Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 sosialurin 24. september 2008 JOBMATCH 08 Kári Leivsson, er ein teirra sum hevur arbeitt fyri at fáa sálarfrøðina inn í føroyska samfelagið. Hann kom aftur til Føroya í 1999, tá Marita Petersen, sáli, heitti á hann um at koma heim og arbeiða á Sernámsdeplinum. Hann hevði tá starv í Noregi. Í 2004 byrjaði hann sjálvstøðugt við Sálarfrøðistovuni og í dag er hann ein av fimm sálar­ frøðingum, sum búleikast í Tórsgøtu 17 í skrivstovu­ felagsskapinum hjá Bitland Samrøða við Kára LeivSSon, SáLarfrøðing Kári vísir á, at nógv er broytt hesi árini hann hevur arbeitt í Føroyum. Fyrsti universitet­ sútbúni sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen, kom aftur til Føroya í 1973 og sálarfrøðin verður brúkt munandi meira og breiðari í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Talan er sostatt um eitt yrki, sum er í stórum vøkstri. Í dag eru 22 sálarfrøðingar í starvi í Føroyum, og vit hava Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. Hugburðsbroyting Talan er um eina hugburðs­ broyting og hon kann sigast at vera, at nú verður hugsað breitt út frá einum heilsuperspektivi, og hetta eisini umfatar tað sálarliga sum tað likamliga í eini heilsutænastu. Kári heldur, at fólk sum hava trupulleikar leita sær skjótari hjálp enn fyrr, og tað er jú gagnligt fyri samfelagið at trupulleikar kunnu greiðast áðrenn tað gerst neyðugt við innlegging. Tað hevur samfelags­ búskaparligan týdning at fólk fáa viðgerð meðan arbeiðsførleikin enn er varðveittur. Samfelagstørvur Tað sigur seg sjálvt, at um tað eydnast at byrja viðgerðina, áðrenn tað er neyðugt við inn­ legging er tað ein stórur fyri­ munur fyri klientin og familjuna. Men eisini samfelagið vinnur helst nógv burturúr at fólk ikki eru burtur frá arbeiðsmarknaði­ num vegna sjúku, eins og tað er skjótari og bíligari at viðgera fyribyrgjandi og beinanvegin. Kári sigur, at okkum vantar vitan um tørvin í samfelagnum fyri sálarfrøði. Hann heldur tað verða upplagt, nú Fróðskapar­ setrið eisini umfatar sjúkrarøktar­ frøði, lærara­ og pedagog­ útbúgving, átti tað at staðið fyri rannsóknum á hesum øki, soleiðist at vit eisini fingu eina sálarfrøðiliga gransking í Føroyum. Stórur eftirspurningur Eftirspurningurin á Sálarfrøði­ stovuni er í løtuni so stórur, at tað er bíðitíð at sleppa framat til viðgerðar, sostatt kann stað­ festast at teir 22 sálarfrøð­ ingarnir sum eru í Føroyum í dag nøkta ikki tørvin sum er. Eitt gott framstig, sum felagið hjá sálarfrøðingum hevur fingið í lag er sáttmálin við sjúkrakassarnar, soleiðis at kommunulæknar kunnu vísa sjúklingum til sálarfrøðiliga viðgerð, og partur av kostnaðinum verður tá goldin av sjúkrakassa. Hóast avtalan ikki er eins góð og í grannalondum okkara, so er hetta eitt stórt stig rætta vegin fyri fólkaheilsuna, og eitt stig sum staðfestir, at kliniska sálarfrøðin er ein samtvinnaður partur av heilsutænastuni í landinum. Kliniska sálarfrøðin er heilsu­ frøðiligt lærugrein, men verður serliga í størru londunum býtt sundur í fleiri greinar, til dømis vísindaligar rannsóknir og psykoterapi. Sálarfrøðin verður aðrastaðni brúkt nógv í vinnu­ lívinum og innanfyri arkitektur og strategiska samfelagsbygging og vit byrja eisini at merkja breiðari áhuga í Føroyum á økjum uttanfyri sjálvt heilsu­ verkið. Fakligt umhvørvi Kári sigur, at tað hevur alstóran týdning at tey sita fleiri sálar­ frøðingar saman. Tey hava øll sítt egna virki, men arbeiða tætt saman, vísa til hvønn annan – visitera ­ og tað gevur møguleika fyri at tey fáa sær serkunnleika á hvør sínum øki. Hann metir, at hetta gevur eina betri tænastu og eisini møguleika fyri at gera felags átøk, sparring og ikki minst innanhýsis supervisjón. Talan er um menning av einum yrkisumhvørvi sum eisini hevur týdning fyri viðskiftafólkini. Í hesum sambandi nevnir Kari, at eitt nú í Íslandi er tað vanligt at kommunulæknar og sálar­ frøðingur hava klinikk saman. Nógvir møguleikar Kári sigur, at hetta við at verða fleiri saman er eitt gott stig, men tað steðgar ikki her. Sálar­ frøðistovan hevur leigað seg inn í Bitland skrivstovufelagskapin, sum kanska er meira kendur fyri nýskapandi vinnuhugskot og vinnuráðgeving, og júst á hesum økjum hevur sálarfrøðin vunnið seg nógv fram seinnu árini altjóðliga sæð. Tað gerst alt merira vanligt at hava sálar­ frøðina við í pørtum av ráðgeving til vinnulív, so sum prosesskonsultasjón, virkis­ menning, samskifti, samráðing og tilrættislegging á øllum økjum. Kári sær tað sum ein stóran fyrimun, at tey sita sum eitt fakligt umhvørvi í miðbýnum og at Sálarfrøðistovan møguliga í framtíðini kann mennast til eina fjøltáttaðan tænastustovn sum samtundis eisini kann veita vinnulívstænastur. Hetta sær út til at verða eitt øki við vaksandi eftirspurningi, og vit hava avgjørt tørv á at fáa fleiri sálarfrøðingar til Føroya afturat í framtíðini, sigur Kári Leivsson at enda. Fakligt umhvørvi avgerandi týdning Kári Leivsson, sálarfrøðingur