Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 183 • 24. sept. 2008 7. partur Dugdu væl propaganda Sum onnur einaræðisstýri dugdi tað etiopiska eisini væl hetta við propaganda, har tað varð pyntað rættiliga nógv uppá veruligu viðurskiftini. Eitt gott dømi um hetta er bókin “Under Ethiopian Skies”, sum kom út fyrst í 1983 og síðan í 1987. Hetta er fyrst og fremst ein framúr góð myndabók, sum í vøkrum litmyndum lýsir Etiopia, fólk og land. Men seinast í bókini er eitt kapitul sum kallast: “Nádd mál hjá kollveltingini.” Her verður greitt frá nøkrum av úrslitunum, sum vera søgd at vera komin burtur úr kollveltingini. Sagt verður, at hon hevur merkt størstu broytingar í søguni hjá Etiopia. Kollveltingin hevði havt við sær eina umskipan av politisku skipanini, sum hevur tryggjað øllum etioparum ein rættvísan part av landsins ognum og framleiðslu. Hon hevur eisini fingið undirvísing av borgarunum og sosiala vælferð út til allar partar av landinum. Hetta verður so sammett við viðurskiftini undan kollveltingini, har fá áttu næstan alt. Hetta merkti ein útnyttan av fólkinum, sum bert skapaði neyðarsligar umstøður. Hetta og mangt annað, serliga hungursneyðin, elvdi til kollveltingina, sum setti keisaran frá og nýggja stýrið til valdið. Men hetta var alt broytt nú. 5,5 milliónir bóndafamiljur vóru nú skipaðar í bóndafeløgum, og eisini vóru skipaðir statsbónda­ garðar eftir sovjetiskari fyrimynd. Hetta skuldi tryggjað, at meira kom burtur úr landbúnaðinum. Nógv verður gjørt burturúr tí stóra herinum uppá 300.000 hermenn, sum við eldhuga vildi verja landið móti “innan­ og uttanlands fíggindum,” sum tað verður sagt. Alt var eisini so sera demo­ kratiskt. Landið fekk í 1987 eina nýggja grundlóg, sum varð sam­ tykt á fólkaatkvøðu við loyniligari atkvøðugreiðslu eftir eina breiða viðgerð millum fólk. Annars varð eisini sagt, at neyvan var nakað, sum varð framt í landinum uttan viðgerð í demokratiskt valdum stovnum. Tí kundi landið nú av røttum kalla seg Demokratiska Fólkatjóðveldið Etiopia! Alt hetta var rein propaganda uttan hald í verunleikanum. Longu í 1991 lá lovprísaða skipanin í knúsi, sum vit fara at greiða meira frá í komandi pørtum. Elsabet: Mátti grulva á grúsvegi Í seinasta parti varð greitt frá atsóknini móti teimum, sum fóru í kirkju jólaaftan 1979. Tey, sum vóru í kirkjuni, vórðu sett føst, tí tey ikki sum álagt teimum vóru farin á politiskan fund í kirkjutíð. Tað varð heldur óregluligt við gudstænastum aftaná hesa hending. Tey, sum sótu longst í hesum umfarinum, sótu í umleið hálvan triðja mánað. Millum hesi vóru eisini nakrar ungar gentur, sum eg kendi. Tann dagin, tær vórðu sleptar út, stóð eg í durunum í húsinum, har eg búði tætt við sjúkrahúsið, tá ið eg sá tær koma niðan brekkuna móti húsinum hjá mær. Eg bað tær koma inn og gav teimum ein drekkamunn, meðan vit talaðu saman. Tær virkaðu eitt sindur tung­ lyntar. Tað hevði havt sína ávirkan á hesar ungu gentur at verða settar í geglið, bert tí at tær vóru farnar í kirkju. Umstøðurnar, har tær høvdu sitið, høvdu ikki verið av teimum bestu. Tær høvdu gjøgnumgingið ymiskt, sum eg seinni fekk at vita. Tá ið tær ikki vildu avnokta Jesu navn, vórðu tær revsaðar á ymiskan hátt. Ein háttur var at tær skuldu grulva á einum grúsvegi á berum knøum og albogum. Ein fangavørður gekk undir liðuni av teimum við einum píski í hondini. Tær fingu at vita, at um tær hugdu til viks, var pískurin vísur. Aster, ein av gentunum, kom eina ferð at hyggja eitt sindur til viks og fekk pískin um andlitið. Annað eygað hovnaði upp. Forboð móti at fara í kirkju Tá ið tær endiliga sluppu leysar, fingu tær strong forboð móti at fara í kirkju aftur. Tær máttu ikki lesa í bíbliuni heldur. Seinni sóu vit, at summar teirra vóru bangnar og tordu ikki at koma í kirkju. Men aðrar høvdu meira dirvi, sjálvt um tær vistu, at tað kundi koma at kosta teimum nógv. Eitt kvøldið vóru nøkur av teimum, sum høvdu sitið føst fyri sína trúgv, komin saman inni í stovuni hjá mær. Tey talaðu um tað, sum fór fram í tíðini, og tey hildu, at nú var Jesu afturkoma nær. Tað galt Elsa Jacobsen: Ræðuleikar í etiopiskum fongslum Hvørja ferð eitt ræðustýri fer í søguna, halda fólk, at hetta kann ikki fara at endurtaka seg. Men tað ger tað ósvikiliga. Vit hava sæð hetta í Europa so seint sum í 1990-unum. Hetta var so eisini galdandi fyri Etiopia, har ræðuleikarnir vóru so øgiligir, at ein illa kann trúgva tí. Hetta kom Elsa at uppliva so nær, sum tað kundi gerast. Sjálv var hon sum so vard sum útlendingur. Verri var við hinum. Í hesum parti fara vit at greiða frá nøkrum av tí, sum hennara kenningar í Etiopia komu út fyri Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Her greiðir ein kvinna atkvøðu fyri grundlógina hjá Demokratiska fólkatjóðveldinum Etiopia! Hon var ikki nógv verd Elsabet, sum var sett í fongsul sjálvan jólamorgin 1979, við tveimum synum