Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 sosialurin 24. september 2008 JOBMATCH 08 Samrøða við ErnSt JacobSEn, aLS/Starv.fo Tað er eyðsæð, at tað koma ikki nóg nógvir av útisetunum heimaftur og tað er neyðugt at vit fáa fleiri heimaftur fyri at menna okkara samfelag. Sum ein týðandi stovnur í samfelagnum taka vit eisini samfelagsábyrgd at verða við og vit eru sera fegin um, at stig eru tikin til JobMatch. Harafturat hava vit havt starv.fo, í hálvtannað ár. Vit síggja at nógvir útisetar brúka starv.fo og vit fara á JobMatch fyri at reklamera fyri starv.fo portalinum. At portalurin er nógv brúktur, sæst á at tað eru tvífalt talið á arbeiðsleysum, sum brúka hann. Starv.fo letur soleiðis upp fyri størri flytbari (mobiliteti), at fólk, sum eru í starvi eisini kunnu brúka hesa tænastu og taka av, um eitt betri starv brádliga er tøkt. Vit rokna við, at tað er her vit koma at veita flestar tænastur og tað kann viðføra ein góðan mobilitet á arbeiðsmarknaðinum, sum eisini er ein týdningarmikil partur í at menna ein góðan, rúmligan og mobilan arbeiðsmarknað. ALS At duga at netverka og at hava eitt gott faknet er í dag ein sera týdningarmikil førleiki hjá ein­ hvørjum starvsfólki. Sum limur í einum fakneti, fært tú nýggjar og øðrvísi vinklar upp á tingini. Tú fært møguleika at geva og fáa teoretiska og ikki minst, praktiska vitan.Tú kanst sparra við onnur um ymisk trupul­ leikaøki og egnar avbjóðingar. Tú fært íblástur, hittir javnsett og knýtir týdningarmikil bond, umframt at tú sparir tíð og pening. Faknet er ein spildurnýggj tænasta frá Synergi. Endamálið hjá Synergi er at geva fólki í Føroyum meirvitan og íblástur, soleiðis at vit saman lyfta vitanarstøðið í samfelagnum. Við hesum halda vit, at vit fáa eitt enn betri samfelag, betri fyritøkur og stovnar, og harvið enn meiri eldhugað og glaðari starvsfólk. Faknet er ein nýggjur, spennandi og náttúrligur liður í at røkka hesum máli. Í Faknet hittir tú fólk, sum hava veruligar royndir, tvs. tú kanst bæði geva og fáa teoretiska og ikki minst praktiska vitan. Vælkomin til ...netverk fyri fakfólk SoleiðiS hittaSt vit Í hugnaligum umhvørvi 6 ferðir árliga Vanliga millum kl. 10­12, umframt frokost Faklig upplegg til hvønn fund Serfrøðingar uttanífrá vitja 2 ferðir um árið Proffessionellur orðstýrari Kaffi, smákøkur og frokost til hvønn fundin Gott høvi at netverka við luttakararnar vel títt faknet Økonomi KT Leiðarar v/starvsfólkaábyrgd Námsfrøði Útbúgving, gransking & menning w w w . f a k n e t . f o Kom við í – títt fakliga netverk v/Synergi tel. 32Bell (322355) fart. 22RinG (227464) faknet@faknet.fo Samstarvsfelagar Vit arbeiða við at seta arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar saman og t.d. portalur okkara - starv.fo - hevur eisini áhuga millum útisetar Ernst Jacobsen, stjóri í ALS