Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 24. september 2008 9 JOBMATCH 08 P/F elektron Staravegur 9 // P.O. Box 3219 // FO-110 Tórshavn // Faroe Islands Tel: +298 345100 // Fax: +298 345101 // www.elektron.fo Spar tíð, pening og orku Sí meira um okkara Hosting-loysnir á elektron.fo Hosting Lat okkum ansa tykkara dáta. Hjá Elektron hava vit røttu tøknina, teir bestu karmarnar og dugnaligastu starvsfólkini til at ansa tykkara dáta. Við at lata Elektron ansa tínum virðum, sparir tú dýrabara tíð, sum tú kanst nýta betri á virkinum ella í frítíðini. Við at lata Elektron ansa tínum virðum, sparir tú pening. Tær nýtist ikki at skifta út, dagføra ella viðlíkahalda útgerðina. Við at lata Elektron ansa tínum virðum, sparir tú eisini orku. Við okkum sum samstarvsfelaga, fært tú eina betri og nógv tryggari loysn. Hóast faklig net­ verk í alt størri mun gerast ein sjálvsagdur partur av nútímans fak­ ligum umhvørvi, so hava vit í Føroyum, higartil ikki haft so skipaði netverk, sum annars eru vælkend uttanlands Stórur tørvur á betri fakligum umhvørvi í Føroyum Alt bendir á, at stórur tørvur er á betri fakligum umhvørvi í Føroyum. Hetta verður m.a. eftirlýst av útisetum búsitandi í Danmark. Norðuratlantsbólkurin legði í september 2008 eina kanning fram, um orsøkirnar til hví føroyingar búseta seg í Danmark. Har kom fram, at heili 74% halda, at her manglar eitt fakliga umhvørvi og fakligar avbjóð­ ingar í Føroyum. Ì kanningini luttóku 1022 útisetar í aldrinum 20­45 ár. Ikki bert útisetar eftirlýsa fakligum umhvørvi í Føroyum Eisini sýnast føroyingar at eftirlýsa hesum. Ì kanning sum Vinnuhúsið lat gera í 2006 kom fram, at tørvur m.a. er á netverkum í Føroyum, har fakfólk kunna fáa input, íblástur og sparring frá javnsettum. Ì kanningini var hugt eftir, hvussu arbeiðsháttur, førleiki og tørvur hjá leiðslum í føroyskum fyritøkum við fleiri enn 30 starvsfólkum var. Millum annað hetta, gav Synergi íblástur til at menna tænastuna Faknet, sum nú er sett í verk. Lars Kolind hevur givið íblástur til Faknet Á síni vitjan í Føroyum í juni 2008, gav Lars Kolind Synergi sparring og góð ráð um Faknet. Lars Kolind er sjálvur limur av m.a. danska toppleiðara­ netverkinum VL­grupper, har kendir topstjórar í Danmark eru limir. Eitt nú Stine Bosse, Henning Dyremose, Jens Kramer Mikkelsen v.fl. Hetta er fyrstu ferð, at faknet á henda hátt eru sett á stovn í Føroyum, har fakfólk hittast við javnsettum tvørtur um markið millum alment og privat, og millum sektorar við møguleika fyri at tosa fak, knýta bond og skapa gevandi kontaktir. Við faknet fáa útisetar, eins og føroyingar, ein part av fakliga umhvørvinum, ið tørvur er á. Synergi í samstarvi Umframt fakneti fyri Náms­ frøðingar, hevur Synergi í samstarvi við Vinnuhúsið og Granskingarráðið sett hesi netverk á stovn: • Økonomi • KT • Leiðarar við starvsfólkaábyrgd • Útbúgving, gransking og menning Faknetini hittast í hugnaligum umhvørvi 6 ferðir um árið millum kl. 10­12, umframt ein góðan frokost. Faklig upplegg vera til hvønn fundin, við professionellum orðstýrara og luttøku av serfrøðingum úr útlondum 2 ferðir um árið. Skráin fyri fundirnar verður løgd til rættis í samstarvi við fakfólk. Endamálið við Synergi er at geva tí føroyska samfelagnum meirvitan og íblástur til at menna seg soleiðis, at vit fáa eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugaði starvsfólk. Faknet er ein nýggjur, spennandi og náttúrligur liður í at røkka hesum máli. Vælkomin til Faknet – títt fakliga netverk! FAKNET lyftir fakliga umhvørvið í Føroyum Stjórarnir í Synergi, Annika Andreasen (tv.) og Ása Andreasen (th.) saman við vinnulívsmanninum Lars Kolind