mikudagur 24. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
sosialurin 24. september 2008
JOBMATCH 08
Føroya Banki hev
ur saman við Tórs
havnar Kommunu
gjørt avtalu við
Bitland um at
vera høvuðsstuðul
á ráðstevnuni
JobMatch 2008, ið
hevur til endamáls
at fáa væl útbúnar
útisetar heimaftur
at arbeiða
Á stevnuni fara føroyskar fyri
tøkur og stovnar at sýna fram á
básum, og útisetar, sum vitja
stevnuna, fáa tí gott innlit í,
hvørjir spennandi og avbjóðandi
arbeiðsmøguleikar eru í
Føroyum.
“Vit hava valt at stuðla
ráðstevnuni, tí vit halda, at hon
er eitt sera gott og týdningar
mikið átak,” sigur Bjarki Mohr,
starvsfólkaleiðari í Føroya
Banka.
Hann heldur, at átakið hjá
Bitland at eggja útisetum at
koma heimaftur at oysa av sínum
dugnasemi og eldhuga hevur sera
stóran samfelagsligan týdning.
“Skulu Føroyar menna seg til
eitt vitanarsamfelag, er
umráðandi at fáa væl útbúgvin
fólk heimaftur. Føroya Banki er
eitt so stórt virki í Føroyum, at
vit síggja tað sum eina
samfelagsábyrgd at stuðla
tílíkum tiltøkum,” sigur Bjarki
Mohr.
Føroya Banki fer eisini á
JobMatch 2008 fyri at finna
nýggj starvsfólk og vísa
útisetum, at bankin er eitt
spennandi arbeiðspláss. Bankin
er við børsskrásetingini í 2007
vorðin nógv meira altjóða
gjørdur, og hendan altjóðagerðin
krevur áhaldandi menning.
“Okkum tørvar í dag eisini
fólk, sum hava arbeiðsroyndir
uttanlands, og serfrøðingar á
ymsum økjum, og JobMatch er
eitt upplagt høvi at kanna, hvør
kundi hugsað sær at komið
heimaftur,” sigur Bjarki Mohr.
Í Føroya Bankasamtakinum
starvast í løtuni 283 fólk. Av
teimum eru 255 í Føroya Banka,
24 í tryggingarfelagnum Trygd
og fýra í húsameklarafelagnum
Skyn.
Visiónin hjá Føroya Banka er
at vera leiðandi peningastovnur í
Føroyum og altjóða at veita
úrvaldar fíggjartænastur.
Missiónin hjá bankanum er at
gera fíggjarliga møguligt at
fullnýta síni evnir og møguleikar.
www.taks.fo
Starv leySt at Søkja
Meirvirðisgjaldið skal verða rætt – so hevur tú HD ella líkn..... søk starvið!
freistin at søkja
er 30. sept. 08
Føroya Banki
eggjar dugnaligum
útisetum at
koma heimaftur
Janus Petersen, stjóri í Føroya
Banka