Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 24. sept. 2008 MIÐvIkaN 17 Ein av kenningunum hjá Elsu úr Etiopia er Tsehay Tolessa. Hon hevur á egnum kroppi merkt, hvussu ræðuligt stýrið í Etiopia 1974-1991 var, soleiðis sum Elsa eisini greiður frá. Tað er skrivað ein bók um hennara søgu, sum á norskum eitur “I ildovnen”. Rithøvundurin er Aud Sæverås, sum Elsa eisini kendi sera væl, og sum eisini hevur verið trúboðari í Etopia. Hon er síðani eins og maðurin deyð í góðum árum. Hetta er bæði ein hugvekj- andi og ein ræðulig bók. Vit fara at endurgeva ein samandrátt av hesi søgu, sum sera væl lýsir, hvussu ræðu- liga menniskju kunnu bera seg at móti hvørjum øðrum Tschay er fødd í ein útnyrðing frá Addis Abeba í 1937 og er tískil 71 ára gomul. Sum ung hitti hon tann 9 ár eldri Gudina Tumsa, og tey gift­ ust. Tey vóru evangelisk kristin. Gudina kom at virka sum prestur, og hann gjørdist aðalskrivari í Mekane Yesus kirkjuni. Her blivu skjótt avbjóðingar. Tær fyrstu vóru nevniliga hungurs­ neyðirnar, har kirkjan gjørdist miðdepil fyri at hjálpa fólkinum. Hungursneyðin førdi eisini til hernaðarkvettið í 1974, sum nógv í kirkjuni í fyrsta umfari dámdu væl. Ásannað varð, at neyðugt var við broytingum í landinum. Tað ljóðaði eisini væl, at tað skuldi vera javnrættur, frælsi fyri øll og skúlaskapur fyri øll. Men tað var skjótt, at pípan fekk eitt annað ljóð. Nýggju makt­ havararnir fingu sær samband við kommunistheimin, serliga Sovjet. Tað ringa var tískil, at sam­ stundis fekst kommunisman. Hon setti Gud og alla gudstrúgv til viks. Hetta var ikki eitt stýri eftir høvdinum á Gudina, sum undir øllum umstøðum setti Gud á fyrsta plássi. Handtikin fyrstu ferð Hetta kravdi eina balansugongd í tí kristiliga arbeiðinum, sum eisini var at gagna fólkinum. Tað var tí skjótt, at myndugleikarnir fingu ringt eyga á Gudina. Og so hendi tað, sum ótti kundi vera fyri. Ein dagin koma teir frá Dergen, ovasta myndugleikan í Etiopia, eftir Gudina saman við fleiri øðrum. Tey fóru til politistøð nr. 3, sum var kend fyri sítt ræðuliga fongsul. Har varð Gudina settur inn saman við tjóvum og ráns­ monnum í einum lítlum rúmi, har tað als ikki var pláss fyri øllum at leggja seg niður. Tí máttu teir skiftast um at sova, meðan hinir máttu standa. Tsehay fann fram til, hvar hann var, og bar honum mat. Síðan var hann fluttur til ein bý, Asella, longri suðuri í landinum. Har rokn­ aðu tey við, at teir fóru at lata hann hvørva, uttan at nakar skuldi vita av tí. Tað hendi tó ikki. Hann kom aftur til Addis Abeba, har hann varð førdur til Dergen, sum eisini var kent sum eitt ræðuligt stað. Nakað seinni varð hann latin leysur móti, at skrivstovumaðurin hjá kirkjuni veitti trygd fyri, at teir altíð kundu fáa fatur á honum aftur. Tað, sum teir vóru úti eftir, var at fáa Gudina at arbeiða fyri myndugleikarnar. Hetta vildi verið eitt kvett fyri stjórnina, tí Gudina hevði gott orð á sær, eisini í útlandinum. Men hetta avvísti hann blankt. Øll vóru rædd Men so ein dagin varð Gudina tikin aftur. Tá varð hann tikin til Dergen, høvuðsstøðina hjá politinum. Nú varð hann ákærdur fyri at prædika ímóti landsins áhugamálum. “Tú lærir, at kvinnurnar skulu vera monnum sínum lýdnar. Kollveltingin sigur, at menn og kvinnur eru javnsett. Tað skal ikki vera nakar munur. Tú tosar ímóti kollveltingini. Tú førir ungdómin skeivar leiðir, so hann ikki fylgir málunum hjá kollveltingini”. Teir tóku eisini dóttrina Lensa, og hon hevði eisini ræðuligar upplivingar. Hon varð noydd at hyggja at, meðan fangar vórðu píndir. Teir royndu eisini at seta pápa og dóttir upp móti hvørjum øðrum. Dóttirin slapp leys aftur. Tað sama slapp Gudina enn eina ferð, eftir at svenska stjórnin hevði hótt við at steðga øllum stuðli til Etiopia, um hann ikki varð sleptur leysur. Hetta var ein ræðulig tíð. Øll vóru óttafull. Næstan allar familjur vóru raktar. Kom onkur ov seint heim frá arbeiði, var familjan ræðslusligin av ótta um, at tað ringasta kundi vera hent. Eingin tordi heldur at vísa sína stúran. Hetta merkti jú, at ein var fíggindini av kollveltingini, og tað var í sær sjálvum vissur deyði. Tað var sera lætt hjá stjórnina at sleppa av við óynskt fólk. Tað var bert at skuldseta tey fyri at vera fíggindar av kollveltingini. So var at gera skjótt av við eini kúlu. Tað vóru nógv, sum funnu synir og døtur á gøtuni í einum blóðhyli og við einum pappírslepa á bringuni, har skrivað var, at tey vóru fíggindar hjá kollveltingini og høvdu fingið sína uppibornu revsing. Tað var heldur ikki loyvt at syrgja tey deyðu, tí hetta var tað sama sum at stuðla fíggindum hjá kollveltingini. Ein dagin tóku teir av misgáv­ um prestin Jadessa. Teir hildu hann vera Gudina. Tískil var hann ávaraður. Gudina gjørdi kortini einki fyri at krógva seg, hóast hann fekk áheitanir um tað. Tann dagin Gudina varð tikin aftur, 28. juli 1979, hevði hann nógv um at vera við møtum og kirkjugongd. Seinnapartin vóru Gudina og Tshay steðgað í eini røð av løgreglubilum. Nakrir menn lupu úr einum bili og skræddu Gudina úr bilinum og fóru avstað við honum. Síðan tá Tsehay hoyrdi einki frá manni sínum. Verður sjálv tikin Tsehay greiðir víðari frá: Eg varð sjálv tikin 2. februar 1980 beint eftir eitt møti. Ein bilur steðgaði uttanfyri húsini, og fólk komu upp gjøgnum trappurnar. “Upp í bilin, Dergen vil hava fatur á tær!” Tá ið eg kom hagar, vildu teir vita, hvar Gudina var. Men tað visti eg ikki. Her kann verða nevnt, at Gud­ ina hevði bygt sær eini hús, sum vóru fíggjað av kirkjuni. Seinni kom hann eftir, at hetta kanska ikki var rætt. Hann seldi húsini og rindaði lánið aftur. Hvørki hann ella kirkjan høvdu tap ella vinning av húsunum. “Kom so við pengunum, tit fingu fyri húsini,” søgdu teir. Tað kundi eg heldur ikki. Vit høvdu jú selt húsini og goldið lánið aftur! Her var slætt borð. Aftursvarið var ókvæmisorð og banning av ringasta slag. Klokkan átta tóku tey meg til eitt annað stað. Kl. 6 morgunin eftir dukaði aftur á hurðina, og krav varð aftur sett fram um umrøddu pengar. Teir kundi ikki fáa annað svar enn tað sama. Síðan bundu teir mínar hendur saman við beinini. So varð eg hongd upp við einum træpela um øklarnar. Tískil hekk eg við høvdinum niður. Hetta var í sær sjálvum sær ein sera ring støða. Eg kundi bert røra ein fingur. Síðan fyltu teir munnum á mær við skitnum kloddum, so eg ikki kundi geva eitt ljóð frá mær. Eg føldi, sum eg skuldu kvalast. So byrjaðu teir at buka meg alla staðni á kroppinum. Ósbeinið brotnaði. Húðin losnaði í fløgum. Tess verri eg fekk tað, tess meira stuttleikaðu teir sær. Ikki fyrr enn á kvøldi sleptu teir meg niður. Tá kundi eg ikki standa á beinunum. Teir góvu mær boð um at reisa meg. So varð eg rikin berføtt eftir einum vegi við hvøssum gróti, hóast eg bert var kjøt og blóð. Síðan varð eg blakað í ein bil sum ein sekkur. Nú koyrdu teir meg til eina nýggja politistøð. Eingin væntaði at koma livandi haðani. Her varð eg koyrd inn í eitt litið rúm. Vit vóru 62, sum vóru stúgvað inn higar. Har var bert pláss at standa. At seta seg niður var ikki hugsingur um. Eg kundi nóg illa standa á beinunum, so illa sum eg var viðfarin. Her inni var myrkt alt samdøgr­ ið. Lítið var eisini av luft. Um náttina kundu ikki øll sova samstundis, so trongt var tað. Vit máttu skiftast. Tað einasta, sum vísti at tað var dagur, var ein ljósrípa í einum holi í takinum, sum eisini gav okkum nakað av luft. Vit høvdu einki at liggja á. Fingu vit madrassur frá okkara næstringum, vórðu tær tiknar frá Gudina og Tsehay, tvey offur fyri kollveltingina Kommunistiskur lesnaður kundi fáast alla staðni Hátíðarhald uttanfyri eina ortodoksa kirkju