mikudagur 24. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 183 - 24. september 2008
Spennandi fyrilestur
verður við Katrin
Olsen, rógvara, á Faro
Expo, sum verður hild
in í Runavík og Skála
firði seinnapartin í
oktober
Faroeexpo
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyritøkurnar, sum luttaka á
FaroExpo í Ítróttarhøllini í
Runavík, verða skipaðar á
básum, sum á eini vanligari
framsýning.
Men
hesir
básar verða ikki prýddir við
ymiskum útboði, sum vit
vanliga síggja á eini van
ligari søluframsýning. Hvør
básur er í staðin ein fundar
staður, har fyritøkur –
útbjóðarar og keyparar –
hava høvi at hitta hvønn
annan.
Í
góðari
tíð
undan
FaroExpo verður fundar
virksemið neyvt skipað,
soleiðis at ávís tíð er sett av
til hvønn fundin millum
ymisku fyritøkurnar, sum
við eru.
Tað eru fyrireikararnir av
tiltakinum, sum syrgja fyri,
at fundarvirksemið verður
sett upp í eina skipan, so
flest
møguligir
fundir
kunnu haldast.
Katrin í Kelduni
Sjálvur
ráðstevnuparturin
verður ikki hildin í Ítrótt
arhøllini í Runavík, men í
Kelduni í Skálafirði, har
ymiskir fyrilestrar verða
hildnir, meðan steðgur er í
úti í Runavík, soleiðis at
allir luttakararnir hava høvi
at verða við til ráðstevnuna.
Á ráðstevnuni hesaferð
fer eitt nú kendi føroyski
rógvarin, Katrin Olsen, sum
rør á altjóða støði, at halda
fyrilesturum evnið: “Hvussu
kunnu mál flyta mørk”.
Fyrilesturin verður hildin
seinnapartin týsdagin, 21.
oktober.
Katrin Olsen er 30 ára
gomul, er útbúgvin lækni
og hevur í nógv ár róð í
frítíðini. Gjøgnum árini
hevur hon sett sær strategisk
mál, og hevur hon í ár
luttikið í OL í Kina. Hon
hevur víst, at til ber flyta
seg frá føroyskum kappróðri
til DM, HM og OL.
Yvirførast til vinnulív
Fyrilesturin hjá Katrini
Olsen fer at snúgva seg um,
hvussu tú setir tær tílík mál,
og hvussu tú nært hesum
málum – og at enda: Hvussu
kann hetta yvirførast til
vinnulívið? siga fyrireikar
arnir av FaroExpo.
Skráin fyri ráðstevnuna
kann annars lesast á www.
faroexpo.fo
Vinnulív
íblástur
úr ítrótti
- Hvussu setir tú tær mál, hvussu nært tú tínum málum – og hvussu kann hetta yvirførast til vinnulívið. Keldi rógvarin fer at røða
um hesar spurningar á FaroExpo-ráðstevnu í Kelduni
Aftur í ár verður
skipað fyri mentanar
viku í Runavíkar
kommunu, og enn
einaferð verður
skipað fyri stórum
dansitiltaki í ítróttar
høllini í Runavík
TilTak
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Flestu okkara kenna góðu
og gomlu slagararnar hjá
Eyðuni Nolsøe og Terja
Rasmussen, sum hava fing
ið fólk at svinga, dansa og
syngja við í fleiri enn 20 ár.
Stóra
dansitiltakið
á
mentanarvikuni í Runavíkar
kommunu plagar rættiliga
at savna fólk, og lítið er at
ivast í, at tiltakið hesaferð,
sum verður leygarkvøldið
25. oktober, fer at fáa eins
stóra undirtøku og undan
farin ár.
Í øllum førum hava tey,
sum skipa fyri mentanar
vikuni, lagt seg í seðlan og
hava fingið kend nøvn at
framføra og undirhalda.
Við bólkum sum Eyðun
& Terja og Faktor 4 við Jens
Marna kundu fortreytirnar
ikki verið betri til eitt
dansandi stuttligt kvøld í
Runavík, sum bjartskygdu
fyrireikararnir taka til.
Stóra
dansitiltakið
í
Ítróttarhøllini er líka sum
endabresturin á mentanar
vikuni, har borðreitt annars
verður við mongum ymisk
um mentanarligum tiltøkum
kring um í kommununi.
Eftir eina rúgvu av lista
framsýningum, konsertum
og øðrum framsýningum,
kunnu ung og vaksin gleða
seg til hetta stóra og aftur
vendandi dansiog undir
haldstiltak.
Fyrireikararnir siga, at
dansitiltakið í Ítróttarhøllini
byrjar á midnátt leygar
kvøldið 25. oktober og endar
klokkan 04 á morgni. At
gongumerki, sum fáast við
dyrnar, kosta 180 krónur.
Dansikvøld á mentanarviku
Teir hava fingið mong av svinga og syngja seinastu 20 árini.
Saman við øðrum kendum nøvnum fara Eyðun og Terji at seta
sín dám á stóra dansitiltakið í Ítróttarhøllini í Runavík
FyrilesTrar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár vórðu tveir áhuga
verdir fyrilestrar hildnir á
Fiskirannsóknarstovuni.
Tað vóru tey bæði, pro
fessarin Eric P. Achter
berg (National Oceano
graphic Centre, Southamp
ton) og føroyska Maria C.
Nielsdóttir, PhDlesandi á
sama stovni, ið hildu
hesar fyrilestrarnar.
Maria C. Nielsdóttir las
evnafrøði á Náttúruvís
indadeildini, áðrenn hon
fór til Danmarkar at lesa
til sivil verkfrøðing í
evnafrøði.
Seinastu tvey árini hev
ur hon verið PhDlesandi
á National Oceanography
Centre (NOC) í Southamp
ton í Suðuronglandi.
Sum partur av PhD
lestrinum hevur Maria C.
Nielsdóttir verið á rann
sóknarferðum, bæði í suð
urhøvum og í Norður
atlantshavinum.
Sosialurin fer at venda
aftur til hesar fyrilestrar.
Áhugaverdir fyrilestrar
Eric P. Achterberg og Maria
C. Nielsdóttir Mynd:
Mourits M. Joensen
Freddie Mac rindar ráðgeva
Ein av størstu íløgufyritøkum í USA, kreppurakta Freddie Mac, hevur hvønn mánaða
rinda 15.000 dollarar til leiðaran av valdystinum hjá John McCain, Rick Davis. Men
republikanski forsetakandidaturin vísti hesum pástandi aftur sunnudagin og segði, at
Rick Davis ikki hevur havt nakað við Freddie Mac í fleiri ár. – Hann hevur einki havt
við Freddie Mac at gera síðani 2006, og eg lati fegin fortíð hansara kanna av hvørjum
tað skal vera, segði McCain við CNBC og New York Times. Seinni nevnda sigur tó,
at tvær ymsar keldur hava váttað at kenna til hesa avtaluna.