mikudagur 24. september 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
sosialurin 24. september 2008
JOBMATCH 08
Fyri Nema sam
takið, ið varar av
Atlantstøkni, Senta
og Sendistovuni,
hevur tað avgerandi
týdning, at hava
atgongd til fólk
við vitanartungum
førleikum
Heitið á útgávuni hjá Gyldendal
”Hvad kan jeg blive?” kundi
hóskandi verið víðkað til: “... og
hvor kan jeg blive det?”
Herfyri gav Norðuratlants
bólkurin út forkunnuga kanning,
ið lýsir nakrar av orsøkunum til
at intellektuella tilfeingið endar í
einum netto útflutningi. Sæð út
frá einum nærum akuttum,
vinnuligum sjónarmiði, skal
okkurt henda fyri tálma útflutn
inginum av ungdómum. Sum er,
er tørvurin á KT fólki serliga
sjónligur, men menniskjan livir
sum kunnugt ikki av KT eina.
Okkum tørvar allar føroyingar.
Avleiðingarnar av vantandi
afturflytingini av útbúnum fólki
ger, at føroysku fyritøkurnar
merkja inerti í menning og
vøksturi og tað fær sjálvandi
avleiðingar fyri samlaða búskap
in í Føroyum.
Hin vegin er vónleyst at
ímynda sær, at føroyski arbeiðs
marknaðurin fer at kunna bjóða
somu sømdir og kor, sum eitt nú
evropeiska meginlandi. Tað
verður eisini ein løta áðrenn
veðrið batnar og bústaðarlýsing
arnar nevna “Tæt ved skov og
strand”.
Men Føroyar hava tó ein hóp
av øðrum parametrum, ið eru
verd at nevna. Fyri tey, ið vilja
gera mun, finst neyvan nakað
land, har møguleikarnir eru betri,
enn í Føroyum.
Her kanst tú í stóran mun
broyta, tillaga og gera av, hvønn
leiklut tú sum menniskja vilt
hava á umhvørvið. Sagt við
øðrum orðum: Nýútbúnir
føroyingar kunnu velja, um teir
vilja verða ein lítil dunna í einum
stórum hyli ella ein stór dunna í
einum lítlum hyli!
Christian Nagata sigur at enda:
Vit meta, at vit skulu hava
vitanardeplar í Føroyum, um vit
skulu megna at draga fólk til
okkum og tí mugu vit eisini vísa
útisetunum at bæði eitt dynam
iskt mennandi og spennandi
umhvørvi er í Føroyum. Hetta
gera vit m.a. við at leggja okkum
eftir teimum komparativu
fyrimunum Føroyar hava ella
kunnu fáa og við at fáa fatur á
vitanartungum starvsfólkum.
UM
ALMANNASTOVUNA
Í løtuni starvast tilsamans um
265 fólk á Almannastovuni.
Fleiri arbeiða niðursetta tíð, so
talan er ikki um fulltíðarnormer
ingar. Gott 100 starvast í sjálvari
umsitingini og yvirskipaðu
stápseindunum, meðan 165
starvast á barnastovnum og
stuðulsskipanini fyri børn.
Almannastovan umsitur fyri
umleið 1 mia. kr. um árið.
Almannastovan er eitt spennandi
arbeiðspláss við nógvum
áhugaverdum arbeiðsuppgávum.
Dentur verður lagdur á, at hava
eitt høgt tænastustøðið, at
rættartrygdin er í lagi og at hava
virðing fyri einstaklinginum. Vit
miðja í móti at seta fólk í starv
við røttu útbúgvingunum og
førleikunum til tess at skapa eitt
mennandi og gott arbeiðspláss.
MÁL
Fyri støðugt at menna
umsitingina, setur
Almannastovan regluliga tíð av
til at umrøða málsetningar og
viðgera og taka støðu til, hvørji
øki skulu mennast og hvørji mál
skulu raðfestast fyri eitt nærri
avmarkað tíðarskeið. Soleiðis
hava vit í vár sett okkum sum
mál inniverandi og næstkomandi
ár (2008/09) at uppraðfesta
menning á hesum økjum:
• Ábyrgdarbýtið – greiðari,
færri hendur
• Málsviðgerðin – einsháttan,
størri gjøgnumskygni, styttri
viðgerðartíð
• Móttøkan – betri
samrøðuinnihald, betrað
grundarlag fyri málsviðgerð,
betri vegleiðing
• Sjónlig Almannastova – betri
kunning, aktivari
viðspælari, meiri
uppsøkjandi.
VISJÓN
Almannastovan vil…
.. av politiska myndugleikanum,
samstarvspartnarum og
almenninginum verða kend fyri
hava ein etiskt tilvitaðan og
ásjónligan góðan fyrisitingarsið,
álítandi veitingar, framúrskarandi
vitan og tilvitan um okkara
virkisøki og ein kunningarfúsan
hugburð og praksis.
.. av starvsfólkum verða upplivað
sum eitt arbeiðspláss við væl
lýstum og greiðum, áhugaverdum
og spennandi arbeiðsuppgávum,
har dentur verður lagdur á
upplæring, førleikamenning,
góðar arbeiðsumstøður og
samstarvið er bygt á sínámillum
virðing, álit, ábyrgd og loyalitet.
..av viðskiftafólki verða upplivað
sum ein álitisvekjandi,
innbjóðandi, professionell,
fakliga kompetent, skjót, rættvís
og upplýsandi almenn umsiting.
MISSJÓN
Missjónin hjá Almannastovuni –
okkara tilverugrundarlag – er
ásett í almannalóggávuni.
Lóggávan áleggur
Almannastovuni uppgávuna at
umsita eina røð av sosialum
fyriskipanum. Vit síggja tað sum
Almannastovunnar missjón:
• at umsita tær ymsu
fíggjarligu veitingarnar og
stuðulsfyriskipanirnar og
veita sosialu ráðgevingina á
so munadyggan hátt, at vit í
avgerandi mun eru við til at
skapa sosiala og fíggjarliga
trygd fyri borgaran og byrgja
fyri sosialum trupulleikum
og loysa íkomnar sosialar
trupulleikar.
• at skapa grundarlag fyri
støðugari menning og
samsvari millum sosiala
veruleikan og
sosiallóggávuna við at
eftirmeta dygdina í sosialu
veitingunum, málsviðgerðini
og sosiala arbeiðinum og
fylgja gongdini á sosiala
økinum fyri í tíð at lofta
rákum og møguligum
sosialum vandamálum.
Fíggjarlig trygd, menning og
sjálvbjargni, virkni og
viðvirkan, umsorgan og
trivnaður, rættartrygd og
javnbjóðis rættindi eru mál
og virði, sum sosiallóggávan
og sosiala arbeiðið byggja á.
Okkara tænasta og samskifti
við borgaran skal
endurspegla hesi virði.
Almannastovan
Sært tú teg í okkara samtaki?
Christian Nagata, stjóri í Nema
samtakinum
Starvsfólk á Almannastovuni