Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 183 - 24. september 2008 Tað nærmasta Kaj Leo Johannesen kemur bóndalívi, er tá hann gongur á fjalli í Mykinesi av og á. Annars er komandi løgmaður ein glaður fótbóltsspælari, vinnulívsmaður, pápi og formaður í Sambandsflokkinum Samanpettað vangamynd Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tíðliga í morgun fingu før­ oyingar boðini um, at kom­ andi løgmaður landsins verður Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsflok­ sins. Hesin ungdommiligi og smílandi HB’arin, vinnu­ lívsmaðurin og familju­ pápin, sum hevur stríðst seg upp á tindarnar í føroyskum politikki, í einum flokki, har tað ikki altíð gongur friðarliga fyri seg, og har høvdingarnir eru fleiri. Hóast vit kundu hugsað okkum eitt djúphugsið prát við høvuðspersónin í morg­ un, so lá tað ikki fyri, tí hann var farin til songar aftaná drúgvu samgongu­ samráðingarnar, við boðum um at fáa frið til einaferð seinnapartin. Men tá er prent­rotatiónin við Sosialinum longu steðg­ að, og bløðini vónandi fesk í sølubúðunum. So, við støði í tí, sum vit kundu leita fram, pettaðu vit kortini eina vangamynd saman av menniskjanum handan komandi løgmann: Kaj Leo Holm Johanne­ sen, sum er fulla navnið, er føddur 28. august í 1964, og hann er sostatt 44 ár. For­ eldrini eru Leo Hans Jo­ hannesen, sum doyði í 1991, og Karin Holm Jo­ hannesen, bæði ættað úr Mykinesi. Karina kenna fólk kanska úr Tilhaldinum, har hon er sera virkin. Kaj Leo vaks upp bæði í vestur­ og eysturbýnum ­ fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og næstu 14 árini í Tjarnarlág. Familjan.. Í dag er Kaj Leo Johannesen giftur við Jórun Johannesen, og eiga tey synirnar Heina, 8, Jákup 7 og Jónas, 2. Tey búgva á Teigi í vesturbýnum í Havn. Páparnir hjá Kaj Leo og Jórun andaðust báðir í synd­ arligum vanlukkum: Pápi Kaj Leo út fyri Mykines tann 14. oktober í 1991, og pápi Jóruna í Trinidad tann 14. apríl í 1983, har hann var við Teistanum sum telegrafistur. .. og ítrótturin Vit hava eisini kannað okk­ um fram til, at hann er var fyrsti málverji hjá HB í 1984­2000, og at hann við 299 dystum, er tann spæl­ arin, sum hevur spælt næst­ flestu dystirnar fyri 1. liðið í søguni hjá felagnum. Virknu fótbóltsárini vann hann trý FM­heiti og ikki færri enn átta ferðir var hann steypavinnari. Eisini var hann við í landsliðs­ hópinum árini 1988 til 1984, nógva partin sum eykamaður hjá Jens Martini Knudsen, men tað gjørdist eisini til fýra altjóða skrá­ settar A­landsdystir. Umframt fótbólt, hevur Kaj Leo Johannesen eisini spælt eitt sindur av hond­ bólti. .. og menninir Vit hava eisini frætt, at hvønn morgun situr kom­ andi løgmaður spillnakin og ornar verðinssituatiónina saman við hópin av ø(ð)rum havnarmonnum í hitarúmi­ num í svimjihøllini í Gunda­ dali. Og kona hansara, Jórun, og kona Bárð Nielsen, fyrr­ verandi landsstýrismann, Rakul eitur hon, eru barn­ dómsvinkonur. .. og “bóndarnir” At hjartað hjá komandi løg­ manni bankar fyri bóndu­ num er ongin ivi um millum fólk. Men tað nærmasta hann sjálvur kemur bóndalívi, er, tá hann er á fjalli á fedranna oyggj, Mykinesi, av og á. HB’arin, sum bleiv Føroya løgmaður Løgmansfamiljan á ólavsøku. Yngsti sonurin vantar á myndini Sjálvandi eru synirnir eisini rættir HB-arar Kaj Leo Johannesen limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988, og seks ár seinni stillaði hann upp til løgtingsvalið í 1994. Í 1996 var bæði fólkatingsval og býráðsval í Havn, og Kaj Leo varð uppstillaður til bæði valini. Hann var tá valdur í Tórshavnar býráð. Á heysti 2001 stillaði hann upp til fólkatingsvalið og til løgtingsvalini í 2002 og 2004 kom hann inn og við seinasta valg, fekk hann 641 atkvøður. Kaj Leo Johannesen fyllir sama dag sum Nikolai prinsur, fyrstføddi hjá danaprinsi Joakim Norskur bispur tapti 70 milliónir Í Noregi hevur kjak tikið seg upp um tann í forvegin stranga lógin um spæl og bookmaking skal strammast enn meiri. Orsøkin er, at ein bispur í landinum er farin á húsagang eftir at sonur hansara hevur spælt fyri fleiri enn 70 milliónir krónur á internetinum. Í fjórðastørsta býnum í Noregi, Stavanger, er bispurin og farin á heysin eftir at hann saman við konuni hevur átikið sær eina millióna skuld. Tey hø’vdu lánt peningin til sonin í teirri trúgv, at hann gjørdi íløgur í KT­ fyritøkur. Men tað vórðu teir bara ikki. – Tað er ein ræðuligur skelkur at sanna, hvat peningurin í veruleikanum varð nýttur til, sigur Ernst Baasland, bispur við NRK.