Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 24. september 2008 15 JOBMATCH 08 Vit hava brúk fyri at fáa fleiri av okkara útbúnu heimaftur og við Jobmatch fáa vit ein møguleika at koma nærri okkara málbólki og greiða frá øllum spennandi verkætlanum og avbjóðingunum vit hava at bjóða starvsfólki og lesandi samrøða við Hannis Gislasson, FiskaalinG Vit fara á Jobmatch fyri at rekruttera arbeiðsorku. Vit hava tríggjar starvslýsingar vit koyra út í samband við Jobmatch, talan er um trý granskingar- & menningarstørv. Fiskaaling fer eisini at lýsa eftir lesandi at gera uppgávur fyri Fiskaaling. Tað er sera umráðandi at verkja áhugan hjá lesandi, so tey hava Fiskaaling í tonkunum tá tey skulu leita eftir fyrsta starvsstaðnum Jobmatch hjálpir okkum at verða tættari at møguligum framtíðar starvsfólkum og gevur okkum ein møguleika at vísa alt tað vit hava at bjóða. Vit hava eina kenslu av at útisetar ikki vita, at vit hava nógvar spennadi verkætlanir og tí letur Jobmatch upp fyri, at vit koma í samband við tey. Vit plaga at siga, at vit eiga gull í Danmark, tað eru útisetar við førleikum, men sum ikki koma heimaftur. Vit fara bæði fyri at bjóða størv, men eisini fyri at lýsa Fiskaaling sum framtíðar- arbeiðspláss hjá lesandi, sum vit ynskja at fáa samband við. Afturat tí ynskja vit eisini samband við føroyingar á danska arbeiðsmarknaðinum, sum kanska ikki hava hug at flyta heim í fyrsta umfari, men sum kunnu verða við í verkætlanum og møguliga verða vegleiðarar hjá eitt nú Ph.D lesandi. Ein partur av hesum er eisini at víðka um netverkið. Í Føroyum er ov lítil siðvenja at brúka lesandi í arbeiði og verkætlanum, vit meta at hetta er ein grundleggjandi og umráðandi partur í at fáa fleiri føroyingar heimaftur, at rekruttera tey longu í lestrarárunum. Í hesum føri hevur Fiskaaling eisini tørv á øðrum enn náttúruvísindaligum útbúnum fólki, m.a. fyri at gera samfelagsbúskaparligar metingar og kanningur av hvønn týdning aling kann fáa fyri samfelagið. Hannis vísir á, at tað tykist sum tað enn er ein fatan av Føroyum millum útisetar, sum eitt avbyrgt samfelag uttan fakligt umhvørvi. Tað var kanska rætt áðrenn alnótin gjørdist vanligur samskiftismiðil, men í dag er atgongd til vitan og Fiskaaling hevur eina góða kanningarstovu, sum verður útbygd tá tørvur er á tí. Harumframt verður luttikið í altjóða samstarvi, so talan er um eitt altjóðagjørt granskingar- og menningarumhvørvi í føroyska vinnulívinum. Hannis Gislason sigur at enda, at hjá Fiskaaling er málið við Jobmatch púra greitt, Fiskaaling fer eftir gullinum. Vit fara eftir gullinum Góð hugskot fáa innivist og holla ráðgeving í upp til 2 ár klekingardepil fyri tøkniliga nýskapan KT Kleking sansir.fo KT-Kleking s Postboks 259 s FO-110 Tórshavn s Tel. 35 31 00 s kleking@kleking.fo s www.kleking.fo