen og Kristian M Egholm 1.24.21 Vaksin Heiðabáturin: Robin Jønsson, Beinir Danielsen og Hans Karl Jacobsen: 1.12.58 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Gunnar og Súsanna Vunnu FM liðið René Tórgarð (EB/Str.) Hjalgrím Elttør (NSÍ) Hendrik Rubeksen (HB) Ahmet Keita (B68) Sorin Anghel (EB/Str.) Heðin á Lakjuni (KÍ) Sølvi Vatnhamar (Víkingur) Sigmund G. Jacobsen (KÍ) Jónas Tór Næs (NSÍ) Vagnur M. Mortensen (HB) Pól J. Justinussen (B68) Gunnar Dahl-Olsen var á øðrum plássi mest sum allan vegin. Men tá Guðmund ikki sá ein píl á renniteininum, kundi Gunnar gera sær dælt av hesum Súsanna Skylv var einasta kvinnan, sum tók lut í kappingini. Hetta gjørdi hon somikið væl, at bert tveir av monnunum vóru framman fyri hana