mikudagur 24. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
sosialurin 24. september 2008
JOBMATCH 08
Ein av stóru fyri
mununum við
at arbeiða hjá
Landsverki er, at
stovnurin hevur eitt
ríkt og fjølbroytt
fakligt umhvørvi. Og
allir serfrøðingarnir
á stovninum skapa
varandi samfelags
virðir, sigur Elsa
Johanna Høgenni,
starvsfólkaleiðari á
Landverki
Á Landverki sleppa fólk við
teimum røttu útbúgvingunum
veruliga at royna seg. Og teirra
avrik fara at síggjast aftur í
samfelagnum.
Landsverk er ein stovnur, sum
hevur og krevur nógv fólk við
fakligari vitan. Tí bjóða vit
okkum fram á JobMatch.
Hettar sigur Elsa Johanna
Høgenni, starvsfólkaleiðari á
Landsverki, sum er millum teir
stovnar og fyritøkur, sum bjóða
seg fram á starvstevnuni
Jobmatch, sum er á
Norðurbryggjuni í
Keypmannahavn 26. og 27.
september 2008.
Vinnan og tað almenna í
Føroyum hava trupulleikar at
finna skikkaði fakfólk til ávís
størv. Og Landsverk er einki
undantak. Tí vónar stovnurin at
koma á tal við dugnalig fólk á
Jobmatch, sum antin hava ella
eru í ferð við at taka eina hægri
útbúgving, eitt nú verkfrøðingar
og arkitektar.
Gott umhvørvi
Elsa Johanna Høgenni sigur, at
Landsverk kann bjóða eitt
munadygt fakligt umhvørvi, sum
er mennandi fyri fólk við hægri
útbúgving.
Landsverk er ein vitanartungur
stovnur. Her arbeiða nógv fólk
við hægri útbúgving, so sum
verkfrøðingar og arkitektar og
aðrir serfrøðingar. T.d. arbeiða
einir 15 verkfrøðingar á
stovninum. Tað merkir, at vit
hava eitt rættuligt fakligt
umhvørvi, har starvsfólkini hava
góðar møguleikar at samstarva
og mennast fakliga, sigur
starvsfólkaleiðarin.
Týðandi arbeiði
Elsa Johanna Høgenni sigur, at
ein annar fyrimununum við at
arbeiða hjá Landsverki er, at
hettar er eitt arbeiði sum veruliga
gevur meining.
Fyrimunurin við at arbeiða hjá
Landsverki er, at tú ert við at
skapa varandi virðir í
samfelagnum. Okkara fólk
byggja t.d. vegir, skúlar og
havnir, og eru sostatt við til at
skapa fortreytir fyri
samfelagsmenningini. Tey gera
eitt arbeiði, sum veruliga munar.
Tú kanst siga, at tey eru við til at
byggja land, sigur
starvsfólkaleiðarin hjá
Landsverki.
Bás og framløgu
Landsverk fer at hava ein
framsýningarbás á JobMatch.
Tað eru Elsa Johanna Høgenni,
starvsfólkaleiðari, Lív G. Olsen,
kunning, Klæmint Østerø,
verkfrøðingur, Mikkel H.
Frandsen, verkfrøðingur, og Suni
Dalsgaard, arkitektur, sum fara at
umboða Landsverk á JobMatch.
Eisini fara hesi at skipa fyri
eini framløgu, har høvið verður
hjá útisetunum at frætta nærri um
starvsmøguleikarnar á einum av
landsins størstu arbeiðsplássum.
Eitt ríkt fakligt umhvørvi
“Vit hava eitt rættuligt
fakligt umhvørvi, har
starvsfólkini hava
góðar møguleikar at
samstarva og mennast
fakliga.”
Suni Dalsgaard ( vantar á myndini), Mikkel H. Frandsen, Klæmint Østerø, Lív G. Olsen og Elsa Johanna Høgenni
fara at umboða Landsverk á JobMatch
Mynd:Helena Dam
TAKS er við at
menna seg á
jøvnum fóti við
aðrar fyritøkur
og stovnar, hvørs
visión og missión
setur dagskránna
sum tænastuveitari,
eins og virðini á
stovninum síggjast
aftur í tí mentan,
sum stovnurin
flytir seg í dagligu
gongdini
Fyrr í ár fekk stovnurin navna
broyting og nýtt búmerki, sum
hevur verið við til at lyfta stovnin
á leið. Borgarin hevur eisini tikið
væl ímóti nýggju heimasíðuni,
og nú um dagarnar fáa vit fyrstu
nøgdsemiskanning av heima
síðuni.
Kundatænastan er skipað, og
starvsfólkini eru undir útbúgv
ing. Uppgávan verður at lofta og
taka til sín teir vanligu spurn
ingarnar innan stóra lóggávuøkið
hjá stovninum. Á øðrum ári
hevur Mál og Avriksstýring verið
eitt av amboðunum, eins og
innanhýsis menning av starvs
fólkunum hevur verið væl
móttikin seinasta árið.
Starvsfólk – høgt
marknaðarvirði
Ein røð av politikkum eru gjørdir
í samstarvi við starvsfólkini, við
fokus á at økja førleikarnar, so at
fjøltáttaðar arbeiðsuppgávur
verða loystar, og ikki minst fyri
at fremja nýhugsan. T.d. kunnu
vit nevna, at løgfrøðingar
ráðgeva landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, og grannskoðarin
leggur sína ætlan saman við
leiðaranum. Starvsfólk á TAKS
skulu hava eitt gott ”marknaðar
virði”.
Alt ber til
Sagt verður mangan, at einki ber
til hjá almennum stovnum, tí
fíggjarligu karmarnir ikki loyva
nøkrum broytingum. Harafturat
verður sagt, at lønarsáttmálar og
lønarumsiting eru ov trong,
lóggávan avmarkar okkum osfr.
TAKS arbeiðir við at venda tí
hinvegin sum útgangsstøði ber
alt til. Summar tíðir í fullum líki
og til aðrar tíðir mugu tingini
gerast í stigum, so tey kunnu
tillagast umstøðunum. Mangan
verður tikið til, at nógvir vegir
føra til Rom, júst tað sama er
galdandi fyri TAKS. TAKS vil til
eina og hvørja tíð leita eftir
nýggjum leiðum og onkuntíð
skjótum leiðum, tó uttan at
vakurleikin fer framvið.
Hjá TAKS vil man gerast betur
og betur og tey, sum hava bestu
førleikarnar at lyfta stovnin, eru
starvsfólkini!
Er tað almenna
gumputungt
Summi vilja vera við, at tað
almenna er gumputungt og velja
sær aðra starvsleið. Hinvegin er
eingin ivi um, at tað almenna
eins og tað privata stendur fyri
stórum avbjóðingum. Uppgáv
urnar gerast alt meiri fjøltáttaðar
við tað, at samfelagið gerst meiri
fjølbroytt. Hjá TAKS sæst hetta
aftur við tí økta millumlanda
sambandinum, møguleikunum at
bjóða fram etænastur, so sum
eSkatt, eMVG, eToll og aðrar
tænastur og setir hetta stór krøv
til virkni og góðsku í arbeiðinum.
Eisini eru uppgávurnar hjá TAKS
sera fjølbroyttar í sjálvum sær;
alt frá lógarsmíði til at rannsaka
skip, bilar og flogfør.
TAKS er ein
stovnur á ferð..
Hjá TAKS verður eisini tikið
aftur í tað gamla, if it works
don’t fix it, eins og nýggjar leiðir
verða funnar.
TAKS – at your service
Í felag