Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 sosialurin 24. september 2008 JOBMATCH 08 Granskingarráðið stendur á odda fyri einum gransk­ ingarbási á JobMatch. Enda­ málið er bæði at vísa á arbeiðs­ møguleikarnar innan gransking í Føroyum og at fáa samband við fólk, sum ynskja at fylgja við og hava samband við føroyska gransk­ ingarumhvørvið, uttan at skula búgva fast í Føroyum Talan er um ein felags bás við kunning um virksemið hjá flestu granskingarstovnunum í Føroy­ um. Stovnarnir eru Fiskaaling, Fiskirannsóknarstovan, Fróð­ skaparsetrið, Jarðfeingi, Um­ hvørvisstovan og Granskingar­ ráðið. Fjølbroytt gransking Bæði í Føroyum og uttanlands granska føroyingar og onnur við áhuga fyri føroyskum viður­ skiftum í eini ørgrynnu av ymiskum evnum og við ymsum endamálum. Her er alt frá grund­ gransking á universitetinum, sektorgransking og myndug­ leikauppgávum til nýskapan í privatu vinnuni. Tað eru nøkur øki, har vit eru serliga væl fyri. Her er gransking í øllum, sum hevur við havið at gera, bæði fiskum av øllum slagi, grind og øðrum súgdjórum, havstreymum, sjóvarfalli, veðurlagsbroytingum, fiskireiðskapi, aling, umhvørvis­ dálking og ­árinum o.s.fr. Granskað verður eisini omanfyri sjóvarmálan í jarðfrøði, plantum og djórum, stórum sum smáum, og í fólki, kropsligt sum sálar­ liga. Eisini verður mentan og samfelag okkara granskað og lýst. Granskingin munandi styrkt Føroysk gransking hevur ment seg stútt gjøgnum langa tíð, men serliga seinnu árini tykist ferð av álvara verða komin á. Bæði frá almennari føroyskari síðu og úr grunnum, ikki minst útlendskum, er meiri peningur settur av til gransking. Fleiri føroyingar granska uttanlands, talið av føroyingum, sum taka Ph.D. útbúgving er økt heilt fitt. Tað krevst holl gransking til at kunna umsita alt okkara tilfeingi á skynsaman hátt og til at kunna skilja okkara samfelag og mentan. Hægru útbúgvingar okkara hava eftir at hava ligið bakk í nógv ár fingið politiska raðfesting og stig eru tikin til at samskipa fleiri stovnar, stovna nýggjar útbúgvingar og styrja tær verandi. Hetta sæst serliga aftur á Fróðskaparsetrinum, sum kemur at seta 6 nýggj vísindafólk í starv í 2008. Hetta er ein størri øking enn undanfarnu 10 árini. Fiskirannsóknarstovan fer eftir ætlan at seta minst nýggj 4 Ph.D. lesandi og harvið víðka sítt virksemi munandi. Á Deildin fyri Arbeiðs­ og Almannaheilsu arbeiða alt fleiri fólk við heilsukanningum og øðrum. Samskiping av gransking Granskingarstovnar okkara samstarva væl og nógv á fleiri økjum, t.d. innan hav, umhvørvi og mentan. Eins og aðrastaðni eru tekin um, at ein meiri form­ lig samskipan fer at henda í granskingarumhvørvinum í Før­ oyum. Samanleggingar, sum verða skipaðar í samráði við allar partar og har neyðugu karmarnir fylgja við, kunnu føra við sær nógv sterkari, støðugari og fjøl­ broyttari granskingarumhvørvi. Hetta er gott og neyðugt fyri á bestan hátt at gagnnýta tað avmarkaðu orku vit hava fíggjar­ liga og ikki minst starvsfólkaliga. Tað er væntandi, at skipan av og karmarnir fyri føroyska gransk­ ing koma at standa ovarlaga á skránni hjá Granskingarnevndini og Vísindaráðnum komandi tíðina. Góð høvd krevjast Skal føroyska samfelagið kunna lyfta tær mongu avbjóðingar, sum liggja fyri framman m.a. inn­ an fiski­ og alivinnuna, um­ hvørvi og samfelagsskipan, krevst at fleiri og nýggj fólk eru til reiðar at taka við, har vit eru komin nú. Eitt ættarliðsskifti er ávegis, samstundis sum fleiri uppgávur skulu loysast. Tað hevur tí sera stóran týdning at fáa fatur á fólki við hollari vitan og ikki minst eldhuga at granska í Føroyum og í føroyskum viður­ skiftum. Tað eru hesi fólkini, sum vit fegin vilja á tal við á JobMatch. Bæði fyri at kunna um, hvat vit hava at bjóða nú og fyri at hoyra, hvussu vit kunnu fáa samband við tey, tá vit hava brúk fyri fólki framyvir. Vit vilja sjálvsagt eisini fegin hoyra, hvat hesi fólkini ynskja sær at arbeiða við ella hvørjar umstøður tey vænta sær. Gransking á JobMatch Framløga um gransking verður báðar dagarnar millum kl 12.00 og 12.30. Á básinum er høvi at kunna seg við virksemið hjá Granskingaráðnum og hinum stovnunum. Har verður kunn­ ingartilfar og framsýning av yms­ um verkætlanum, sum eru í gongd í løtuni. Kunning verður um stuðulsmøguleikar og góð ráð í sambandi við umsóknir. Til ber at hitta umboð fyri Granskingarnevndina og fyri nakrar av granskingastovnunum á básinum. Ein kalendari við yvirliti yvir tíðir verður at finna á básinum og á heimasíðuni www.gransking.fo Gransking online Tað er ikki neyðugt at falla í fátt, hóast tað ikki liggur fyri at koma á JobMatch. Vit eru altíð fús at kunna um føroyska gransking og svara spurningum um stuðul og umsóknir. Ring ella send okkum ein teldupost. Minst eisini til at skráseta teg til tíðindabræv okkara umvegis heimasíðuna. So frættir tú heilt víst, um okkurt hendir innan tey granskingarøkir, sum tú hevur áhuga fyri. Ert tú granskari, átti tú eisini at latið teg skrásett í Heilagrunninum, um tú ikki longu ert har. Har leita m.o. føroysku granskingarstovnarnir eftir komandi starvsfólkum og samstarvsfeløgum av ymsum slag. Get connected!! Fiskaaling Granskingarøki: Aling og aliøkir, gen- og biotøkni, framleiðsluhættir, matvørugóðska Kontakt: +298 474747 fiskaaling@fiskaaling.fo www.fiskaaling.fo Fiskirannsóknarstovan Granskingarøki: Fiskur, hav, umhvørvi, fiskireiðskapur Kontakt: +298 353900 frs@frs.fo www.frs.fo Fróðskaparsetur Føroya Granskingarøki: Náttúruvísindi og tøkni, mál og bókmentir, søgu- og samfelagsvísindi Kontakt: +298 352500 setur@setur.fo www.setur.fo Granskingarráðið Raðfest stuðulsøki: Mentan, samfelag, matur, náttúra og náttúrutilfeingi, heilsa og tøkni Kontakt: +298 567800 gransking@gransking.fo www.gransking.fo Jarðfeingi Granskingarøki: Jarðfrøði, jarðalisfrøði, landafrøði, orkutilfeingi, oljufeingi Kontakt: +298 357000 jardfeingi@jardfeingi.fo www.jardfeingi.fo Umhvørvisstovan Granskingarøki: Plantur, djór, dálking, náttúra, burðardygd, umhvørvi og lendi Kontakt: +298 342400 us@us.fo www.us.fo Heilakyknur av plakat hjá 7. rammuskránni hjá ES við tekstinum: get connected!!