mikudagur 24. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 24. september 2008
19
tíðindi
Eitt egið kenslusemi
eyðkennir málning
arnar hjá Eyðuni av
Reyni á framsýning,
sum letur upp í Galeri
Focus fríggjadagin
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fríggjadagin klokkan 16
letur upp framsýning í
Galerie Focus við verkum
eftir listamannin Eyðun av
Reyni.
Málningarnir hjá Eyðuni
av Reyni eru sjálvstøðugir
og sterkir. Enn sum áður er
myndevnið landslagið, ið
tykist at vera ein ótømandi
kelda fyri hann. Vanliga ber
til at finna eina havsbrúgv
aftanfyri litløgini í hansara
verkum,
og
tann
havsbrúgvin virkar sum eitt
grundarlag í flatanum og
gevur myndini eina ávísa
dýpd. Havið hevur mong
andlit,
og
tað
sæst
í
myndunum hjá Eyðuni av
Reyni.
Egið kenslusemi
Eyðun av Reyni tekur sítt
listarliga støði í eini sið
bundnari føroyskari lands
lagsabstraktión, men hevur
flutt seg inn í næstan reina
abstraktión.
Kortini er altíð okkurt, tú
kennir aftur í málningunum,
altíð ein tilsiping til fjallið,
býin, havnina, tað skiftandi
ljósið, ógvusliga veðurlagið.
Tað kann vera ein ávísur lit
ur, sum trokar seg fram aft
anífrá, ein einstøk strika
ella eitt ávíst strok, sum
fangar eygað.
Eitt serligt egið kenslu
semið hevur altíð eyðkent
myndirnar hjá Eyðuni av
Reyni. Seinnu árini er hartil
komin ein øðrvísi rúmd í
myndirnar, íbirt av breiðum,
svørtum
strokum,
sum
leggja seg útyvir teir kláru,
reinu litirnar og mana fram
eina
nýggja
annarleiðis
kenslu av dýpd.
Framsýningin í Galerie
Focus verður opin til 9.
oktober, týsdag til fríggja
dag frá klokkan 15 til 18 og
leygardag frá 16 til 18.
Eyðun av Reyni í Focus
Eyðun av Reyni við nýggja
málninginum, »Klettar, hav
og stormur«
Niðurteljingin til at
ein av teimum trim
um vinkonunum
skal doyggja heldur
fram, nú triðja bókin
í krimirøðini »3 vin
konur« er komin út
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í nýggju bókini, sum hevur
heitið Tað, sum fer at henda,
ganga vinkonurnar Nora,
Vilborg, Benadikta og Trina
í tíggjunda flokki. Í flokkin
um gongur eisini sjarmørur
in Nick, sum er elskuligur,
men eisini gátuførur… Nú
bilgist óttin fyri at vera
øðrvísi í Trinu. Hon skúgvar
kenslurnar fyri Vilborg burt
ur og leggur í staðin alla
orku í at koma saman við
einum dreingi. Um somu
tíð royna Nora og Nick at
menna eitt parlag sínámill
um, uttan at nakar annar
fær frænir av tí.
Men sum vit minnast,
byrjaði alt í níggjunda flokk
in, tá ein ung genta verður
funnin deyð, rekandi á lítla
vatninum í Djúpadali. Hon
er nakin og ballað inn í
plast. Vit fáa at vita, at tann
deyða er ein av fýra vinkon
um – Vilborg, Benadikta,
Nora ella Trina. So verður
tíðin skrúvað tríggjar vikur
aftur eftir, og vit sleppa at
fylgja við í gongdini framm
an undan morðinum.
Forelskilsi og óhugni
Tá ið tíggjundi flokkur byrj
ar eftir summarfrítíðina, fáa
tey eina nýggja lærarinnu,
Sunnvá
Viksveen,
sum
fjeppist uppi í dreingjunum,
men speirekur genturnar.
Nora, Vilborg, Benadikta
og Trina seta sær fyri at
revsa Viksveen eitt sindur.
Tær fara út til húsini, sum
hon leigar, mitt í skóginum.
Tað vil so til, at tær síggja
Viksveen lata seg í og gita,
at hon hevur fingið sær eitt
fríggj við einum manni.
Vinkonurnar smoyggja nið
ur um seg og vísa rumpuna
beint upp í stovuvindeygað
og rýma. Tá ið hon rennur
burtur, sær Nora í einum
glotta ferilin av einum fólki
inni í húsunum. Tað einasta,
hon sær týðiliga, er ein tato
vering á arminum oman
fyri alboga á viðkomandI –
eitt reytt k.
Ein nýggjur drongur kem
ur eisini í flokkin: Nick.
Hann er fosturbarn og eitt
ár eldri enn hini. Nógvar
søgur ganga um hann – mill
um annað, at hann er krim
inellur, og at hann hevur
neyðtikið eina gentu. Men
bæði Benadikta og Nora
verða forelskaðar í honum.
Í einari veitslu togar Bena
dikta Nick við sær inn í eitt
kamar á loftshæddini. Hon
roynir at lokka hann, men
hann sigur nei. Hann hevur
fingið hug á Noru. Bena
dikta svør so dýran, at hetta
skal hon níva honum aftur.
Lítla løtu eftir tað møtast
Nora og Nick í gongini
uttan fyri kamarið. Beint tá
ið tey skulu kyssast, sær
Nora, at hann hevur eina tat
overing – eitt lítið, reytt k.
Tað var hann, sum var hjá
Viksveen. Nora avtalar kort
ini at fara í biograf saman
við honum seinni, men tey
mugu gera tað í loyndum,
so at Benadikta ikki fær
frænir av tí, og vinalagið
millum Noru og Benadiktu
verður spilt.
Nakinmyndir
á netinum
Í somu veitsluni mussast
Vilborg og Trina. Tær báðar
verða forelskaðar, men alt
verður oyðilagt, tá ið
Sunnvá Viksveen tekur tær
á bóli í einari heitari háls
fevning í skóginum. Vik
sveen roynir at kroysta tær
til at gera nakað fyri seg –
ella er tað við seg? Trina
verður ræðslusligin og sigur
nei. Hon slær Vilborg og
sigur, at hon angrar tað,
sum tær hava gjørt.
Nú
sendir
Benadikta
myndir av sær sjálvari nakn
ari til ein, ið kallar seg Wolf
man, og sum setur seg í
samband við hana á inter
netinum. Hon fjalir andlitið
á sær og heldur seg vera
navnleysa á netinum, men
tað vísir seg, at Wolfman
veit, hvør hon er…
Og niðurteljingin heldur
fram – til tann dagin, tá ið
antin Nora, Benadikta, Trina
ella Vilborg skal doyggja.
Men tá ið fyrsta morðið
hendir – sum snarljós av
klárum himli – tá er tað ein
heilt onnur, sum má lata lív.
Ein, sum stendur teimum
fýra gentunum nær ...
Krimirøðin um tríggjar vinkonur
heldur fram
Forelskilsini og óhugnin halda fram í nýggju bókini í
krimirøðini „3 vinkonur“
Kjetil Johnsen (f. 1966) er viðgitin norskur ungdóms
rithøvundur. Bøkur hansara eru óvanliga væl dámdar
í Noregi og hann gjørdist serliga kendur fyri sínar 18
metsølubøkur við felagsheitinum “Tusen biter”.
Jákup í Skemmuni hevur týtt Tað sum skal henda, og
útgevari er forlagið Nýlendi. Næsta bókin í røðini eit
ur Ballað inn í plast og hon kemur út í mars mánað í
2009.
Bókarøðin 3 vinkonur er serliga ætlað ungum mill
um 12 og 16 ára aldur. Henda nýggjasta bókin, Tað,
sum fer at henda, er 192 blaðsíður og fæst í øllum
bókabúðum fyri 100 krónur.
FAKTA