mikudagur 24. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 183 - 24. september 2008
Kaj Leo er einsamallur hani í einum reiðri við fýra systrum. Frá vinstri: Jakobina, sum
lesur sálarfrøði í Danmark, Liss, Kai Leo og Marin, sum hevur harrafrisør í Vágsbotni.
Yngsta systirin, Oddvør, vantar á myndini.
Hóast Rói Egholm er fyrr
verandi løgtingslimur fyri
Tjóðveldi, eru hann og Kaj
Leo Johannesen bestu vin
menn, bæði privat og í
arbeiðshøpi. Eitt nú eru teir
gubbar at børnunum hjá
hvørjum øðrum og hava
arbeitt saman í nógv ár,
millum annað í fiskasøluni
Farex, sum teir áttu saman.
Sambært Róa Egholm, er
fleiri eyðkenni við Kaj Leo
Johannesen sum menniskja
og vinmann. Fremst av øll
um nevnir hann, at komandi
løgmaður er ómetaliga ar
beiðssamur og málrættaður,
tá hann setir sær eitthvørt
fyri, og at hesin eginleikin
helst fer at gagna honum
væl í nýggja sessinum.
Hann hevur eina góða
framdrift og fær nógv frá
hondini, tí hann letur seg
ikki órógva av øðrum, sigur
Rói Egholm.
Vinmaðurin vísir eisini á,
at vinmaðurin, sum nú skal
røkja
løgmansembætið,
altíð arbeiðir útfrá tí reina
og lítur á tað góða í fólki.
Kaj Leo Johannesen
hevur onga fjalda dagsskrá
og man veit altíð, hvar man
hevur hann, sigur hann.
Rói Egholm vísir eisini á,
at Kaj Leo Johannesen er
ein góður liðspælari.
Ein av bestu dygdum
hansara er, at hann er trú
fastur sum fáur – bæði í
viðburði og mótburði, sigur
Rói Egholm.
Skal vinmaðurin finna
eitthvørt, sum er minni
heppið við nýggja løg
manni, má tað vera, at hann
kann tykjast nakað naivur
viðhvørt.
Kaj Leo trýr altíð uppá
tað góða í fólki, og har kann
hann blíva yvirraskaður, tá
tey vísa seg frá hinari síð
uni. Hann vil snøgt sagt
ikki trúgva uppá, at fólk
hava eina minni pena síðu.
Spurdur, hvussu hann
roknar við at Kaj Leo
Johannesen fer at roynast
sum løgmaður, sigur Rói
Egholm, at eins og allir
aðrir nýggir løgmenn, skal
hann brýnast eitt sindur og
at venja seg við, at nú er
hann ein eisini ein stovnur.
Hann verður eitt fínt um
boð fyri Føroya land, tí
hann er ein savnandi og trú
fastur persónur, sum vil tað
góða, sigur Rói Egholm um
vinmannin, sum nú verður
løgmaður.
Vinnulívsmaðurin
Eftir loknan fólkaskúla fór Kaj Leo Johannesen úr sjeynda flokki beina leið til skips, 14
ára gamal. Tey næstu fýra árini var hann til fiskiskap við Flemish Cap við »Váðasteini«
hjá Johan Simonsen.
Tá henda siglingstíðin væl og virðiliga var av, settist Kaj Leo aftur á skúlabonk, 18 ára
gamal – hesa ferð á Føroya Sjómansskúla, har hann tók prógv sum skipsførari, 21 ára
gamal.
Nú stóð hugurin aftur til havið, og tey næstu árini sigldi hann við bingjuskipið hjá
Maersk og við farmaskipinum »Herborg« hjá Hans Paula Johannesen, áðrenn føturnir
aftur vórðu settir upp á turt – hesa ferð fyri at arbeiða sum bilseljari hjá Reyni Service í
Hoyvík.
Í 1989 fekk fiskurin aftur ein leiklut, tá Kaj Leo Johannesen kom í starv hjá Føroya
Fiskasølu sum seljari við feskum og frystum fiski sum virkisøki. Í 1995 lá so leiðin norður
til Klaksvíkar, har hann á Kósini var við til frá byrjan at byggja upp eina søludeild.
Saman við øðrum stovnaði Kaj Leo í 1997 egið virkið, P/F Farex, sum keypti og seldi
fiskavørur um allan heim. Virkið er ikki til enn.
Eivindur av Reyni lænti okkum hesa myndina frá Reyni Service í 1993
Vinmaðurin, Rói Egholm, um Kaj Leo Johannesen:
Málrættaður, trúfastur
og eitt sindur naivur
Kaj Leo atkvøddi fyri § 266 b.
Kaj Leo atkvøddi fyri einum valdømi.
Pakistanar funnið njósningarflogfar
Pakistanskir hermenn funnu í gjár eitt slag av robotti. Helst var talan um eitt amerikanskt
njósningarflogfar. Luturin var funnin tætt við afganska markið, men amerikumenn nokta fyri, at teir
hava mist nakað flogfar.
Vit sóu okkurt í luftini, og ein skeyt tað niður. Vit eru vísir í, at talan er um amerikanskt flogfar,
siga ónevndar keldur. Amerikumenn hava seinastu tíðina virkað nógv kring pakistanska markið.