mikudagur 24. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 183 • 24. sept. 2008
um at vitna um Jesus, so at nógv
kundu verða frelst.
Eg stóð í køkinum og gjørdi
teimum drekka. Hurðin stóð opin,
so eg hoyrdi, hvat ið tey talaðu
um. Eg hoyrdi Elsabet siga: “Vit
skulu ikki vera bangin. Vit vita, at
menniskju verða ikki frelst uttan
við trúgv á Jesus. Hvussu kunnu
tey trúgva, um tey ikki hoyra um
hann?”
So hoyrdi eg ein drong siga:
“Elsabet! Nú mást tú ansa tær.
Tú hevur sitið í fangahúsið fyri
trúgv tína á Jesus. Tú kann blíva
sett føst aftur, ja, tú kann koma
at lata lívið”. Svarið hjá Elsabet
komi eg ongantíð at gloyma, “Á”,
segði hon, “so komi eg beint
heim til Jesus”.
Elsabet vitjaði okkum í Føroyum
fyri nøkrum árum síðani. Hon
vitnaði og greiddi á fleiri møtum
frá sínum upplivingum. Hon segði
frá teimum stúgvandi fullu kirkjun
um í Etiopia og teimum, sum hava
liðið fyri Guds navns skuld.
Hjá okkum hava øll tað so gott
tímiliga sæð. Eg haldi, at hon
saknaði himmallongsulin millum
tey trúgvandi. Hesin ger ikki fólk
veruleikafjar og óvirkin, sum
onkur vil halda. Nei, er hjarta
okkara trygt í himlinum, so ganga
vit við føstum fetum á jørðini
ørindini fyri Jesus.
Elsabet er gift við Samuel, sum
arbeiðir sum mekanikari. Tey eiga
tríggjar dreingir. Elsabet arbeiðir
í kvinnuarbeiðinum hjá Mekane
Yesus kirkjuni. Hon vitnar og lærir
kvinnurnar um Jesus.
Tey hava eitt trúgvandi heim,
sum er tann størsti vitnisburður í
heiðinskapinum.
Maður Gaidu drap
hennara barn
Eg kom at kenna Gaidu, orsakað
av, at beiggi hennara Eike hevði
verið fyri eini skotvanlukku
heima. Tá komu tey við honum
til sjúkrahúsið í Arba Minch. Tað
tók fleiri dagar at bera hann yvir
dalar og fjøll í bakandi sól. Tá
ið teir komu á ein veg fingu teir
steðgað einum lastbili, sum flutti
hann seinasta strekki. Hann kom
fram meira deyður enn livandi.
Mamman kom fyrst við honum,
og tá ið hon noyddist heim aftur,
kom fyrst dóttirin Gaida og síðan
ein systir hennara, Galti. Tær
sluppu at arbeiða á sjúkrahúsi
num at vinna sær nøkur oyru. Í
frítíðini skiftust tær um at sita hjá
beiggjanum.
Tey gjørdust øll kristin og vórðu
doypt. Við Eike gekk tað spaku
liga framá. Hann kom eisini fyri
seg og giftist.
Gaida vaks upp í heidnum um
hvørvi. Tá ið hon var smágenta,
varð hon lovað burtur til ein
mann, sum hon seinni skuldi
giftast við. Hann hevði goldið fyri
hana, men hon hevði ongantíð
sæð hann. Gjaldið var tíggju
krukkur av hunangi og geitir og
seyðir sum tíðin leið.
Einaferð hon fór at vitja foreldr
ini, gjørdist hon við barn við ein
um øðrum manni. Afturkomin til
Arba Minch var var hon ógvuliga
kedd og vildi einki siga, um onkur
spurdi, hvat ið bagdi. Hon tordi
ikki at tosa við nakran um hetta.
Stutt eftir rýmdi hon heim
aftur til sína heimbygd. Ein dagin
hon var úti á akrinum saman við
mammuni, komu nakrir ungir
menn og rændu hana. Hon
skríggjaði og rópti, men einki
hjálpti. Tískil varð Gaida noydd til
at vera hjá hesum manni, ið stóð
aftanfyri ránið. Hann hevði jú
keypt hana og átti hana. Seinni,
tá ið barnið varð føtt, og maðurin
visti, at hann ikki var pápi at tí,
kvaldi hann barnið og blakaði
tað út í skógina. Hon græt og var
heilt ólukkulig, men har var einki
at gera. Seinni fingu tey bæði
eina dóttir og ein son. Mamma
hennara tók sær av soninum.
Hetta var hon fegin um, tí tá kom
hann undir kristna ávirkan.
Í 1995 var eg aftur og ferðaðist
í Etiopia. Gaida hevði frætt, at eg
skuldi koma, og hon var komin
hendan langa vegin at hitta meg.
Hetta var sera kensluborið fyri
okkum báðar.
Gaida var nú aftur við barn.
Maðurin hevði eina konu
frammanundan. Nú hevði hann
fingið sær eina triðju, sum enn
var smágenta. Maðurin var heidn
ingur og dámdi ikki, at Gaida var
vorðin kristin. Hann er deyður
aftaná, at vit vóru har.
Gaida er komin langa
leið at vitja Elsu. Her
vaska tær klæðir
Her verður Eike, beiggi Gaidu, giftur. Gaida stendur vinstrumegin brúðarparið
Sangkór í kirkjuni í Arba Minch