mikudagur 24. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 183 - 24. september 2008
Tá endalig semja
var fingin millum
ABC-flokkarnar
klokkan hálvgum
seks í morgun, fóru
samráðingarfólkini
til hús at hvíla seg.
Flokkarnir hava
innanhýsis fund í dag
og í kvøld at seta nøvn
á landsstýrisfólkini
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað einasta, sum stendur
rimmar fast enn er, hvør verð
ur nýggjur løgmaður. Kaj
Leo Johannesen skal standa
á odda fyri landsins stjórn
komandi góðu trý árini.
Hini nøvnini eru enn ikki
ásett, men Sambandsflokk
urin kemur saman klokkan
trý í dag og Javnaðarflokk
urin klokkan fýra at tingast
um, hvørjar persónar flokk
arnir ynskja at seta í lands
stýrið.
Hjá Fólkaflokkinum er
meiri óvist. Fundur varð
avtalaður av tingmaningini
til klokkan átta í kvøld, tá
tingmanning og landsleiðsla
skulu finna fram til tey tvey
nøvnini, sum skulu í lands
stýrið saman við formannin
um, Jørgen Niclasen. Men
júst somu tíð hevur Havnar
Framburðsfelag, sum er
valfelagið hjá Fólkaflokk
inum í Havn, boðað til upp
stillingarfund,
so
antin
verður fundurin um lands
stýrisevnini framskundaður,
ella verður hann ikki fyrr
enn í morgin.
Sambært keldum í flokk
unum hava als eingi nøvn
verið uppi og vent í sam
bandi við landsstýrissessir
nar, men kortini eru nøkur
nøvn uppløgd sum egnað
evni til sessirnar.
Telvingin um sessirnar
endaði sum kunnugt við, at
Sambandsflokkurin
um
framt løgmann fekk vinnu
mál og sundurbýtta máls
evnið almannamál. Javn
aðarflokkurin
varðveitti
heilsumál og fekk annars
fíggjarmál og mentamál, og
Fólkaflokkurin fekk uttan
ríkismál, fiski og tilfeingis
mál og innlendismál, sum
aftur fekk hetta heitið eftir,
at tað undir undanfarnu
samgongu hevði itið løg
málaráðið.
Annika til reiðar
Sum nevnt so hava eingi
nøvn higartil verið uppi og
vent í nøkrum av flokk
unum, men Sosialurin ger
sær kortini sínar tankar um,
hvør fer at enda í lands
stýrinum.
Kaj Leo Johannesen er
sjálvskrivaður sum løgmað
ur, og tað er neyvan nakar
ivi um, at næstformaðurin í
flokkinum, Jóhan Dahl, fer
út í Tinganes at taka sær av
vinnumálum. Og eitt gott
boð sum triðja landsstýris
fólk hjá Sambandsflokkin
um er Rósa Samuelsen til
almannamálaráðharri.
Hjá Fólkaflokkinum er
upplagt, at Jørgen Niclasen
verður
uttanríkismálaráð
harri, og at stóri atkvøðuslúk
urin til seinasta val, Jacob
Vestergaard, verður nýggjur
landsstýrismaður í fiski og
tilfeingismálum, sum hann
jú hevur roynt áður.
Triðja
landsstýrisfólkið
hjá Fólkaflokkinum verður
uttan iva Annika Olsen, sum
verður nýggjur innlendis
málaráðharri. Hon sigur seg
eisini vera til reiðar at taka
móti avbjóðingini, fær hon
sessin í boði.
Hjá Javnaðarflokkinum
er neyvan ivi um, at Hans
Pauli Strøm heldur fram í
sundurliðaða
heilsumála
ráðnum,
meðan
Helena
Dam á Neystabø flytir úr
fyrrverandi løgmálaráðnum
niðan í mentamálaráðið.
Jóannes Eidesgaard verður
so nýggjur fíggjarmálaráð
harri, tó við tí fyrivarni, at
hann velur at gerast vanligur
tingmaður
við
onkrum
týðandi
nevndarformans
sessi. Um so verður, fer
Eyðgunn Samuelsen helst
út í Albert Hall.
Hesi eru so boðini upp á
nýggja landsstýrið, men
hetta fæst sum nevnt ikki
konfirmerast fyrr enn eina
ferð í kvøld í fyrsta lagi.
Landsstýrið helst mannað í kvøld
Kaj Leo Johannesen, nýggi løgmaður Føroya
Jørgen Niclasen verður nýggjur
uttanríkismálaráðharri
Jóannes Eidesgaard verður fíggjarmálaráðharri,
alternativt Eyðgunn Samuelsen
Jacob Vestergaard fer at umsita fiski-og
tilfeingismál
Jóhan Dahl verður vinnumálaráðharri
Helena Dam á Neystabø skiftir frá gamla
løgmálaráðnum niðan í Mentamálaráðið
Rósa Samuelsen fer at umsita almannamál
Hans Pauli Strøm heldur fram sum
heilsumálaráðharri
Annika Olsen verður innlendismálaráðharri
Ung í Vági hittast í kjallaranum
Nýtt tilboð fyri ungdóm sær nú dagsins ljós í Vági, og tað er Funny Finn, ið bjóðar. Tiltøk til ung í
útjaðaranum eru ikki gerandiskostur, men í Vági kemur nú broyting í. Mikukvøldið verður ein
roynd gjørd at bøta um ungdómstilboðini í Vági, og Finn Johannesen, stigtakari, vónar, at tey ungu
so við og við taka undir við tiltakinum. Ætlanin er at hittast í kjallaranum í Missiónshúsinum í
Vági, har komast skal saman um hugna, prát, spøl, sang og guitarspæl og chips og dipp. Tiltakið
verður fyrstu ferð mikukvøldið klokkan 21, og er ætlað ungum úr 14 árum og eldri.
DO