Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 183 - 24. september 2008 Herundir stendur ein kronologisk frá­ greiðing frá gongd­ ini seinasta døgnið fram móti semj­uni um málsøkj­abýtið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokki og Javnaðarflokkin Frásøgn Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fundurin millum Fólka­ flokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin varð ásettur at byrja klokkan 17.00, tá leiðslubólkarnir hjá flokkunum skuldu taka samráðingarnar um máls­ økjabýtið uppaftur. Tingmanningarnar hjá Fólkaflokkinum og Sam­ bandsflokkinum møttu stundisliga, meðan ting­ menn og landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum ikki vóru at síggja nakrastaðni. Klokkan 17.30 frættist, at fundurin var úsettur, orsakað av at Javnaðar­ flokkurin hevði inannhýsis fund á Gamla Apoteki, har tey gjørdu støðuna upp. Tá klokkan gjørdist knapt 19 komu umboðini hjá Javn­ aðarflokkinum so niðan í Løgtingið, og samráðingar­ nar kundu takast upp aftur. Krøvini herdust Beint áðrenn samráðingar­ nar vóru tiknar upp aftur, vóru Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen báðir í Degi & Viku. Tað var eyð­ sýnt, at hóast Sambands­ flokkurin ikki setti fram nøkur »ultimativ krøv«, vóru krøvini herd yvir náttina. Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokk­ inum, segði við Kringvarp Føroya, at tað var náttúrligt, at Sambandsflokkurin sum størsti flokkur fær løgmann, og um ikki, so fýra ella fimm landsstýrismenn. Jørgen Niclasen, for­ maður í Fólkaflokkinum, segði hinvegin, at enn var einki avgjørt, og at telefonin ringdi í heilum, og at tað skarst ikki burtur, at hinir flokkarnir, sum sótu uttan­ fyri, lógu framvið. Báðir flokksformennirnir kundu sostatt fara undir samráðingarnar við sera góðum kortum í hondini, ein við størsta flokkinum aftanfyri seg, og hin við hóttanini um at fara við andstøðuni. Løgmansmaraton Samráðingarnar millum flokkarnar fóru soleiðs fram, at leiðslubólkarnir, sum vóru Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Jóannes Eidesgaard og John Johannesen úr Javnaðar­ flokkinum, sótu í beinleiðis samráðingunum, meðan teir av og á fóru hvør til sítt og ráðførdu seg við bak­ landið, sum vóru tingmann­ ingar og landsstýrisfólkini. Leingi gingu samráðing­ arnar aftur og fram, men striltið gekst við at fáa glið á málsøkjabýtið millum flokkarnar. Allir møguleikar vóru vendir og snaraðir fleiri ferðir, uttan at nakað sum helst tó varð flutt. Tað vísti seg skjótt, at talan varð um eitt maraton millum leiðslu­ bólkarnar, har teir sótu og vendu og snaraðu møguleik­ unum, argumenteraðu fyri júst hví teir skuldu hava løgmann og tosaðu við baklandið, fyri síðan at byrja heilt av nýggjum aftur. Koyrt varð bara í ring. Eingin tóktist at vika seg somikið sum ein tumma teir fyrstu nógvu tímarnar, og allir flokkar tvíhildu um løgmanssessin. Avgerðin stóð og fall um hvør orkaði at halda á longst, og hvussu flokkarnir spældu trumf­ arnar hjá sær. Gjøgnumbrot ella jarnbrot Tá klokkan var umleið tvey í nátt, byrjaði spakuliga glið at koma á, og ymsar ábendingar vóru um, hvør stóð sterkastur í kappingini um løgmann. Útfrá hýrinum á monnum og kvinnum sást, at ta løtuna stóð Kaj Leo Johannesen sterkastur. Men eftir øllum at døma tvíhelt Jóannes Eidesgaard enn um løgmanssessin. At Javnaðarflokkurin stóð sera veikur í samráð­ ingunum varð eyðsýnt, tá Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi komu niðan í tingið at fregnast um gongdina. Tá vóru javnaðarumboð skjót at spyrja, hvat teir vildu har, og okkurt kundi týtt á, at nú var rætta løtan hjá Jørgen Niclasen og Fólkaflokk­ inum at spæla sín trumf. Eftir hetta varð skjótt greitt, at løgmanssessurin varð komin upp á pláss, men at stríðið nú stóð seg um Uttanríkisráðið. Tískil kundi tað tykjast sum, at vitjanin frá Tjóðveldisum­ boðunum fingu Javnaðar­ flokkin at slaka nakað, og at teir tískil virkaðu sum jarnbrot til tess at fáa glið á málsøkjabýtið. Glið komið á Tá klokkan var umleið fýra, frættist at Javnaðarflokkurin hevði slakað við krøvunum. Eftir at Javnaðarflokkurin hevði slakað við krøvunum um fyrst at fáa løgmann, og um ikki, so Uttanríkisráðið, gekk tað yvirhøvir skjótt fyri seg. Leiðslubólkarnir møttust aftur stutt eftir hetta, og nú tann heilt stóri knúturin varð loystur, tóktist tað sum, at bert var eftir at býta grindina. Í øllum førum var komið á mál stutt áðrenn klokkan hálvgum seks, og klokkan 05.30 kundi Jóannes Eides­ gaard, fráfarandi løgmaður, boða frá, at samráðingarnar vóru komnar á mál og at ein semja var gjørd um málsøkjabýtið. Niðurstøðan varð at Kaj Leo Johannesen skuldi gerast løgmaður, og at allir flokkar fingu tríggjar lands­ stýrissessir í part, og at nøkumlunda javnt var býtt. Gongdin móti semjuni Nýggj hóttan móti finskum skúla Ein skúli í finska býnum Pyhäjärvi er afturlatin og næmingarnir sendir heim orsakað av upplýsingum um, at ein hóttan móti skúlanum er løgd út á internetið. Løgreglan sigur, at eingin orsøk er at óttast, men kannað verður, um søgurnar um hóttanir eru sannar. Samstundis kjakast myndugleikarnir í býnum um, hvussu teir skulu fyrihalda seg til hóttanirnar. Maðurin, sum stóð aftan fyri skjótaríið í Kauhajoki, kemur upprunaliga úr Pyhäjärvi, men er sambært løgregluni fluttur higaði frá í fjør. Sambært Ritzau skal finska løgreglan eisini hava ruddað ein annan skúla í býnum Jorois eystan fyri Pieksämäki eftir einari møguligari bumbuhóttan. Pyhäjärvi liggur í ein landnyrðing úr Kauhajoki. Kaj Leo Johannesen er her júst avdúkaður sum vinnarin av einum møðsamum løgmansmaraton Javnaðarflokkurin var sera trekur at vika av løgmanssessinum... ... og Fólkaflokkurin hevði andstøðuna sum sín trumf