Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 24. september 2008 27 lýsingar VW Golf 2.0 TDI VW Golf 2.0 TDI Sportline við 140 hk. Bilurin er frá 24/4-06. Hevur koyrt 18.000 km. Nógva eykaútgerð, t.d: DK-pakki við klima, RCD 500 anlegg við 10 hátalarum, metallakk, leður- róður, multifunktiónsanlegg plus, tokulyktir, ljós + sjón pakki, o.a. Nýprísur: kr. 350.000,- Prísuppskot kr. 250.000,- Ring 510 298 ella 210 298 Nú fara vit til NESVÍKAR! Bygdarlega fyri Kvíkvíkar sókn Lega fyri øll: Familjur, ung og gomul, børn og vaksin, støk og pør…. Legan verður sett í Nesvík fríggjakvøldið 3. okt. 2008 kl 20.00 (koma frá kl. 19.00), og vit fara til húsar aftur sunnudag 5. okt. aftan á kirkjugongd og døgurða. Á skránni verður ymiskt til gaman og álvara: Vónandi verður góð undirtøka! Tit skulu hava soviposa ella dýnu við, handklæði, tannbust osfr. Kostnaður: Vaksin kr. 200, børn frá 7 til 14 ár kr. 50. Tilmelding hjá: Jóhonnu 421269 ella 227701 Grækaris 421265 ella 212265 Ara 421466 ella 219075 Rannvá 421280 ella 266133 Hans Jákup 421238 Elin-Mariu 421171 ella 503258 Dansiskeið í enskum dansi í Klaksvík Byrjunarskeið í enskum dansi (foxtrot, quick- step og valsi) verður í vetur í fimleikarhøllini í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Byrjað verður sunnudagin 28. september 2008, kl. 19.30. Kostnaður fyri hvønn luttakara 250 krónur, íroknað árslimagjald í felagnum. Fólkadansur byrjar eisini aftur sama kvøld og sama stað kl. 20.30 Tilmelding hjá Marna Isaksen á Tlf. 21 51 45. Dansihugni Lesið -so eru tit við! VARALEIÐARI TIL LÁTIPÍPUNA Søkt verður eftir avloysara fyri varaleiðaran í Látipípuni, at byrja skjótast til ber og arbeiða fram til 15. august 2009. Talan kann vera um niðursetta arbeiðstíð. Um eingin námsfrøðingurin søkir, verður hjálparfólk sett í starvið. Stovnurin fevnir um útibarnagarð og frítíðarstovu. Varaleiðarin samstarvar við leiðaran um at leggja dagliga arbeiðið á stovninum til rættis, og at seta mál fyri stovnin, umframt aðrar uppgávur. Vit vænta, at: • tú hevur leiðaraevni • tú dugir at seta mál fyri stovnin • tú ert áhugað/-ur í at menna útibarnagarðin og frítíðarstovuna • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • tú hevur góð samstarvsevnir • tú megnar at at tryggja eitt greitt og jaligt samskifti á stovninum Vit kunnu bjóða: • ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góðum møguleikum fyri túrum í á, haga og fjøru • ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina at menna arbeiðið við børnunum • ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum avbjóðingum Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmála- ráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanar- økið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Vestmanna Kommunu á tlf. 470 110. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2008 kl. 12.00. Látipípan er ein stovnur við útbarnagarði til 5-7 ára gomul børn og frítíðarstovu til børn í 1.-2. flokki. Frítíðarstovan er inni á Fjørð – tætt við Fossá, fjøruna og sandin. Dentur verður lagdur á at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar saman við javnaldrum, og at læra tey at virða hvønn annan. Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku í vøkrum náttúruumhvørvi millum Hórðará og Gjógvará – tætt við hagan. Dentur verður lagdur á at geva børnunum upplivingar úti í náttúruni, og at búgva tey til at fara í skúla. VESTMANNA KOMMUNA Bakkavegur 16 | Postboks 91 | 350 Vestmanna Ársaðalfundur hjá Svimjisambandi Føroya verður leygardagin 25. oktober kl 10.00 í ÍSF-húsinum Skrá sambært viðtøkunum Svimjisamband Føroya Íbúð ynskist Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um. Ring á tlf. 211322 Bátur til sølu 6 mannafar til sølu, við fiskiloyvi, sum krevur ábøtur. Kostnaður 10.000,00 kr. Ring á tel. 218240