Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 183 • 24. sept. 2008 okkum. Hetta var alt ein marra, sum ikki greiðast kann frá. Tað gingu tríggir mánaðir, áðrenn eg var komin meg so dánt eftir viðferðini, eg fekk at byrja við. Aftur undir tortur Tá koma teir eftir mær aftur. Teir bakbundu meg aftur, hongdu meg við beinunum uppeftir og róptu: “Tshay, kalla nú á tín Jesus!” Tá byrjaðu teir at píska meg aftur og aftur, og skjótt datt húðin av, sum júst var blivin heil aftur. At enda hoyrdi eg onkran siga: “Nú er hon deyð”. Tá loraðu teir meg niður aftur. Eg lá har í einum blóðhyli. Síðan var eg blakað inn í bilin, meðan teir bannaðu og háðaðu meg. Eftir hetta fekk eg trupulleikar at sleppa av við vatnið. Kroppurin brann, sum var eg í eldi. Fyrru ferð var eg sjúk í 3 mán­ aðir. Tíggju ár seinni var eg enn ikki komin fyri meg eftir seinnu ferðina. Eg hevði ikki fyrr trú, at menni­ skju kundu vera so ónd móti øðrum menniskjum. Tað var, sum at teir frøddu seg um okkara líðingar. Men tað var ikki liðugt við hesum. Aftur komu hermenninir eftir mær til forhoyr í Dergen, gamla slottinum. Teir slerdu og pískaðu meg, meðan teir róptu: “Hvar eru bøkurnar hjá Gudina?”, “Hvat hevur hann skrivað?”, “Hvønn plagdi Gudina at vera saman við” og so framvegis. Millum forhoyrini blivu vit jagstrað inn í eitt fangarúm. Tað var eisini ræðuligt. Teir komu við onkrum matrestum og stoyttu tær á gólvið. Vit skuldu so grulvandi eta hetta upp av gólvinum. Hetta var so ringt, at tað vóru fleiri, sum beindu fyri sær. Mistu limir av torturi Óttin reið okkum sum eina marra. Tá ið ein okkara varð heintaður av vaktum visti eingin, um hetta var til enn ein ræðuligan tortur ella fyri at verða dripin. Hvønn dag hvarv onkur. Menn komu aftur frá torturi og høvdu mist onkran lim, sum hond ella fót. Av teimum, eg var saman við á triðju politistøðini, vóru ikki nógv, sum yvirlivdu. Samstundis mátti eg hugsa um, hvat ið var hent manni mínum. Ákæran móti mær var ikki bert, at eg var kristin. Eg var eisini ákærd fyri politiskt undir­ gravingarvirksemi. Eg hevði ikki gjørt annað enn at royna at liva sum ein kristin. Men bara tað at vera ein kristin var ein brotsgerð. Eg var eitt gott ár á politistøð­ ini, men eg var heppin av sleppa við lívinum. Gud sendi vinir, sum komu við mati til mín, so eg ikki doyði í hungri sum mong onnur. Allir fangarnir liðu av tannapínu umframt aðrar plágur. Tenninar rotnaðu og duttu út. Vánaligu viðurskiftini førdu eisini til tuberklar. Onkur skaffaði mær eina bíbliu, sum eg sníkti meg til at lesa í. Síðan var eg flutt aftur til tað stóra fongslið saman við einum av mínum medfangum, Marta, sum eisini var kristin. Vit vóru koyrdar inn í eitt rúm við 60 fangum. Teir flestu vóru tjóvar og mordarar. Her vóru hvørki sengur ella madrassur, men ótoy. Her vóru herar av loppum, lýs og veggjalýs, sum bitu seg fastar alla staðni á kroppinum við øllum tí fortreð, sum hetta førir við sær. Og so vóru herar av ágangandi rottum. Lukturin var eisini ræðuligur. Aftaná trý ár komu Marta og eg í ein sovisal, og nú fingu vit koyggjusengur at sova í. Men annars var ikki nakar stórur bati. Tað var hart at síggja góð menniskju verða oyðiløgd. Millum fangarnar vóru eisini útlendingar, sum høvdu áttu handlar og fyritøkur. Myndug­ leikarnir høvdu lagt hald á alt, tey áttu, og sendu eigararnar í fongsul. Virðisløn fyri morð Knappliga kundu teir koma og rópa onkran út. Bert eina løtu seinni var viðkomandi dripin. Ein dagin lógu trý lík uttanfyri. Tey vórðu síðan blakað í eina hópgrøv. Tá kundu tey rópa fólk út at hyggja. “Soleiðis gongst tykkum, um tit rýma”, søgdu teir. Skipanin var tann, at tá ið ein hermaður hevði dripið ein fanga, hækkaði hann í tign og fekk hægri løn. Úrslitið var eisini hareftir. Sum fráleið gjørdist møguligt at gera okkurt handaligt arbeiði, og sjálv gjørdi eg nógv handarbeiði til kirkjurnar. Nakrir vinarliga sinnaðir vaktir vóru sendiboð. Vaktarfólkini vóru ymisk. Summi vóru ikki so galin, meðan onnur vóru ímynd av óndskapi. Ein dagin var tað ein ung genta, sum ongan mat hevði fingið, so eg gav henni av tí sindri eg hevði. Tá kom ein av hesum óndsinnaðu kvinnuligu vaktunum til staðar. “Tú skal ikki geva hesum vána menniskjanum nakað”, segði hon. So tók hon matin frá gentuni og blakaði hann burtur. Síðan sat henda neyðars kvinna inniløst í 14 dagar og var so send til hesa ræðuligu politistøðina, har einki gott var í vænti. Eg skuldu pískast afturfyri, at eg havi leskað hesa neyðars kvinnu, og varð førd út. Men hinir fangarnir grótu og bóðu fyri mær, og eg slapp við skrekkinum. Í fongslinum vóru nógv børn, sum eg tók mær av, meðan tey vuksu upp. Vitjan av Mengistu Ein dagin kom sjálvur forsetin Mengistu Haile Mariam á vitjan, og kom eg á tal við hann. Eg greiddi honum frá, at eg nú hevði sitið seks og eitt hálvt ár uttan dóm. Mínir medfangar spurdu meg aftaná, hví eg ikki blakaði meg fyri føtur hansara fyri at fáa náði. Men eg svaraði, at eg kastaði meg ikki niður fyri øðrum enn Gudi! Høvdu veitslu aftaná avrætting Aftaná 10 og eitt hálvt ár slapp eg leys. Beint áðrenn slapp eg eisini á sjúkrahús, har eg fekk viðgerð fyri mítt brotna ósbein, sum hevði givið mær so nógva pínu alla hesa tíðina. Nú ráddu um at fáa at vita, hvat var hent við Gudina. Nógv høvdu roynt at finna útav, hvat var hent honum. Kirkjufelagsskapir bæði í Etiopia og uttanlands høvdu gjørt sítt. Fleiri útlendskar stjórnir, eisini tann norska, høvdu lagt trýst á etiopisku stjórnina at vita, hvat var hent við Gudina Tumsa. Men eingin vildi siga nakað. Maðurin var fullkomiliga horvin. Hann varð ein av teimum mest eftirspurdu fangunum hjá Amnesty International. Beiggi hansara Nehassa hevði øll hesi árini roynt at leita, men har var úrslitið tað sama. Men aftaná at kommunisman var fallin eydnaðist at finna fram til eina grøv, har átrúnaðarligar leiðarar vóru jarðaðir. Hetta var við eitt slott sum kallaðist Ras Kasan. Hetta slott varð eisini brúkt til vitjan av høgtstandandi útlendskum gestum. 38 persónar vóru eina ferð dripnir í senn, og ein teirra var Gudina. Tað eydnaðist eisini at finna líkið av Gudina, og eg kendi hann millum annað av støddinini, hann var av størstu monnum, og klæðum, hann var í. Opningin av grøvini varð send beinleiðis í etiopiskum sjónvarpi. Hann fekk eisini eina tignarliga og kensluborna jarðarferð 27. juni 1992 frá Mekane Yesus kirkjuni í Addis Abeba. Hetta var fyrsta lutherska kirkjan í býnum. Tað kom eisini fram, at Gudina var dripin sama dag, sum hann var tikin. Tað fekst eisini ein frágreiðing um, hvussu hann varð dripin. Her var heldur ikki víst nøkur náði. Hann varð nevniliga kvaldur og fekk eftir tí, sum eg havi hoyrt ein ræðuligan deyða. Forsetin Mengistu Haile Mariam var staddur í hæddina uppi yvir, har alt hetta hendi saman við øðrum stjórnarlimum. Tað var nevniliga vanligt, at tá ið týdningarmiklir fangar skuldu takast av døgum vildi leiðslan vera til staðar at tryggja sær, at drápini veruliga vóru framd. Aftaná varð hildin veitsla á slottinum! Hetta var frásøgnin hjá Tsehay. Hevur vitjað Føroyar Tsehay var í Føroyum í 1993, tá ið hon vitjaði Kirkjuliga Missiónsfelagið, har hon á møtum greiddi frá síni søgu. Systir mín Lea, Hanna systir Doris og eg hittu hana eisini, tá ið vit vitjaðu í Etiopia í 1995. Í dag vitjar Tshay sjálv fongsul í Addis Abeba og aðra staðni, har hon boðar gleðiboðskapinum. Hon vitjar eisini somu fongsul, har hon sat so leingi. Og nú vitnar hon fyri teimum fangavørðum, sum fóru so illa við henni og øðrum. Nú eru teir fangar fyri sínar brotsgerðir. Nú er gjørdur ein grunnur til minnis um Gudina Tumsu. Næstu ferð: Ágangurin heldur fram enn í fleiri ár. Roynt verður at umvenda fólkið til marxism­ una, men hetta gekk ikki væl Gudina saman við Tsehay og teirra børnum Tsehay heilsar í Norðragøtu uppá Sunnevu, mammu Elsu Elsa, Tshay og Doris á flogvøllinum í Vágum