Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 24. september 2008 19 JOBMATCH 08 Høvuðsveitingar: » Forkanningar » Prosjektering » Projekteringsleiðsla » Planlegging » Fakeftirlit » Byggileiðsla Aðrar veitingar: » Uppmátingar » Jarðfrøðilig ráðgeving » Býarskipanir » Ferðsluplanlegging » Tekning og visualisering » Støðulýsingar » Ferðslutrygdarættlanir o.a. Grønlandsvegur 5 Postsmoga 228 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel: +298 63 63 63 Fax: +298 63 63 93 lbf@lbf.fo www.lbf.fo LBF er ein ráðgevandi verkfrøðingafyritøka, ið varð stovnað í 1964. 34 fólk starvast hjá LBF. Arbeiðsøkini fevna um projektering, fakeftirlit og byggileiðslu, umframt aðrar tænastur innan byggivinnuna. Millum kundar okkara teljast almennir stovnar, kommunur og privatfeløg. Virkisøkir: » Havnir » Tunlar » Vegir » Bygningar » Vatnorka » Annlegsarbeiðir Granskarar til Fiskaaling Visjón Fiskaalings er at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið, við tí endamáli at økja um dygdina í alingini. Felagið leggur dent á altjóða granskingarsamstarv við granskingarstovnar og vinnulív. Fiskaaling hevur egnar granskarar, eina framkomna starvsstovu og granskarar, sum starvast uttanlands, knýttar at felagnum. Granskingarøki U aling av fiska- og djórasløgum U aliøkir U gen- og biotøkni U fóður, vatngóðska og framleiðsluhættir U betri matvørugóðska úr aldum fiski U fiskaheilsa og aliumhvørvið Granskari - Góðska á alifiski Vit søkja fólk til gransking innan matvørugóðsku av alifiski. Talan er um eitt nýtt og avbjóðandi granskingarøki, sum skal byggjast upp í Føroyum. Umsøkjarar við royndum innan matvørugóðsku, t.d. granskaraútbúgving (PhD) innan matvøruverkfrøði ella líknandi hava fyrimun, men øll áhugaði við viðkomandi universitetsútbúgving kunna søkja. Umsóknarfreist: 1. november 2008. Granskari - aling av marinum fiskasløgum Vit søkja eitt vælútbúgvið fólk til aling av marinum fiskasløgum. Talan er um eitt starv innan royndarvirksemi við toskaaling. Umsøkjarar við royndum innan marina yngulframleiðslu hava fyrimun. Hetta er tó einki krav, og øll áhugaði við viðkomandi universitetsútbúgving kunna søkja. Umsóknarfreist: 1. november 2008. PhD-lesandi - vatngóðska innan aling á sjónum Treytað av stuðli frá Granskingarráðnum søkja vit fólk til PhD-verkætlanina ”Water quality within a group of fish farming cages”. Í verkætlanini verða mátingar og numerisk modell brúkt at greina ávirkanina frá nótum og fiski á vatngóðskuna innan aling á sjónum. Tann PhD-lesandi kemur at arbeiða saman við royndum granskarum í Føroyum og Noregi. Umsøkjarar við royndum innan numeriska modellering og feltmátingum hava fyrimun. Umsóknarfreist: 1. januar 2009. Ert tú lesandi ? Vit søkja lesandi til uppgávur innan aling. Møguleiki er fyri at definera sína egnu uppgávu í samstarvi við granskarar á Fiskaaling og á øðrum granskingarstovnum. Dømir: Hvussu kann toskaaling gerast lønandi vinna í Føroyum? Hvussu er besti háttur at útvega vinnuni rogn og yngul? Hvussu ala vit best til tøku: á sjónum og á landi? Kynsbúning og ljósstýring? Hvussu skal fiskurin røktast og slátrast? Fiskasjúkur og fiskaheilsa? Hvørji eru bestu aliøkini á sjónum: nær landi ella longur úti? Ert tú lesandi við áhuga fyri aling, so vend tær til Fiskaaling. Umsóknarfreist: 1. november 2008. Ynskiligir førleikar til umsøkjarar og lesandi: U góða universitetsútbúgving / lesandi U viðkomandi royndir ella áhuga fyri aling U hegni til projektarbeiði og greinaskriving U góðan mál- og telduførleika Nærri upplýsingar fáast frá: Hannes Gislason, granskingarleiðara, tlf. 214749, hannes@fiskaaling.fo Umsókn við ævisøgu (C.V.), og heil avrit av viðkomandi prógvum skal sendast til: P/F Fiskaaling, Við Áir, Att.: Hannes Gislason, FO-430 Hvalvík. Granskarar til FiskaalinG Fiskaaling sóknast eftir dugnaligum fólki til gransking, PhD-verkætlan og uppgávuskriving. www.fiskaaling.fo